Góð úrslit á Tårnby Games

Barnavenjing í summar
22.04.2019
Lýdia tók 17 ára gamalt føroyskt met í kúlustoyt
06.05.2019

Góð úrslit á Tårnby Games

Seks av teimum sjey hvirlunum, sum hava klára oyggjaleikakravið, royndu seg á Tårnby Games farna vikuskiftið. Hetta er kapping, har støðið er rættuliga høgt, og veðrið betur enn tað plagar at vera á Tórsbreyt. Henda kapping er tí væleydna til at testa formin, áðrenn tær meir týdningarmiklu kappingarnar seinni í summar

Spjótkast

Fyrst í eldin vóru Sunniva Bogadóttir (G18-19) og Elin Niclasen (G16-17). Tær hava báðar klára oyggjaleikakravið í spjótkast, og var tað í hesi grein tær skuldu royna seg.

Eitt eyðkenni hjá Sunnivu er, at hon kastar longsta kast í fyrsta umfari. Eyðkendi viljin var har í fyrsta umfarið, og hóast hon dróg niður í spjótið, so var so mikið av kraft aftanfyri, at tað lendi heilt úti á 35,66 m. Næstu kastini royndi hon at fokusera meir uppá tað tekniska, men tað kostaði í intensitetið, og tí kom hon ikki longri út hesaferð. Hon endaði við at vinna eina sera spennandi kapping 5 cm frammanfyri nr 2 og 41 cm frammanfyri nr 3. Longdin, sum Sunniva kastaði hevði givið henni bronsu heiðursmerki á oyggjaleikunum á Gotlandi í 2017. Tíðanverri er spjótkast ikki við á oyggjaleikunum á Gibraltar.

 

Tá ein venur kastigreinarnar, hendir tað tíðum, at ein kemur inn í eina periodu, har tað tekniska ikki heilt riggar. Ein slík perioda kemur ofta tá ein hevur flutt seg seliga langt í eini kapping. Tá byrjar man ofta vilja ov nógv, og oyðileggur tað rútmuna í kastinum. Tað er ofta trupult at eyðmerkja hvør neyvi trupulleikin er. Elin er ávegis úr einari slíkari, eftir at hon kastaði sera væl fyri fáðum vikum síðan. Tað var tí spennandi at síggja hvussu fór at ganga, men longu í fyrsta kasti sást at tað gongur rætta veg, tí tekniskt sá tað aftur gott út, men tað er ikki møguligt at arbeiða við tí tekniska samstundis sum man fokuserar uppá intensitet, og tí var ikki vantandi at Elin skuldi heilt út har hon hevur verið. Elin kom tó útum 30 m strikuna, longu í fyrsta kasti. Tvær ferðir bøtti hon um hetta, og endaði við at kasta 31,86 m, sum rakk til eitt flott fyrsta pláss, heilar  fimm metrar longri enn tann, sum kastaði næstlongst í kappingini.

 

100 m

Edna Maria Debes og Tórur Mortensen royndu seg á 100 m, og hóast bæði vanliga kappast í  bólkinum 20-22, so kappaðust tey her móti teimum vaksnu.

Fyrst í eldin var Edna Maria. Hon er farin til Aarhus í lestrarørindum, og har venur hon við felagnum Aarhus 1900. Hon hevur vant nógva grundvenjing og í sprint eru hennara testtíðir á 20 m bøttar við 10% í vetur, so ferðin er við at koma. Hesaferð var tað tó starturin sum kostaði úrslitið, tí har hon til venjing hevur fingið góða kraft í hvørt fetið, so var kraftin ikki har hesaferð. At man soleiðis ikki fær ferðina upp í byrjani kostar allan vegin. Tíðin gjørdist 14,18 sek, sum tó er tað skjótasta hon hevur runnið síðan 2014.

Tórur er í gongd við at venja uppaftur frá skaða, og tí var málið við Tårnby Games at testa hvussu langt hann er komin. Tað er einans síðstu 2 vikurnar hann hevur vant verðuligt sprint, og tí er ferðin ikki blivin natúrlig fyri hann. Hetta hevur verði eyðsýnt til venjing, har hann hevur spent upp, og tí mist ferð. “Jamaican toe-drag” starturin, sum er fyritrekti teknikkurin hjá Tórur, riggaði stak væl, og var Tórur fremst eftir fyrstu 10 m. Drive fasan sat væl, men tá hann kom upp at sprinta føldi hann at hann spenti upp, og tí tók hann fótin av speedarnum fyri at fokusera uppá tað tekniska. Hann vann riðilin í tíðini 11,29 sek, sum bara er 0,02 sek frá føroyska metinum. Hetta var næstskjótasta tíð samanlagt, men Tórur valdi at geva avboð til finaluna fyri ikki at risikera nakað. Stórsta eydna var at hann onki føldi til skaðan.

 

Hamarkast

Guðrið Káradóttir Petersen var fyrst í eldin annan dagin. Her slapp hon at kasta á sera hugnaliga kastivøllinum, í skógini aftanfyri Tårnby Stadion. Av tí at G18-19, sum er bólkurin Guðrið kappast í, kastaði saman við kvinnum, so vóru tað heilar 14, sum kappaðust samstundis. Millum kvinnurnar vóru luttakarar úr Estlandi og Svøríki, ið áður høvdu roynt seg á junior og senior HM, so her var høvi at síggja kastarar, sum verðuliga duga sítt hondverk. Guðrið fekk góða ferð á í fyrsta kasti, men tíðanverri fór kasti í netið. Hon kastaði tí meir trygt í øðrum kasti, og tað sigur nakað um støðið at hon fekk eitt slíkt kast heilt út á 38,96 m. Í triðja fekk hon aftur góða ferð á, men hon misti sambandið við hamaran í triðja umgangi, og tí fekk hon ikki økt um ferðina á hamrinum í avleveringini. Hóast hetta lendi hamarin úti á 40,35 m, sum bara er lítil 1½ m frá hennara føroyska meti. Næstu trý kastini riggaðu ikki heilt, og tískil gjørdist Guðrið nummar fýra í hørðu kappingini. Kasti hjá Guðrið hevði givið henni fjórða pláss, bara 0,73 cm frá silvurmerkinum á oyggjaleikunum á Gotlandi í 2017. Tíðanverri er hamarkast ikki við á oyggjaleikunum á Gibraltar.

 

Kúlustoyt

Lýdia Poula Simonsen hevur etablera seg sum besti kúlustoytari í Føroyum við m.a. at taka føroyska metið innandura. Í dag slapp 17 ára gamla uttandurametið ikki at standa leingi afturat. Lýdia byrjaði við einum róligum stoyti, har kúlan lendi á 10,38 m. So var fokus flutt yvir á tað, arbeitt hevur verið við í seinastuni, og tað riggaði beinan vegin, tí hon fekk kroppin væl undir kúluna, og úrslitið var at hon gjørdist fyrsta føroyska kvinna, sum kom útum 11 m strikuna. Hon steðgaði tó ikki har, tí í fjórða umfarið bøtti hon enn einaferð um føroyska metið, soleiðis at tað nú er 11,15 m. Tað hevði rokkið til silvurmerkið á oyggjaleikunum á Gotlandi. Lýdia eigur nú bæði innan- og uttandura metini í kúlustoyt.

 

Longdarlop

Edna Maria royndi seg síðan í longdarlop, har hon í vár kláraði oyggjaleikakravið. Edna Maria hevði tó tung bein frá 100 m fyrra dagin, og tískil fekk hon ikki atrenningina at sita. Eftir nakrar justeringar, sat rútma og tempo endiliga í síðsta lopinum. Lopið gjørdist eisini langt. Tíðanverri, so var tað yvirtrakk, men tað er gott at síggja at longdirnar eru har. Tað longsta á degnum gjørdist 4,56 m.

 

300 m

Eitt sereyðkenni fyri Tårnby Games er, at tey vaksnu renna 300 m, sum annars bert er ein grein, sum ung kappast í, áðrenn tey fara til 400 m, sum er lang-sprint teinurin. Tórur hevði avgjørt at verða við fyri at testa, hvussu tað stendur til við sprint-úthaldni, tvs hvussu væl hann megnar at halda eina javnt høga ferð eftir at ATP lagrini eru tóm. Tórur kendi tó longu í startinum at tað spenti eitt sindur í baklærinum frá 100 m dagin fyri, og tí rann hann avspent allan vegin. Hetta gjørdi at hann megnaði at halda eina javna ferð, uttan at missa móti endanum, sum annars ofta hendur tá sprint-teinurin blívur longri. Tíðin hjá Tórur gjørdist 36,14 sek. Sær út til at sprint úthaldni er á góðari leið. Tíðin er eisini næstan 2 sek skjótari enn skjótasta tíð, sum føroyingur hevur runnið áður. Tað er sjaldsamt at føroysk met vera flutt so nógv í einum.

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *