Góð úrslit hjá kastarum

Ársins fyrsta kapping
01.01.2009
So frælsast vit aftur :-)
06.01.2009

Góð úrslit hjá kastarum

Fyrsta kasti kapping í 2009 gav bæði persónlig met, bólkamet og vallamet á Tórsbreyt. Harafturat megnaði ein kastari at kasta longur enn oyggjaleikakravið hjá FÍF.

 

Fyrsta kappingin var hamarkast. Hon fór fram á gamla kastivøllinum við Eysturskúlan. Tað vóru tríggir luttakarar, ein kvinna og tveir mans. Besta úrslitið fekk Randi, sum enn eina ferð vísti sín stabilitet, tá hon í øðrum umfari kastaði hamaran út á 35.21 m. Uni Højgaard økti tvær reisur um sítt persónliga met, so at tað nú er 24,69 m.

Úrslitini í hamarkasti vóru:

Bólkur   Reiðskapur   Íðkari   Felag   Úrslit  
Kvinnur   4,00 Kg   Randi Kúrberg   Hvirlan   35,21 m  
Menn   7,26 Kg   Uni Højgaard   Hvirlan   24,69 m  Persónligt met
  7,26 Kg   Hjalti Lamhauge   Hvirlan   15,49 m  

 

Næsta greinin var diskuskast. Her vóru tveir íðkarar við. Hjalti betraði í næstan hvørjum umfari sítt persónliga met, og endaði við at koma útum 20 m á fyrsta sinni, tá hann í seinasta kasti tveitti diskin út á 21.01 m.

Úrslitini í diskuskasti vóru:

Bólkur   Reiðskapur   Íðkari   Felag   Úrslit  
Kvinnur   1,00 Kg   Meifríð Hansen   Hvirlan   25,80 m  
Menn   2,00 Kg   Hjalti Lamhauge   Hvirlan   21,01 m   Persónligt met

 

Eftir diskuskast varð farið niðan á Tórsbreyt til seinastu tvær greinarnar. Fyrst á Tórsbreyt var spjótkast, har ikki færri enn sjey luttakarar vóru við; 2 kvinnur og 7 mans. Har vísti Rógvi, at hann nú er komin í gongd eftir skaðan, ið darvaði hann seinasta summar. Rógvi kastaði longsta kast, sum nakrantíð er kastað í Føroyum, tá hann kastaði spjótið út á 56,30 m. Hetta er eisini longri enn oyggjaleikakravið hjá FÍF. Helgi Geyti setti bólkamet hjá dreingjum 16-17 ár í síni fyrstu kapping við 700 g spjótinum, tá hann tveitti tað út á 32,34 m. Hetta er tveir metrar longur, enn hann kastaði við 600 g spjótinum fyri einans trimum vikum síðan. Steinolvur Geyti luttók í síni fyrstu kapping og byrjaði heilt úti á 27,60 m.

Úrslitini í spjótkasti vóru:

Bólkur   Reiðskapur   Íðkari   Felag   Úrslit  
Kvinnur   600 g   Randi Kúrberg   Hvirlan   29,00 m  
 –   600 g   Meifríð Hansen   Hvirlan   24,03 m  
Menn   800 g   Rógvi Højgaard   Hvirlan   56,30 m   Stadionmet
 –   800 g   Uni Højgaard   Hvirlan   31,51 m  
 –   800 g   Hjalti Lamhauge   Hvirlan   24,96 m  
D16   700 g   Helgi Geyti    Hvirlan   32,34 m   Bólkamet
D15   600 g   Steinolvur Geyti   Hvirlan   27,60 m   Persónligt met

 

Seinasta kapping var í kúlustoyti. Har vóru 5 luttakarar við. Kappingin um fyrsta plássið hjá monnum var hørð, men eins og seinast var tað Uni Højgaard, sum fór við sigrinum. Hesaferð var hann einans 3 cm framman fyri Rógva.

Úrslitini í kúlustoyti vóru:

Bólkur   Reiðskapur   Íðkari   Felag   Úrslit  
Kvinnur   4,00 Kg   Randi Kúrberg   Hvirlan   7,53 m  
Menn   7,26 Kg   Uni Højgaard   Hvirlan   8,44 m  
 –   7,26 Kg   Rógvi Højgaard   Hvirlan   8,41 m  
 –   7,26 Kg   Hjalti Lamhauge   Hvirlan   7,24 m  
D16   5,00 Kg   Helgi Geyti   Hvirlan   7,81 m   Persónligt met

 

Fleiri myndir er at finna í myndasavninum.

Næsta kapping í kasti verður leygardagin, 24. januar.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *