Fyrstu úrslit hjá Hvirluni

Frælsafelagið eitur Hvirlan
16.03.2008
Hvirluvindar og summarfrælsar
12.04.2008

Fyrstu úrslit hjá Hvirluni

Í kastikapping við Eysturskúlan í Tórshavn fekk Hvirlan síni fyrstu úrslit, og ikki kann sigast annað enn at byrjanin er góð.

Tann sum var nærmast við at seta føroyskt met var Randi Kúrberg, tá hon í kastaði 4 kg tunga hamaran út á 36.95 m. Tað er einans 47 cm frá føroyska metinum hon setti seinasta summar í Lyngby. Hennara næstbesta kast var einans 3 cm styttri. Í spjótkast kastaði randi spjótið út á 33.11 m. Randi var sjálv ikki heilt nøgd við síni úrslit, og tað lovar gott fyri komandi kappingar.

Randi

Randi kastar spjót

Rógvi hevur ein lítlan skaða í arminum, og tí luttók hann ikki í spjótkast, men valdi í staðin at luttakað í hinum kastunum. Úrslitini vóru javnt góð.

Ymiskar umstøður hava gjørt at Heri ikki hevur fingið vant nakað serligt seinastu tríggjar vikurnar, og tí var tað vantandi at hetta fór at síggjast á hansara úrslitum. Tó megnaði hann at kasta hamaran líka langt sum hann gjørdi seinasta summar á Rhodos. Hetta er tó ikki nakað hann er nøgdur við nú hann í seinastuni hevur verði um 3 m longur úti.

Úrslitini vóru:

Diskuskast
Heri Ziska, Hvirlan, 41.52 m (2 kg)
Rógvi Højgaard, Hvirlan, 26.11 (2 kg)

Hamarkast
Heri Ziska, Hvirlan 43.23 m (7.26 kg)
Rógvi Højgaard, Hvirlan, 24.86 m (7.26 kg)
Randi Kúrberg, Hvirlan, 36.95 m (4 kg)

Spjótkast
Randi Kúrberg, Hvirlan, 33.14 m (600 g)

Kúlustoyt
Rógvi Højgaard, Hvirlan, 8.98 m (7.26 kg)
Randi Kúrberg, Hvirlan, 8.52 m (4 kg)

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *