Fyrsti dagur á FM gjørdist hvirlu-reyður

Filmur av Jatnatøk Youth 2011
03.08.2011
Hvirlan vann flest heiðursmerkir á FM 2011
08.08.2011

Fyrsti dagur á FM gjørdist hvirlu-reyður

Hóast dagurin var rættuliga vátur, so dempaði tað ikki ambitiónirnar hjá Hvirlunum, sum høvdu melda til stóra-FM (føroyameistara heiti fyri vaksin á stadion). Hvirlan var væl umboðað í nógvum kappingum. Undantakið var renning á miðteini og sprint umframt longdarlop hjá kvinnum, og mið- og langteina renning hjá monnum.

Fyrsta kapping, sum bleiv avgjørd, var 400 m hæk. Hetta var fyrstu ferð, at henda kapping var á Tórsbreyt, og ikki minni enn tvær Hvirlur, høvdu avgjørt at royna seg. Tó við tí fyrivarni at høvuðs kapping hjá hesum íðkarnum komu seinni, og tí var ikki so nógv orka løgd í hesa grein. Trygvi Laksáfoss, ið hevði flottasta hæk-passagu tekknikkin, gjørdist nummar tvey við tíðini 67,15 sek. Tað er nýtt Hvirlu-met. Tróndur Arge kom á mál við tíðini 81,18 sek, og fekk broncumerkið fyri tað.

400 m hæk

Samstundis, sum 400 m hæk kappingin fór fram á rennibreytini, fór kappingin í diskuskast fyri bæði kvinnur og menn í gongd innanvert rennibreytina. Har vóru einans Hvirlur, ið vildu royna seg. Hjá  kvinnunum legði Sólja Fríða Jóanisdóttir seg á odda í fyrsta umfarið, og hon økti um leiðsluna í fimta og sætta umfarið. Hon endaði við at vinna við 20,27 m, frammanfyri Bjørk Reynagarð Svabo, ið við 16,86 m, var eitt vet frammanfyri Randi Kúrberg, ið kastaði 1 kg tunga diskin 16,17 m.

Hjá monnunum vóru tað eisini tríggjir luttakarar, allir út Hvirluni. Heri Ziska vann hesa kappingina trygt, meðan Tróndur Arge, ið kom beint frá 400 m hæk finaluni, legði hart út við persónligum metið í sinum fyrsta kasti (triðja umfarð). Steinolvur Geyti, royndi sítt besta, men kastini endaðu uttanfyri kastirætningin og blivu tí ikki máld. Ikki fyrr enn í síðsta umfarið bar til, og tá kasti bleiv mált til 18,53 m (persónligt met við 3 m við 2 kg diskinum), visti Tróndur at silvur var heima við hansara 22,73 m kasti í fimta umfarið.

Næsta rennikapping har Hvirlan var umboðað var 400 m hjá monnum. Har stóð Kristian Martin Garðalíð á startlinjuni. Starturin var ikki optimalur, men hann rann seg væl upp á miðum teini, men dragnaði eitt sindur móti endanum. Hann kom tó á mál við tíðini 64,51 sek, ið er uml 2 sek frá hansara persónliga meti. Hetta gav eitt flott broncumerkið.

Stutt eftir 400 m kappingina fór 5000 m hjá kvinnum í gongd. Har vóru tríggjir luttakarar, men kanska eitt sindur yvirraskandi so umboðaðu allar Hvirluna, við forkvinnuni Rigmor N. Arge á odda. Hinar vóru Birna Mohr Joensen og Birna Abrahamsen. Tað sást skjótt at hetta ætlaði Rigmor sær at vinna og økti hon avstandin millum seg og hinar báðar allan teinin. Hinar báðar fylgdust leingi, men so byrjaði Birna M. Joensen at trekkja frá Birnu Abrahamsen. Hesum megnaði Birna Abrahamsen ikki at svara aftur uppá, og endaði tað tí við at Rigmor vann við tíðini 20 min 51,33 sek, frammanfyri Birnu M. Joensen (23 min 28,23 sek) og Birnu Abrahamsen (23 min 51,40 sek). Tíðin hjá Rigmor er nýtt felagsmet.

Longdarlop hjá monnum var fari í gongd samstundis sum kappast var á 5000 m hjá kvinnum. Hóast besti leyparin her heima (Øssur Debes Eiriksfoss) ikki fekk luttikið, so var var Hvirlan væl umboða, tí ikki færri enn fimm av teimum sjey luttakarnum vóru í reyðum. Trygvi, ið hevur lopi langt tá atrenningin hevur siti, byrjaði við at gera yvirtrakk, meðan Bjarni K. Petersen hinvegin legði trygt út við at leypa einans 6 cm frá sínum persónliga metið. Trygvi svarði tó aftur í øðrum umfarið, tá hann leyp 5,66 m, og legði seg á odda. Í triðja umfarið bøtti Bjarni um sítt persónliga met við 10 cm til 5,59 m og var nú einans 7 cm frá gullinum. Nærri kom Bjarni tó ikki, og tí fór Trygvi við gullinum frammanfyri Bjarna. Dysturin um broncuna var eisini spennandi tí í triðja umfarið bøtti Kristian Martin um sítt persónliga met við 31 cm til 4,89 m. Í síðsta leyp hann aftur langt, men tó 3 cm styttri. Kristian Martin vann sær soleiðis eitt flott broncumerkið.

Næsta grein innanvert rennibreytina var hamarkast hjá bæði monnum og kvinnum. Hjá kvinnunum vóru luttakarnir teir somu sum í diskus, tó var tað ikki nógvur spenningur um gulli hesaferð tí at Randi vísti at hon, hóast hon ikki venur hamar longur, ikki er løtt at takað. Honn kastaði 4 kg tunga hamaran 33,62 m. Dysturin millum Sólju og Bjørk var tættari, men tó endaði Sólja frammanfyri við 20,03 m, ið er persónligt met. Longsta kast hjá Bjørk var 16,02 m.

Hjá monnunum vann Heri ein tryggan sigur við 42,72 m, og valdi at steðga eftir trý umførð. Uni Højgaard, ið áður hevur vant hamar, vann sær eitt trygt silvurmerkið við 26,55 m. Tá Trygvi valdi at steðga eftir trý umførð fyri at fyrireika seg til 100 m finaluna, kom dysturin um broncumerki at standa millum Bjarna og Trónd. Í fjóra umfarið kastaði Bjarni 7,26 kg tunga hamaran út á 19,35 m, og hóast Tróndur royndi, so bleiv hansara longsta kast mált til 17,14 m. Báðir fingu teir tó, eins og Trygvi, persónligt met við heim.

Síðsta einstaklinga grein á degnum var 100 m hjá monnum, og har stóðu Trygvi, Bjarni og Tummas Napoleon Arge á startinum. Tað var tiðuligt at 400 m hæk, longdarlop og hamarkast høvdu ávirka Trygva, men hann var tó væl við í byrjani. Beint undir liðini á honum lá Bjarni, kanska eitt sindur óvanta tí tað er meri enn eitt sekund á muni millum persónligum metini hjá teimum. Bjarni dragnaði tó móti endanum, og á linjuni fór enntá ein triðji maður framvið honum, so úrsliti gjørdist at Trygvi vann sær silvurmerkið, meðan Bjarni gjørdist nummar fýra. Bjarni bøtti tó um sítt persónliga met við 31/100 hóast regn og ein mótvind uppá 1,3 m/s. Tummas Napolen hevði fingið ein vánaligan blokk og fekk tí ein stak ringan start, ið annars er ein av hansara styrkjum. Hann endaði tó við at koma á mál við tíðini 12,86 sek, ið er ein tangering av hansara persónlig metið. Flott undir slíkum umstøðum.

Síðsta grein á degnum var 4×100 m hjá monnum. Her stillaði Hvirlan við einum sterkt skerdum liðið, tí at næst- og triðskjótasti maður í 2011 vóru ikki tøkir. Hetta tyktist tó ikki nerva, tí Tummas Napoleon fekk ein stak góðan start og misti rættuliga lítið í mun til nýkosna føroyameistaran á 100 m. Skifti var ikki optimalt, men depechin kom tó víðari til Bjarna, ið rann ein solidan annan túr, so var skift til Steinolv, ið helt status inntil skift var til Trygva. Trygvi var góðar 10 m aftanfyri tá hann fekk depechina, men ferðin var øgilig tí tá hann nærkaðist málinum var hann einans 2 m aftanfyri. Nærri kom hann tó ikki. Flott runnið av unglingunum, ið allir luttaka í bólkinum D16-17 til komandi FM fyri ung.

Tað bleiv sostatt til 6 gull, 9 silvur og 8 broncu fyrra dagin á FM. Hetta rakk til eitt fyrsta pláss á samlaða yvirlitinum.

Øll úrslitini síggjast her, og myndir eru at finna í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *