Gekk gott til FMU

Summarfrælsar halda á :-)
05.08.2009
Vinafelag vann íslendska liðmeistaraheitið
12.08.2009

Gekk gott til FMU

Í fjør vunnu tey ungu í hvirluni sær 2 silvurvermkið og eitt broncumerkið í kappingini um føroyska meistaraheitið fyri ung, og bleiv felagið sostatt nummar seks og aftast í samlaðu kappingini. Í ár var talið 18 gull, 16 silvur og 15 broncumerkið og blivu harvið næstbesta felag samanlagt. Hóast tveir aldursbólkar og ein grein er komin afturat, so kunna vit staðfesta at okkara ungu íðkarar hava tikið seg ómetaliga nógv fram hetta árið. Á myndini eru nøkur av teimum sum luttóku leygardagin.

Limir í Hvirluni settu eisini sjey bólkamet í kastigreinunum og høvdu tvey úrslit, ið eru betur enn verðandi bólkamet í longdarlop. Hesi seinnu kunna tó ikki góðkennast sum bólkamet vegna vantandi vindmáting.

Tað vóru nógv góð met og tí verða tey einstøku ikki nevnd, men niðanfyri er eitt yvirlit yvir flotta avrikið hjá limunum í Hvirluni. Tó er ringt ikki at viðmerkja at Bárður (D14-15) gjørdist nummar tvey eftir Rúna Seloy á 100 m og í longdarlop hóast hann ávikavist rann og leyp á leistum.

Íðkari bólkur sprint langsprint miðteinur longdarlop bólt/spjót kúlustoyt
Bjørk Brimnes ’00 G8-9 12,17 (5)     2,52 (3) 16,11 (3) 3,84 (2) 
Guðrið K. Petersen ’00 12,20 (6)     2,56 (1) 14,96 (4) 4,03 (1)
Røskva Tórhaldsdóttir ’01         12,35 (7)  
Helena Svabo Ziska ’01 13,06 (9)     2,37 (4)    
Elias Thorsteinsson ’01 D8-9 12,13 (4)   2.37,26 (3) 2,31 (4) 11,01 (4) 2,86 (4)
Marita K. Petersen ’98 G10-11 10,25 (2)     3,21 (1)# 25,56 (1)* 6,28 (1)*
Emilia Larsen ’98       3,12 (2) 20,76 (3) 6,12 (2)
Ólavur Weihe Joensen ’98 D10-11 9,92 (1) 52,96 (2) 2.06,04 (2) 3,41 (1) # 29,13 (3) 6,20 (2)
Bárður Elinarson Hansen ’99 12,77 (6)     2,34 (6) 18.09 (6) 4,20 (5)
Tóri Nielsen ’97 D12-13        3,13 (5) 22,23 (1)*  7,27 (1)
Rannvá Carlsson ’95 G14-15        3,74 (1) 24,24 (1)* 6,61 (1)
Anna Brimnes ’95 –        3,70 (3)  19,20 (2)  5,61 (4)
Anna Sofia Hjalt Mohr ’95 15,34 (1) 49,17 (1)   3,72 (2)  16,50 (3)  6,23 (3)
Bára Hansen ’95       3,36 (4) 12,09 (4)  6,51 (2)
Hanus Bergsson ’95 D14-15         30,18 (1)*  7,48 (6)
Steinolvur Geyti ’94 –        3,99 (5)  29,19 (3)  8,25 (4)
Bjarni K. Petersen ’94 –  13,77 (5)     4,58 (3) 19,26 (8)  7,89 (5)
Bárður Skorðheim Guttesen ’94 –  13,22 (2) 45,36 (4) 2.38,30 (3) 4,59 (2)    8,95 (2)
Tummas Napoleon Arge ’95 14,07 (6)     3,61 (7)    
Helgi Geyti ’93 D16-17  15,00 (3)     4,85 (2) 38,49 (1)* 10,26 (1)*
Ólavur Egholm ’92  –  14,16 (2) 66,89 (2) 2.35,30 (1) 4,00 (3) 21,02 (2)  7,28 (3)

Fyrra talið í talvuni er úrslitið (sprint: sekund, miðteinur: minuttur.sek, longarlop/bóltkast/spjótkast/kúlustoyt: metrar), meðan seinna talið er endalig placering. Fulfíggja úrslit og útgreinan av teinum sum ymsu bólkarnir hava runnið og reiðskapinum teir hava kasta við síggjast á www.athletics.fo. * = bólkamet, #  = betur enn verðandi bólkamet men ongin vindmáting. Bólkamet eru ikki registrera á www.athletics.fo fyri 8-9 ára gomul.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *