Góð byrjan uppá ársins Stórmót ÍR í Reykjavík

Aðalfundurin 2018
13.01.2019
Met og heiðursmerkir annan dagin á Stórmót ÍR
20.01.2019

Góð byrjan uppá ársins Stórmót ÍR í Reykjavík

Um føroyingar vilja royna seg í kapping í innandura-sesongina, so er kravið at man fer av landinum, tí ongin slík høll er tøk í landinum. Síðan Hvirlan bleiv stovna hevur hon ti boðið íðkarum 13 ár og eldri at royna seg í stóru íslendsku innandurakappingini Stórmót ÍR í flottu Laugardalshøllini í Reykjavík. Her eru umstøður, sum uttan iva høvdu lyft frælsar í Føroyum fleiri stig eftur fáðum árum.

Við í ferðalagnum í ár vóru 6 ungar kvinnur og 3 ungir mans umframt leiðarar og venjari. Hesi skulu royna seg í sprint, rimrenning, miðtein, longdarlop, trýstøkk og kúlustoyt.

Gentur 15 ár

Børka Berg Jørgensen byrjaði dagin við longdarlop. Í longdarlop hevur fokus í venjingini verði á at fáa meir ferð inn í atrenningina, og fáa mest møgligt av ferðini við gjøgnum avsett. Hetta hevur eydnast til einstakar venjingar. Á Stórmót rakk longdin hon var tilmelda við, til eina styrkismeting sum nummar 3. Børka legði varliga út við at leypa 4,25 m, og legði seg harvið á fyrsta pláss. Hetta plássi bleiv tó tikið beinan vegin. Í øðrum umfarið øktin on til 4,28, og tók harvið fyrsta plás aftur. Aftur í triðja økti hon, hesaferð til 4,38 m. Harvið bøtti hon um persónliga metið við 6 centimetrum. Hon helt tó áfram, tí bæði í fimta og sætta umfarið økti hon, soleiðis at hon endaði við at leypa 4,51 m, sum er longri enn verandi bólkamet. Hon tryggjaði sær eisini gullið 24 centimtrar frammanfyri nummar tvey. Teir 19 centimetrarnir hon bøtti seg var størsta framgongd í kappingini, og tað fekk Børka heiðursskjal fyri.

 

Lítlan hálvan tíma eftir at longdarlop var liðugt, skuldi Børka royna seg á 60 m. Børka hevur góða kraft í beinunum, og tí er fokus at fáa meir kvikleika soleiðis at ferðin verður hægri. Her hevur venjing í seinastuni víst framgongd, men hesaferð riggaði tað ikki heilt. Hon var eitt sindur tung úr blokkinum, og kom ikki heilt upp í ferð. Úrslitið gjørdist at hon rann teinin uppá 9,16 sek, sum er 0,14 frá hennara persónliga metið.

Kvinnur

Av tí at ongin bólkur er fyri gentur 18-19, so er Hvirlan stak væl manna hjá kvinnum. Her var fyrsta kapping 60 m, har Sjøfn Gudmundsdóttir, Ragnhild Andreasen og Edna Maria Debes skuldu royna seg. Sjøfn hevur striðst við ein skaða, og tí hevur tað verði avmarka við sprintvenjing, meðan Ragnhild skuldi royna seg í sínari fyrstu kapping í frælsum nakrantíð. Tær vóru báðar í fyrsta riðli. Ragnhild á geil 1 og Sjøfn á geil 8. Tær vóru tættar tær komu úr blokkinum, og hóast í hvør síni síðu so var ikki langt millum tær. Á málinum segði tíðin hjá Sjøfn 9,02 sek og 9,18 sek hjá Ragnhild. Edna Maria var í øðrum riðli. Edna Maria er flutt til Aarhus at lesa. Har venur hon við felagnum Aarhus 1900. Hon venur mest sprint, og testir hava bent á góða framgongd. Í dag var hon tó so óheppin at blíva kolldømd fyri tjóðstart, hóast skotið ongantíð var lati av.

Seint seinnapartin skuldi Edna Maria so royna seg í trýstøkk. Hetta er grein hon ikki hevur vant í heila tikið seinasta árið, so luttøkan var mest til stuttleikar. At fáa atrenning at sita tá man ikki hevur vant so leingi er ikki sum at siga tað. Tað endaði eisini við at fyrstu tvey lopini gjørdust yvirtrakk. Í triðja gekk betur og kom hon út á 9,49 m. Hon kendi tó at ferðin inn til plankan ikki var nøktandi, og tí var satsa. Atrenningin bleiv broytt fyri at fáa meir ferð á. Fyrstu tvey vóru langt við síðuna av. Tað triðja bleiv eisini yvirtrakk, men lopið sat væl, og har er ongin ivi um at tað var væl longri enn tir 9,49 m hon leyp í triðja umfarið. Flott at tora at satsa, og stuttligt at fáa vátta at meir ferð er tað, sum skal til fyri at leypa longri.

Dreingir 16-17

Miso Buha byrjaði dagin á 60 m. Venjing hevur týtt uppá munandi hægri ferð í mun til síðstu kapping, tí var spenningur um hvussu kappingin fór at ganga. Miso meldaðir til við tíðini 8,21 sek, sum gjørdi at hann var styrkismettur sum nummar 19. Tí rann hann í fyrsta var í fyrsta riðli, har teir við ringastu tilmeldingartíðum vóru. Hann kom væl úr blokkinum, og vann riðilin trygt. Tíðin segði 7,68 sek, sum er 0,53 sek skjótari enn hansara persónliga met. Tá allir riðlar høvdu runnið, vísti tað seg at tíðin hjá Miso rakk til eitt 7 pláss samalagt. Miso fekk heiðursskjal sum tann, ið bøtti seg mest í kappingini, umframt at hann rann seg í talentbólkin hjá FÍF.

 

Eftir at hava hvílt í nakrar tímar var tíð hjá Miso at royna seg i longdarlop. Her gjørdi persónliga metið frá síðsta vetur (4,77 m) at Miso var styrkismettur aftast av øllum. Hetta nervaði hann tó ikki, tí longu í fyrst lopið kom hann inn við góðari ferð, so hóast avsett ikki sat, so kom hann út  á 5,23 m, og bøtti harvið munandi um sítt persónliga met. Næsta lopið miseydnaðist, meðan hann í triðja aftur kom inn við góðari ferð. Úrslitið gjørdist 5,53 m. Fjórða miseydnaðist aftur. Í fimta misti hann tempo inn móti plankanum, men endilig sat avsetti, so hóast lægri ferð kom hann út á 5,60 m. Hetta vísti seg at røkka til eitt fjórða pláss í kappingini. At hann bøtti um sítt persónliga met við 83 cm merkti at hann aftur fekk heiðursskjal fyri størstu bøting. Eisini í longdarlop knógvaði hann kravinum hjá FÍF til talentbólkin.

Menn

Har er ongin bólkur fyri 18-19 ára gomul, tí skuldi Dánjal Dahl Ljósheim royna seg saman við Tórur Mortensen móti vaksnu monnunum. Teir byrjaðu báðir dagin á 60 m teininum. Dánjal venur mest fram móti 800 m, og hevur so langsprint (400 m) sum aðru grein. 60 m er eitt gott mát fyri acceleratiónini, og so er tað stuttligt, tí var Dánjal klárur á startinum tá skotið fór í øðrum riðli. Her var mett at hann fór at enda langt aftast, tí har hinir høvdu tilmeldingartíðir millum 7,13 sek og 7,32 sek, var tilmeldingartíðin hjá Dánjal 7,96 sek. Hann kom sera væl úr startinum, og eftir fyrstu 10 m lá hann lið um lið við hinar, hann kempaði fyri at halda, og á málinum var hann líka í hølinum á hinum. Tíðin segði 7,62 sek, og sostatt bøtti hann um sítt persónliga met við heili 0,34 sek.

Tórur skuldi gera eina roynd at koma í gongd við kappinga aftur, eftir at hava bygt upp í vetur. Verðuliga sprintvenjing hevur hann tó einansa gjørt síðstu 2-3 vikurnar. Tí var ikki roknað við at hann aftur í ár skuldi bøta um føroyska meti hann setti í fjør. Tað sást frá byrjan at eyðkendu skarpu rørslunar ikki vóru komnar aftur enn. Hansara basis-ferð er tó so mikið góð at tíðin gjørdist 7,43 sek.

Dánjal hevði ein steðg áðrenn 400 m var á skránni. At renna 400 m innandura er stak krevjandi, tí at krøppu svingini kosta nógv í ferð. Hetta er eisini orsøkin til at geil 1 ikki verður nýtt. Ætlanin var at leggja út við at renna fyrstu 200 m (ein umgang) uppá 26 sek, og so miða eftir at halda ferðina seinna umgang. Dánja kom væl avstað, og á hálvum teini segði tíðin 26 sek. Hann misti tó nakað næsta umgang, so tá hann kom á mál segði tíðin 54,66 sek. Hetta er 1,89 sek skjótari enn hann hevur runnið innndura áður, so har er lítil ivi um at at hann kemur at skera nógv av sínum persónliga meti í summar.

Sunnudagin eru sprint, rimarenning, longdarlop, trýstøkk, kúlustoyt og miðteinur á skránni.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *