Gevandi venjingarlega í Reykjavík

Trygvi við til Bermuda
28.01.2013
Hvirlan fyrsta heiðursmerkið á FM í Cross
03.02.2013

Gevandi venjingarlega í Reykjavík

Yngru Hvirlurnar fóru heim mánamorgunin, men 13 vóru verandi í Reykjavík fyri at venja. Endamálið var at geva ungu hvirlunum høvi at venja undir takið og harvið optimalt nakrar dagar í vetrarhálvuni, nakað sum ikki letur seg gera í Tórshavn. Henda venjing var avtala í samráð við høvuðsvenjaran í ÍR Thráinn Hafsteinsson. Uppleggi var at ungu hvirlurnar skuldu fáa møguleika fyri at venja saman við ÍR’ingum og undir kønum hondunum hjá venjarunum í ÍR.

Rógvi fekk møguleika fyri at venja saman við Ásdis Hjálmsdóttir, ið luttók fyri Ísland á olympisku leikunum í London, har hon setti verandi íslendska metið á 62,77 m. Venjari var Einar Vilhjálmsson, ið hevur eitt sætta pláss á OL í Los Angeles í 1984 sum sítt besta úrslit. Íslendska metið hjá Einari er 86,80 m. Einar arbeiddi við rútmuni í atrenningini hjá Rógva, og tað var beinan vegin at tað kom meira “flow” í atrenningina. Hetta gjørdi at tað var lættari at føra ferðina og kraftina í spjótið.

Trygvi, ið leyp sær til ein ferðaseðil til Bermuda, vandi hjá Alberto Borges, ið stavar frá Cuba. Alberto venur nakrar av bestu leyparum í Íslandi. Alberto fyrislerdi at Trygvi longdi sína atrenning. Hetta ger at ferðin verður hægri og tí verður lopi longri frá stongini. Harumframt komu góð ráð um, hvussu Trygvi skuldi nýta eyguni í lopinum. Hetta gav eina rútmu, ið tyktist geva nógv eyka. Okkurt venjingarlopið var heilt upp móti tí, sum Trygvi leyp í kappingini, og kanska enn hægri.

Sprintarnir, Tummas Napoleon, Rúni og Birgir vandu fyrst saman við Alberto og síðan hjá Þorvaldur Þórsson. Thorvald átti m.a. rennara, ið nýtti 48,05 sek uppá 400 m. Bæði Thorvald og Alberto høvdu góð ráð at geva sprintarnum, m.a. um start-teknik, armnýtslu og kropsburð í sprintinum.

Helgi og Hallur fingu møguleika at venja hjá Pétur Gudmundsson, ið eigur íslendksa metið í kúlustoyti. Hetta met er 21,26 m. Pétur venur flestu av bestu íslendsku kúlu og diskuskastarum. Pétur rósti fyri góðan teknik, men hevði samstundis fleiri hugskot til, hvussu enn meir kann fáast burturúr. Eitt sum hann serliga nevndi var, at arbeiðast skuldi við styrki (stødd) og har spurdi hann um vit høvdu Skyr i Føroyum. Tá hann fann útav at so var ikki, so fyrislerdi hann at vit antin influttu tað, ella fingu MBM at framleiða nakað líknandi. Tvs ynski er at fáa ein mjólkaúrdrátt við nógvum eggjahvítaevnum og lítið av sukri.

Hini vandu mest saman við Hera, ið var við sum leiðari/venjari. Her var tó útfordringin at Heri royndi at fáa so nógva vitan við heim sum gjørligt, og tí var nógv tíð nýtt at eygleiða, hvussu íslendsku venjarnir arbeiddu og annars tosa við teir um ymisk fyribrygdi, ið er knýtt at venjingini og ítróttini sum heild. Felagsvenjingar vóru tó eisini á skránni. m.a. síðsta morgunin, har hvirlurnar stóðu klárar úti á vøllinum í Laugardalinum kl. 6.00 um morgunin.

Alt var tó ikki bara venjing. Hvirlurnar upplivdu m.a. fallos-museum í Reykjavík, Hørpuna og eina gamla kirkju, sum eitt tíðarskeið var nýtt til venjing hjá ÍR. Tað var í hesum húsinum at Jón Þ. Ólafsson setti íslendskt met í hæddarlopi. Hetta met var sett við einans trý-stigs atrenning, tí pláss var ikki til longri atrenning. Stangarlop var eisini har, men har var tað so, at aftari endin av stongini var stungin út gjøgnum eitt vindeyga fyri at fáa eitt sindur longri atrenning. Eitt gott dømi um, at har viljin er til staðar ber nærum alt til.

Um kvøldið gjørdu ungu hvirlurnar sjálv mat, og har var oksi, hestur og høsnarungi á skránni. Alt smakkaði stak væl. Harafturat kom ein stak valsmakkandi kaka á borið síðsta kvøldið.

Samanumtikið var venjingarlegan stak væleydna. Ikki minst takka verður vælvildina, sum ÍR og íslendingar sum heild vístu Hvirluni. Tað er ongin ivi um at hetta verður endurtikið.

Nú hvirlurnar eru heimafturkomnar er dagliga venjingin farin í gongd. Hetta er við góðum treysti, tí hóast boðini frá venjarnum vóru at hvíla, so ætlaðu fleiri sær á Tórsbreyt at venja í vikuskiftinum. Spenanndi verður at síggja hvussu summari kemur at roynast. Um túrurin í Íslandi er eftirfarandi, so verður tað stak hugaligt í summar.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *