Góð byrjan á VU-spelen

Tvær hvirluvindavenjingar fyri summarsteðgin – síðsta úti í Sandágerði :-)
28.06.2010
Fleiri met annan dagin á VU-spelen
03.07.2010

Góð byrjan á VU-spelen

Trýggjar Hvirlur luttakað á VU spelen saman við hinum í talentbólkinum hjá FÍF. Talentbólkurin eru tey ungu sum hava klára nøkur úttøku krøv, og er tí at roknað sum ungdómslandsliðið. Tey, ið hava klára kravið eru Helgi Geyti í spjótkast (D-17), Trygvi Laksáfoss í hæddarlop (D-16) og Marita K. Peteresen í spjótkast (G12). Øll trý skulu kappast allar dagarnar.

Fyrsti føroyingur í eldin var Helgi. Hann skuldi, saman við 27 øðrum royna seg í spjótkasti. Upphitingin fyrigekk á øki uttanfyri stadion. Tó var ikki loyvt at kasta spjót har, so eftir at hava gjørt generella upphiting kastaði hann eitt sindur við einum ½ stonie (bleyt kúla). Á stadion var lang køð at sleppa at hita upp, men Helgi fekk tó 3-4 kast. Hetta var tó ein fyri Helga rættuliga óvanlig kapping, har tað gekk útvið ½ tími millum hvørt kasti, og hann harafturat skuldi royna seg í hita hann ikki fyrr hevur kappast í. Hann lat seg tó ikki nerva, og legði, eins og planlagt, róliga út við einum kasti uppá goðar 35 m. Í øðrum kasti setti hann meir ferð á og lendi spjótið úti á 42,41 m. So var at satsa alt í trðja kasti, men tá vildi teknikkurin ikki heilt, og tað bleiv tí styttri. Úrslitið 42,41 m er tó næstbesta úrslit hjá Helga, og tí so avgjørt góðkent.

Næstur í eldin var Trygvi. Hetta var tó í eini grein hann ikki hevur kappast áður í ár, og heldur ikki tann greinin hann venur mest. Hann var tó ómetaliga avslappaður, har hann í hetari hettutroyggju hitaði upp í nógva hitanum, og var hann í somu hettutroyggju meðan hann lá og lurtaði eftir tónleiki í longu pausunum millum lopini. Í longdarlop er tað sera týdningarmikið, at atrenningin passar, og har valdi hann einans at royna at renna tvær ferð ígjøgnum uttan at leypa, og so var hann klárur til kappingina. Í fyrstu royndini rakti hann avsetsplankan nærum perfekt og úrslitið var at hann lendi heilt úti á 5,69 m, ið er nógt tað longsta hann nakrantíð hevurl lopið. Harafturat er tað einans 1 cm styttri enn A-kravið til talentbólkin. Í teimum báðum næstu lopunum miseydnaðist atrenningin, men tó lendi hann heilt úti á 5,44 m í seinastu roynd, hóast hann leyp við høgra beini, ið ikki er tað beini hann vanliga leypur við. 5,69 m er nýtt bólkamet.

 

Síðst í eldin var Marita, ið skuldi royna seg í kúlustoyti. Marita hevur roynt seg í kúlustoyt áður í ár har hon bøtti nógv um sítt met, so tað undan kappingin var heili 7,43 m. Upphitingin var strengari enn hjá dreingjunum, við tað at genturnar fingu at vita, at tær einans sluppu at fáa tvey upphitingarstød, áðrenn kappingin fór í gongd. Upphitingarstødini hjá Maritur sóðu góð út, so tað var spennandi at síggja hana fara í ringin til sína fyrstu roynd. Royndin eydnaðist væl, og kúlan lendi úti á 7,82 m, enn ein munandi betran av enn einum persónligum metið. Næsta royndin var ikki líka væleydna, meðan síðsta royndin eisini var langt omanfyri gamla persónliga metið. Tó var tað fyrsta royndin sum var tann longsta, og er hon nýtt bólkamet.

Afturat góður úrslitunum hjá Hvirluni fekk Elsa Berg persónligt met á 800 m og Bjørk Herup Olsen setti Føroyskt met á 3000 m teininum. So tað var lætt at skilja at hýrurin var góður tá folk komu aftur á hotellið. Hann var faktisk so mikið góður at fleiri av dreingjunum valdu at leypa útav bryggjuni, og tað sá út til at teir stuttleikaðu sær óført í kalda vatninum.

Í morgin skal Marita royna seg í spjótkasti, Trygvi á 100 m og í hæddarlop og Helgi í kúlustoyti.

Fleiri myndir koma í myndasavni.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *