Góð byrjan uppá nýggja venjing

Tvær Hvirlur tryggja sær pláss í talentbólkinum
27.03.2011
Ein super byrjan uppá venjaraskeið
03.04.2011

Góð byrjan uppá nýggja venjing

Tað vóru níggju børn sum møttu til fyrstu venjing mánadag 18.15-19.15. Tey flestu hava vant við hvirluvindunum, men onkur nýggjur var við eisini. Dagsins venjing byrjaði við navnaspælið, og hareftir var farið víðari við upphiting við eini kleyvara-stafet. Har høvdu venjarnir valgt at verða kreativir soleiðis at børnini lupu um lága forðing og krupu undir hægri forðing.

Eftir upphiting fór helvtin av børnunum at venja sprint, við koordinatiónsrenning og upplæring í at nýta startblokkar. Ímeðan vandu hini bóltkast, har tey millum annað sluppu at royna at kasta við báðum hondum, og eisini við og uttan renningarlop.

Dagurin endaði við cirkulvenjing, sum øll kláraðu flott.

Næsta venjing verður komandi mánadag somu tíð, og um onkur nýggjur hevur hug at royna seg, so er enn pláss til fleiri. Mikudagsvenjingin byrjar aftur 27. apríl.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *