Fyrsti dagurin: ferðing, stangarlop, spjótkast og sprint

Hvirluvindalegan 12.-13. mars – kunning
02.03.2011
Annar dagurin í Vaxjø: sprint, hædd, stong, trýstøkk, spjótkast og shopping
05.03.2011

Fyrsti dagurin: ferðing, stangarlop, spjótkast og sprint

Hvirlurnar møttust longu kl. 5.50 fyri at verða klárar til bussin, ið fór at farðstøðini kl. 06.00. Práti gekk tó so lystiliga, so lítið er at ivast í at forvantningarnir til túrin vóru so mikið stórir at møðin ikki hevði nakra ávirkan.

Hetta er ein annaðleiðis túrur, tí at Hvirlurnar skulu búgva heima hjá íðkarum í IFK Vaxjø. Tí var tað spenningur um hvussu hetta fór at spæla av. Heldigvís er Facebook upfunnið, og hevur tað verði nýtt til at læra hvønn annan at kenna áðrenn túrin. Tað er Ingela Nilsson, ið fleiri av Hvirlunum kenna frá stak góðu hæddarlopsvenjingini á Tórsbreyt síðsta summar, sum hevur lagt bæði venjing og gisting til rættis í Vaxjø.

Túrurin úr Vágum til Kastrup var góður, og har var tíð til ein bita áðrenn farið var í tokið til Vaxjø. Toktúrurin tók hálvan triðja tíma, har eitt skifti var stutt áðrenn Vaxjo. Í Vaxjø stóð Ingela Nilsson, saman við umboðum fyri familjurnar har Hvirlurnar skuldu búgva, og tók ímóti Hvirlunum.

Av tokstøðini var farið beinleiðis til Tipshallen, har venjingin kemur at verða komandi dagarnar. Fyrst var ein biti at fáa, og so var farið í gongd við venjingina. Nøkur fóru at kasta spjót við góðari vegleiðing frá svenska landsliðsvenjarnum Jónas Mellblom og Annu Wesman, ið, við at kasta omanfyri  56 m, er ein av bestu spjótkastarum í Svøríki. Eftir upphiting var fari at kasta vektarbóltar uppá ymsar mátar. So komu spjótini fram, og hóast smílini høvdu verði eyðsýnd áður, so blivu tey tað enn meir nú. Har var kasta standandi, við trý-stigsrenningarlopið, 8-stigs renningarlopið og so var fult renningarlop vant. Jónas helt at Hvirlurnar vóru væl fyri, men kundi vísa á onkur ting hjá øllum sum arbeiðast skuldi við.

Hini vandu samstundis stangarlop saman við Frederik, ið er venjari í IFK Vaxjø og í fræls-ítróttar studentarskúlanum í Vaxjø. Byrja var heilt frá grundini, tí at ongin hevði roynt hesa grein áður. Skjótt gekk tó framá, og eftir einans góðan hálvan tíma lupu hvirlurnar stangarlop, og her vóru smílini eisini breið. Kanska serliga hjá Øssuri, sum tyktist hava funnið enn eina grein sum hann dugdi væl. Hann endaði dagin við at leypa 3.00 m, sum má metast at verða ein sera góð byrjan uppá hesa grein.

Venjingin endaði við at øll runnu 3×200 m innandura. Tað, sum er óvanligt við hesum 200 m, er at tað einans er ½ umgangur, ið mun til vanligar innandura hallir, har ein heilur umgangur er 200 m.

Eftir venjing var farið heim til ymsu familjurnar, har gistast skuldi, at fáa ein bita áðrenn tið var at fara í song. Spennandi er at síggja hvussu dagurin í morgin ferð at ganga.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *