Gevandi venjingarlega á Sandi

Hvirlan góð úrslit í TOP RUN
19.09.2013
So hvirla vit vetrarfrælsar í gongd í viku 40!
27.09.2013

Gevandi venjingarlega á Sandi

Seytjan av ungu (14-19 ár) íðkarunum í Hvirluni vóru heima á Sandi og vandu farna vikuskiftið. Henda venjingarlega er byrjanin uppá venjingina fram móti komandi innandura kappingum í vetur og uttandura kappingunum komandi summar.

Gist var í bygdahúsinum ”Virkið”, har móttøkan var stak positiv. Virkið er eitt gamalt hús, men væleydnað, tí køkurin er væl útgjørdur til at matgerða til bólkar og madrassur eru til tey gistandi. Einasta minus er at einans ein brúsa var til tey átjan, íð vóru í ferðalagnum. Við góðum vilja gongur tó alt.

Hvirlurnar komu til Sands fríggjadag seinnapart, og bara ½ tíma eftir at komi var uppá pláss var fari at venja. Fari var ”sjálvandi” oman á sandin, har ein stutt venjing var fyri at rysta ferðina úr beinunum og fáa fokus á, hví man var á Sandi. Hareftir var fari heim at gera mat, og tá maturin var um at verða klárur, var so aftur farið at venja. Hesaferð vardi venjingin longur og intensiteturin var eitt sindur størri. Runnið var í leysa sandinum á mølheyggjum og gjørt lop-venjing í myrkrinum. Eftir venjing var karry-høsnarungi á skránni. Hóast stóru grýturnar vóru fullar, so vardi ikki leingi áðrenn maturin var uppi. Restina av kvøldinum var hugni á skránni.

Annar dagurin byrjaði við at øll sungu fyri Rúna, ið hevði føðingardag. So var fari beint at venja. Venjingin var m.a. nakrar boðrenningar og so eitt sindur av brekku venjing, í sera leysum sandi. Eftir venjingina var fari heim at fáa morgunmat, fyri síðan at slappa av einar tveir-tríggjar tímar til næstu venjing. Onnur venjingin var í mølheyggjunum, har boðrenningar var fyrsta punkt á skránni. Her vóru Mølheyggjarnir sjálvandi nýttir. Hareftir vóru ymsar lopseriur á skránni. So var fari til eina longri ”breyt”, sum umfataði at leypa upp um høgar forðingar, grulva undir lágar forðingar, renna slalom í heyggjunum, umframt gera ymisk styrkiøvilsir á vegnum. Eftir breytina var fari heim at eta og slappa av.

Triðja venjingin leygardagin fór fram í báthylinum, har ymsar venjingar við vektarbóltum vóru a skránni. Hita var upp við eini kast-seriu. So var farið at venja styrki har eitt hoppiband skuldi vindast so skjótt sum gjørligt av einum íðkara, meða ein annar skuldi halda hin endan so stillan sum gjørligt. Báðir skuldu samstundis halda einum vektarbólti í strektum armi ímeðan. Hetta vísti seg at verða sera krevjandi. Tey, ið ikki hildu í hoppibandinum, gjørdu plankan meðan tey bíðaðu eftir sínum túri. Enda var við ”twistgongu”, har bæði styrki, úthaldinheit og vilji var testaður til tað ýtarsta. Øll kláraðu testina flott. Nátturin var Lasagnetta og tá hon var farin í ovnin, fóru hvirlurnar út at renna ein róligan túr fyri at loysa upp í kroppinum eftir hørðu venjignarnar fyrr uppá dagin. Dagurin endaði við góðum mati og so ymsum lekrum aftur við enn einum sangi fyri Rúna.

Triðja dagin vóru beinini sera tung, og tí var avgjørt at sova leingi, tvs íðkarar blivu ikki vakti fyrr enn kl 8.30. Eftir morgunmat var fari í ítróttarhøllina at venja. Her vóru boðrenningar, skipa sum breytir, lop-koordinatión, bul-styrki, og reaktións startir á skránni. Hetta var síðsta venjing hetta vikuskiftið.

Samanumtikið var tað ein sera gevandi venjingarlega, har íðkararnir fingu víst at tey eru klár at fara í gongd við ein langan vetur við harðari venjing. Teirra hugburður vísur at tey er klár at lyfta seg upp á eitt enn hægri støði, enn tey hava víst í summar.

Fleiri myndir eru í myndasavninum. Harumframt er filmur á veg um venjingarleguna.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *