Gleðilig jól frá Hvirluni

Seinasta venjing áðrenn jól var skipað sum felagsvenjing og sum vanligt var hendan í fimleikahøllini í Studentaskúlanum. Vit høvdu fingið Adrianu Voda at skipa venjingina og við kønari hond eydnaðist henni at skipa eina venjing har øll fingu verið við. Yngsti luttakari var um sjey ára aldur og tey elstu vóru um tjúgu ár, men øll vandu saman og var tað stuttligt at síggja hvussu væl tað ber til at hugna sær saman, sjálvt um aldursmunurin kann tykjast stórur.

Sum altíð endaði venjingin við felagsmynd og aftaná bjóðaði Balslev djús og frukt til øll. Venjingin byrjar aftur tá skúlarnir byrja aftur, men jólaaftan verður kirkjurenning.

Hvirlan vil ynskja øllum gleðilig jól og gott nýggjár

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *