Fyrsta umfarð av Grand Prix á breyt eydnaðist væl – UPPDATERA

Føroya Bjór Mannfólkarenning á summarmála
15.04.2018
Kastaragenturnar í kanónform á Tórsbreyt
01.06.2018

Fyrsta umfarð av Grand Prix á breyt eydnaðist væl – UPPDATERA

Fyrsta umfar av grand prix var á Tórsbreyt leygardagin 19. mai. Eins og vanligt vóru nógvar hvirlur á startlistunum, bæði hvirlur, ið hava roynt seg í nógvum kappingum, og onkur sum royndi seg á fyrsta sinnið. Felags fyri allar var íðni at kempa, og samanumtikið vóru úrslitini sera góð. Í sprint bøttu øll um síni met, og serliga merkisvert er at síggja, hvussu nógv skjótari tey eldru eru blivin í vetur. Í lop og kast var meir ójavnt við úrslitum, men nøkur merkisverd úrslit vóru eisini í teknisku greinunum.

Børn yngri upp til 7 ár

Børn, ið við árslok eru 7 ár ella yngri, fáa høvi at royna seg í eini kappingargrein í hvørjum umfarið. Hesaferð var 40 m á skránni. Ró Apolonia Hansdóttir var klár, og við einum stórum smílið fór hon avstað, har var tó megi í fetunum, tí hon rann teir 40 metrarnar uppá 9,11 sek.

Gentur 8-9

Sigrið Hansdóttir var einasta Hvirla millum yngstu genturnar, hon var tó øðiligt, tí hon bøtti munandi um síni persónligu met í øllum greinunum.

Sigrið byrjaði dagin á 40 m teininum, her var hon kvik avstað, tá harða skotið brast, og skjót var hon upp í fullari ferð. Hesa ferð helt hon so allan vegin, og endaði tískil við at renna teinin uppá 7,32 sek.

Í Bóltkasti byrjaði hon við at kasta 150 g tunga bóltin út á 27,20 m. Næstu tvær royndirnar vóru eisini góðar, men longri kom hon ikki. Hetta var tó smáðar 15 metrar longri enn hennara gamla persónliga met, og 8 metrar longri enn verðandi bólkamet. Sigrið royndi seg eisini í longdarlopi. Her legði hon út við at ogna sær persónligt met í fyrsta lopið hóast hon noyddist at leypa móti vindinum. Lopið gjørdist 2,93 m. Næstu tvey lopini vóru eitt vet styttri, so endaliga úrslitið gjørdist 2,93 m.

Sigrið endaði dagin við at renna 600 m, sum er hálvur annar umgangur á Tórsbreyt. Sigrið legði hart út, og onkur helt at hasa ferðina megnar hon ikki at halda, men so var ikki, tí Sigrið megnaði at halda góða ferð allan vegin á mál, har tíðin segði 2 min 11,57 sek, sum er seks sekundir skjótari enn bólkametið.

Dreingir 8-9

Í Bóltkast bøtti Rói long í fyrsta umfarið um sítt besta við at kasta 15,15 m, sum er tveir metrar longri enn hann hevur kasta áður. Rói royndi seg eisini í longdarlop. Her legði hann hart út við at leypa 2,03 m, sum er persónligt met. Tey næstu vóru eitt vet styttri, longdin frá fyrsta umfarið bleiv endaliga úrslitið hjá honum.

Gentur 10-11

Elena Ellindsdóttir Olsen og Beinta Debes vóru til dystin fús.

Elena byrjaði dagin á 100 m teininum. Hetta var hennara fyrsta roynd á hesum teininum, men tað sást ikki aftur, tí hon rann væl og kom á mál við tíðini 18,23 sek.

Hetta var fyrstu ferð at Elena royndi seg í bóltkast, meðan Beinta hevði roynt nakrar ferðir áður. Elena legði út við at kasta 8,50 m, í øðrum bøtti hon so til 9, 72 m, sum gjørdist hennara longsta hesaferð. Beinta byrjaði við at kasta 18,88 m, sum er tríggjar metrar omanfyri hennara persónliga met. Hon økti við enn einum metri í øðrum til 19,87 m, sum gjørdist hennara longsta hesaferð.

So var hæddarlop á skránni. Her vóru báðar við. Fyri Beintu var tað síðsta kapping, meðan Elena enn á einn 600 m til góðar. Elena hevði ikki roynt hetta áður, men hevði nakrar góðar royndir, so har er ongin ivi um at við venjing skal tað nokk fara at síggja gott út. Fyri Beintu gjørdist tað ein sera spennandi kapping har fleiri gentur skiftust um at ríva niður og klára hæddirnar. Beinta var drúgv, og endaði við at koma uppum 1,10 m í fyrstu royndini. Tá yvirliggjarin fór upp á 1,13 m bar ikki til longur, men eitt flott persónligt met.

Elena royndi seg á fyrsta sinnið á miðteini. Tað var tó ikki til at síggja, tí hon hevði eina javna ferð allan vegin, nakað sum er sjálvsamt at síggja hjá so ungum íðkarum. Tíðin hjá henni gjørdist 2 min 32,44 sek, sum er ein flott debut á teininum.

Dreingir 10-11

Jens Brandur Winthereig var sum altíð til dystin fús. Hann byrjaði dagin við at renna 100 m, sum hjá 10-11 ára gomlum dreingjum er at roknað sum ein langur sprint teinur. Hetta var fyrstu ferð hann royndi seg á hesum teininum, og gjørdist tíðin so góð sum 18,94 sek.

Jens Brandur royndi seg eisini í bóltkasti. Her byrjaði hann varliga, men bøtti siðan næstu tvey umførðini, soleiðis at hann kom út á 14,38 m.

Dreingir 12-13

Torkil Nattestad Kass, sum nýliga er byrjaður at venja, debuteraði á Tórsbreyt. Hann royndi seg á 100 m teininum. Enn er hann í gongd við grundvenjing, sum ikki er kappingarfyrireikandi, hann rann tó væl, og kom á mál við tíðini 17,75 sek. Ein avgjørt góðkend debut.

Gentur 14-15 ár

Børka Berg Jørgensen og Elin Niclasen umboðaðu Hvirluna hesaferð. Børka í trýstøkk, 100 m, diskuskast og 1000 m, meðan Elin royndi seg í diskuskast.

Børka er javnt sterk í nógvum greinum, har trýstøkk og hæk kanska hevur givið lutfallsliga bestu úrslit í seinastuni. Enn venur hon tó breitt. Hon byrjaði dagin við trýstøkk, har hon eins og í hinum greinunum var tann einasta sum umboðaði yngra árgangin í bólkinum. Fyrsta greinin var trýstøkk, har hon leyp í vanligum renniskóm. Her skifti hon nýliga bein, og tí var spennandi at vita hvussu tað fór at rigga í kapping. Tað sást at hon enn ikki fær lækki heilt at rigga, men hóast hetta legði hon út við at leypa heilar 9,20 m, í triðja umfarið økti hon við einum centimetri, soleiðis at hennara longsta gjørdist 9,21 m. So var 100 m á skránni. Her vísti hon at ferðin er við at koma, tí hóast hon var í so anspent, so megnaði hon at renna teinin uppá 14,64 sek og skar harvið heili 0,45 sek av sínum persónliga metið.

Børka endaði dagin við at renna 1000 m. Hetta er ikki ein grein hon venur fram ímóti, men Børka er stinn, og tað vísti hon. Hon rann við vaksnu kvinnunum. Hon legði hart út, men valdi so at seta ferðina niður fyri ikki at missa ov nógv móti endanum. Hesa ferðina helt hon, og á málinum segði klokkan 3 min 35,11 sek, sum er góð átta sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður.

Báðar royndu seg við 750 g tunga diskinum. Hennara fyrsta grein er spjótkast, og tí var valt at justera teknikkin, so hann lá so tætt upp at spjót sum gjørligt. Hetta tyktist rigga stak væl, tí longu í fyrsta kasti kom hon heilt út á 22,08 m. Næstu trý kastini sótu ikki eins væl, og tí gjørdist 22,08 tað longsta hesaferð. Børka kom út á 15,48 m.

Dreingir 14-15 ár

Miso Buha, sum hevur trýstøkk sum sína bestu grein, skifti í vetur til Hvirluna, har hann kom at venja saman við Tórur Mortensen. Kropsliga grundvenjingin Miso tók við sær er góð, og tí hevur primera fokus verði at broytt tilgongdina til trýstøkk og økja um topferðina í sprint.

Fyrsta greinin hjá Miso var 100 m, har arbeitt hevur verði við at fáa top ferðina upp. Enn er hann ov anspentur, men ferðin er bøtt munandi. Hesaferð miseydnaðist starturin, men Miso kempaði væl, og rann seg fram á trygt fyrstapláss. Tíðin á málinum segði 12,31 sek, sum er heili 0,24 sek skjótari enn hansara persónliga met.

So var trýstøkk á skránni. Her hevur venjigin snúð seg um at broyta tilgongd til lopini, frá at snúgva seg um at fáa kraft í hvørt einstakt avsett, til at fáa ferðina við sær úr hvørjum avsetti. Hetta hevur eydnast stak væl, har hann til venjing hevur nærkast 13 m. Arbeitt hevur tó ikki verði við atrenningini, og tað vísti seg at verða ein feilur, tí atrenningin sat ikki. Miso leyp væl, men tíðanverri bleiv tað til yvirtrakk í øllum lopunum. Fram til næstu kappingarnar verður fokus tí at stabilisera atrenning.

Gentur 16-17

Helena Svabo Ziska og Sunniva Bogadóttir royndu seg við eitt kilo tunga diskinum. Hetta er sergrein hjá Helenu, sum hevur arbeitt við tí tekniska, har nógv er justerað. Hetta hevur í løtuni tað ávirkan, at fulla kasti ikki riggar heilt. Sunniva hevur spjót sum fyrstu grein, men hon er javnt sterk í øllum køstum, so vantandi fór hetta at verða spennandi, og so var.

Kappingin byrjaði áðrenn tíð, og gjørdi tað at Helena bara fekk eitt royndarkast. Hetta gjørdi at byrjanin ikki bleiv tað hon skuldi. Fyrsta kasti miseydnaðist heilt, men Helena fekk tó ferð á diskin so við og við, og serliga hugaligt var at hon kom longri út við fullari atrenning enn hon hevur megnað til venjing í seinastuni. Undan síðsta umfarið var hon komin út á 24,15 m. Tá fór Sunniva framvið við einum kasti uppá 24,76 m. Í síðsta kastinum fekk Helena betur træk í diskin, men hon yvirsnaraði eitt vet í byrjani, og tí fór diskurin út í høgru síðu av rætninginum. Tíðanverri var hann sunnan, og tí endaði diskurin nakrar fáar centimetrar uttanfyri (norðanfyri) strikuna. Um vindurin hevði verði nakað annað enn sunnan,  hevði Helena fari heim við nýggjum bólkametið, men gott at vita at longdirnar eru við at koma.

Gentur 18-19

Her hevði Hvirlan tvey umboð. Guðrið Káradóttir Petersen í hamarkast og Sjøfn Gudmundsdóttir á 100 m.

Guðrið byrjaði árið við at bøta um bólkametið við meir enn tíggju metrum, so hevur venjingin víst at har var meir í vantu. Í fyrsta kastinum sat timing í innganginum ikki heilt tí fór hamarin framum, og miseydnaðist kasti tí. Tað bleiv tó mált til 37,52 m, sum er góðar fýra metrar omanfyri gamla bólkametið. Eftir fyrsta kasti spenti Guðrið upp, og tí sat rútman ikki. Næsta kasti bleiv ikki mált, meðan tað triðja bleiv mált til 37,22 m. Fjórða bleiv heldur ikki mált. Í fimta fekk Guðrið slept spenninginunum, og so kom ferð aftur á hamaran, men tíðanverri fór kasti í netið. Í síðsta kastinum kom aftur ferð á, enn var lápunktið á bananum hjá hamarnum í so langt til høgru, og tí noyddist Guðrið at ofra avlevering fyri at stýra hamaran inn í rætningin. Tað eydnaðist og bleiv kasti mált til 39,10 m, sum bara er lítlan metur frá føroyska metinum hjá Randi Kúrberg. Eisini er kasti langt omanfyri oyggjaleikakravið.

Sjøfn hevur stríðst við skinnabeinsbruna, og tí hevur venjingin snúð seg um at fáa bilbugt við brunan. Hetta gongur rætta vegin, tí hon føldi onki til brunan í kappingini. Brunin hevur tó gjørt at venjingin ikki hevur verði miða móti at hon skal kunna præstera væl í kapping, og tí var tað við spenningi at hon fór í blokkin. Hon var skjót úr blokkinum, og kom væl upp í ferð, har hon lá beint eftir Aldu S. Lamhauge. Hóast nærum onga sprint-special venjing, megnaði Sjøfn at koma á mál við tíðini 14,20 sek, sum er nærum eitt sek skjótari enn hon hevur runnið síðan hon byrjaði aftur eftir steðg í fleiri ár. Tað var hugaligt at síggja Aldu, sum valdi at fara at kappast fyri Bragdið fyri góðu tveimum mánaðum síðan, vísa at ferðin vit funnu í vetur, har hon bøtti um sín besta innandur 200 m við 0,19 sek, er har enn, tí hon bøtti um sítt persónliga met á 100 m við 0,08 sek.

Dreingir 18-19

Dánjal Dahl Ljósheim var tíðanverri einasti luttakari í hesum bólkinum, hetta forðaði honum tó ikki í at vísa, hvussu nógv hann hevur tikið seg fram.

Fyrsta greinin hjá Dánjali var hamarkast, sum hann ongantíð hevur vant. Hetta var fyrst royndin við 6,0 kg hamarnum. Hann royndi seg við at snara, men bestu kastini komu har hann bara svingaði hamaran runt, og kastaði hann afturum seg. Tað longsta kasti gjørdist 18,32 m.

Eftir hamarkast royndi hann seg á 100 m. Hansara sergrein er 800 m, men fyri at kunna renna skjótt á 800 m krevst ein høg topferð, og tí var spennandi at síggja, hvat hann megnaði á 100 m. Dánjal fekk ein góðkendan start, og harfrá vísti hann at sprint-teknikkurin situr væl, og at hann hevur fingið ferðina upp, tí á málinum segði tíðin 12,26 sek, sum er 0,85 sek skjótari enn hansara persónliga met. Ferðin hevur eisini týdning í trýstøkk, har Dánjal royndi seg næst. Her var ætlanin at leypa eitt ella tvey lop fyri ikki at møða beinini áðrenn 1000 m. Hann var eitt sindur varðin um plankan í fyrsta lopið, og tí var ongin ferð við. Hann leyp tó 10,82 m, sum er 20 cm longri enn hansara persónliga met. Hann leyp einaferð afturat, men tað sat ikki, og síðan valdi hann at gevast fyri at fokusera uppá 1000 m.

Síðsta greinin var 1000 m. Nú var vindurin blivin rættuliga nógvur, so tað fór at verða tungt at renna hálvan umgangin móti vindinum, tí var gott at allir dreingirnir og mennirnir runnu samstundis. Dánjal visti at hann vantandi var tann skjótasti, so ætlanin var at seta tempo. Hetta gjørdi hann, men tempo var alt ov lágt í byrjani, tí hann rann fyrstu 400 m uppá 72 sek. So setti hann ferðina upp næstu 200 m, sum hann rann uppá 35 sek. Tá 400 m vóru eftir setti hann verðuliga ferðina upp, og rann síðstu 400 m sjey sek skjótari enn fyrstu 400 m, og kom á mál við yvirskot. Hóast seina útleggi kostaði nógv, so megnaði hann at bøta um sítt persónliga met við 3 sekundum, soleiðist at tað nú er 2 min 52,44 sek.

Kvinnur

Edna Maria Debes er verðuliga komin í gongd við venjing eftir ein steðg, og tað sæst nærum dagamunur á. Enn verður tó mest arbeitt við at fáa rútmur tempo uppá pláss, og tí hevði Edna Maria valt at royna seg í hamarkast og trýstøkk hesaferð.

Edna Maria byrjaði dagin við hamarkast, sum eins og hjá Dánjal ikki er nakað, sum orka verður nýtt til at venja. Edna Maria er tó sterk, og hóast hon valdi at kasta uttan at snara, tvs hon bara svingaði hamaran runt og kastaði hann afturum seg, so kom hon í øðrum umfarið heilt út á 19,54 m.

Í trýstøkk sást at Edna Maria leitaði eftir rútmuni, men hendan bleiv tíðuæliga betri fyri hvørt lop. Hon hevði fýra góðkend lop, og í hesum lopunum leyp hon longri fyri hvørt umfarð. Tað longsta kom í síðsta umfarið, har hon leyp 9,21 m við einum mótvindi uppá 2,2 m/s.

Annað umfar av Grand Prix á breyt verður 9. juni. Tilmelding er her. Tað er týdningarmikið at minnast til at krossa av hvørjar greinar ein ynskir at luttaka í.

Fleiri myndir eru í myndasavinum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *