Fyrstu hvirluvindar í kapping

Hvirlan skipar fyri kastikapping, sunnudagin 1. juni
29.05.2008
Hvirluvindar og regndropar 5 min. yvir 6
29.05.2008

Fyrstu hvirluvindar í kapping

Týskvøldið 27. mei kappaðust Mattias Kjær og Marita K. Petersen fyri Hvirluna í stórkapping, sum FÍF skipaði fyri á Svangaskarði. Stórkappingin er skipað soleiðis, at hon er í trimum umførum, og luttakari samlar saman stig, hvørja ferð hann er við. Kravið er, at mann skal vera við í minst tveimum av trimum kappingum, og tann við mest stigum íalt gerst vinnari.

Veðrið var gott, og børn úr Havn, Klaksvík og Vágum vóru við – eini 30-40 í tali mundu vera. Kappast varð í fýra greinum: 60 m, 600m, longdarlopi og kúluvarpi.

Marita og Mattias royndu alt á fyrsta sinni, tí vit hava ongantíð enn verið á nøkrum reiðiligum leikvøllum og vant. Mattias segði, at sær dámdi best kúlu og longd, meðan Marita helt, alt vera stuttligt. Tað týdningarmesta er tó, at ein hevur eina góða uppliving, og um ein so eisini klárar at betra seg til næstu ferð, so er tað jú heilt flott. Næsta kapping verður á Svangaskarði 18. juni, og vóna vit í Hvirluni, at onkur aftur tá er og vísir flaggið vegna felagið. Tað hevur týdning fyri okkum øll 🙂

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *