Góð úrslit í góðveðrinum á Svangaskarði

Rigmor vann í Íslandi
04.08.2010
Fýra gull fyrsta dagin
07.08.2010

Góð úrslit í góðveðrinum á Svangaskarði

Eftir ein stak hugnaligan túr í reyða bussinum komu hvirlunar á Svangaskarð ein lítlan tíma undan kappingarbyrjan. Veðrið var perfekt til at kappast í, so upptaktin var góð. Hvirlan hevði henda góða dag umboð í bólkunum G8-9, D8-9, G10-11, G12-13, D12-13, G14-15 og D16-17.

Í bólkinum G8-9 var tað Helena, sum skuldi royna seg, fyrst í 60 m renning og so í kúlustoyt. Renningin var tó enn einaferð rættuliga nógv útsett, men at enda skuldi hon so í blokkin. Har hendi tað at startrevolvarin klikti, og Helena reageraði, men fekk steðga sær á, og var tí á veg niður í aftur blokkin tá skotið fór. Har var tó ikki skotið av, so Helena royndi sum frægast at renna. Úrslitið var at hon kom á mál í tíðini 12,31 s, sum er nýtt persónligt met. Eftir renningina skuldi hon royna seg í kúlustoyt. Her vísti hon stóran stabilitet, har tað einans vóru 7 cm millum stytsta og longsta stoyt. Hon endaði á 3,77 m, sum er persónligt met við 81 cm. Hetta rakk til eitt triðja pláss.

Í bólkinum D8-9 vóru Bárður og Elias við. Teir skuldu eins og Helena royna seg á 60 m fyrst. Teir vóru í hvør sínum riðli. Fyrst skuldi Bárður royna seg, og kom hann á mál við tíðini 11,46 sek, sum er persónligt met. Elias, sum rann í øðrum riðli, rann teinin uppá 10,92 sek, sum eisini er persónligt met. Eftir renningina var fari beint til kúlustoyt. Har vóru fleiri sum høvdu á orði hvussu elegantur teknikkurin var.Elias kom út á 4,92 m, sum er ein stór betring av hansara metið, meðan Bárður við 4,21 m eisini betraði um sítt persónliga met. Úrslitið hjá Elias rakk til eitt annað pláss.

Hjá G10-11 var tað Guðrið, sum royndi seg. Hon hevði melda til í kúlustoyt. Hon, hevði eins og hinir íðkarnir í Hvirluni ogna sær ein penan teknikk og megnaði eisini at betra um sítt persónliga met við 29 cm, so tað nú er 4,42 m. Allar tær sum vóru frammanfyri Guðrið eru eitt ár eldri enn hon.

G12-13 vóru hesaferð umboðaðar av Maritu og Emiliu. Fyrst royndu báðar seg í kúlustoyt, og har gekk stak gott. Marita stoytti kúluna út á 7,68 m, sum er nakrar fáar cm styttri enn hon megnaði á VU-Spelen í Gøteborg fyrst í juli. Emilia kom út á 6,78 m, sum eisini er nakrar cm frá persónliga metinum. Tær blivu tó klárt nummar eitt og tvey í bólkinum. Marita royndi seg síðan á 80 m, hóast hon hevur havt trupulleikar við knæðnum. Kanska var tað betur at hon ikki royndi seg tí at hon hevði nógva pínu tá hon kom á mál, men tó rann hon teinin uppá 12,82 sek.

Hjá D12-13 vóru tað Tóri, Jákup og Tórur sum royndu seg. Teir luttóku í 80 m renning og kúlustoyt. Fyrst var tað kúlan sum var á skránni, og har tók Tóri seg saman, eftir at hava tapt fyrstu kapping í kúlustoyt í ár, og vann trygt við 8,95 m, sum er meir enn ein metur longur enn í fyrru kappingini. Tórur setti eitt flott persónligt met við heili 80 cm tá hann stoytti kúluna út á 6,45 m. Hetta rakk til eitt triðja pláss. Jákup kom út á 5,46 m, sum er nakrar cm styttri enn hansara persónliga met. Einans Tórur royndi seg á 80 m teininum, men har var hann eisini stinnur. Hann rann teinin uppá 12,69 m, sum rakk til eitt flott triðjapláss. Eins og í kúluni so vóru báðir dreingirnir frammanfyri eitt ár eldri enn Tórur.

Í bólkinum G14-15 var Bjørk einasti hvirlu-íðkari sum royndi seg. Hon hevði valt einans at luttakað í longarlop. Hon hevði trupulleikar við at fáa renningarlopi at passa og var tí ikki nøgd við úrslitið hjá sær. Hennara besta var 3,45 m. Hon gjørdist nummar tvey. 

Sum vant, so er Hvirlan væl umboða í bólkinum D16-17. Hesaferð vóru tað tó “einans” fýra sum royndu seg. Tað vóru Bjarni, Helgi, Steinolvur og Trygvi. Allir luttóku teir í longdarlop. Her var tað ikki heilt óvantað Trygvi, sum var nakað frammanfyri hinar við 5,07 m. Honum á baki komu brøðurnir Helgi og Steinolvur. Helgi hevði munin við 4,67 m, sum var 2 cm longur enn Steinolvur leyp. Bjarni leyp 4,49 m. Úrslitini hjá Helga, Steinolvi og Bjarna eru persónlig met.

Samanumtikið var tað ein góður dagur á Svangaskarið, har íðkarnir í Hvirluni enn einaferð vístu hvat tey duga. Millum annað sást tíðuligt at verðandi fokus á at fáa teknikkin uppá pláss riggar væl, so tað verður stuttligt tá fokus verður flutt yvir á at fáa góð úrslit burturúr teknikkinum.

Fleiri myndir eru í myndasavninum, og øll úrslit og støðan í kappingini síggjast á www.athletics.fo.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *