Góð byrjan uppá Íslandstúrin

Hvirlan til Íslands í viku 4 – broytt ella avlýst venjing
18.01.2014
Venjingarlega av, nú er kapping á skránni!
24.01.2014

Góð byrjan uppá Íslandstúrin

So er fyrsti dagur í Íslandi um at verða av. Tíggju íðkarar, ein venjari og Ódn lendu á flogvøllinum fyrrapart. Harfrá var fari eftir leigubilunum. Tað vísti seg at teir tríggjir Toyota Yaris bilarnir vóru Toyota Corolla, og tað tók eina løtu at notera allar snuddirnar, ið bilarnir høvdu. So var farið á vallaraheimið at blaka viðføri, áðren Kringlan var vitja.       20142001-2254

Kl 18. byrjaði fyrsta venjingin í Laugardalshøllini, og var hon alt tað, ið vit vónaðu, og nakað afturat. Høvusendamálið við venjingarleguni er samstarv við venjarar og samband við íðkarar í íslendska vinarfelagnu ÍR. Hetta eydnaðist til fulnar tí øll fingu høvu at koma tættir at íðkarum oge/ella venjarum í ÍR longu fyrstu venjing.

20142001-2264

Hanus og Helgi vandu spjótkast undir teimum kønu eygunum hjá Einar Vilhjálmsson. Einar hevur luttikið tríggjar ferðir á OL í spjótkast, har besta úrslitið var sætta pláss í Los Angeles í 1984. Hallur vandi diskuskast saman við Pétur Gudmundsson, ið sum aktivur megnaði at koma við til tvey OL í kúlustoyt. Hans Hjørleivur og Bjørk fingu eisini okkurt við á vegnum frá Pétur. Rúni, Tummas Napoleon og Steinolvur vandu saman við Thorvaldi Thorsson, ið hevur sera góð úrslit sum aktivur at vísa á innan 400 m forðarenning. Teitur og Louisa vandu saman við ávikavist hamarkastara og kúlustoytarum í vinarfelagnum ÍR.

20142001-2259

Sum venjari er tað ómetaliga gevandi at fáa høvi at síggja hvussu aðrir venjarar arbeiða, og kunna diskutera venjing og íðkararnar við teir. Allir venjarnir høvdu gott at bera Hvirlunum “He is very talented” var sagt um meir enn ein, og tá tað kemur frá venjarum á hasum støðinum um so vaksnar íðkarar, so veit man at har nakað í tí.

20142001-2263

Eftir venjing fóru tey flestu at svimja, meðan restin fór heim at slappa av.

1 Comment

  1. Grækaris Djurhuus Magnussen says:

    Hugnaligt at hoyra, at tit longu er komin í gongd – tað prógvar seriøsitet. Havið tað gott uppi hjá frændunum 🙂

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *