Fyrsta umfar av grand prix fyri børn og ung

7-800 fólk á Tórsbreyt!
16.05.2009
Venjing og kapping á sama degi
22.05.2009

Fyrsta umfar av grand prix fyri børn og ung

Komandi mikudag verður fyrsta umfar av vælumtóktu kappingini “grand prix fyri børn og ung”. Kappingin er á Tórsbreyt og byrjar kl. 19.30. Kappast verður í bóltkasti/spjótkasti, longdarlopi, 40/60/80/100 m og 600/800 m. Longd á renniteini og  vekt á kastireiðskapi er treytað av aldursbólki.

Tilmelding til kappingina fer fram á heimasíðuni hjá FÍF. Meldast skal til hvørja grein fyri seg, t.v.s. um ein vil luttaka í øllum fýra greinum, so skal meldast til fýra ferðir. Teigurin, sum eitur “vel bólk”, er har, ein finnur greinarnar ymsu aldursbólkarnir kappast í. Tilmeldingarfreist er mánadagin kl. 20.00 (18. mai).

Tey, sum venja í Hvirluni og hava hug at luttaka, skulu so velja “hvirlan”, har tað stendur “vel felag/bygd/bý”. Hvirlan betalir tilmeldingargjaldið fyri tey, sum kappast fyri felagið, og vil royna at skipa so fyri, at ein leiðari hjá felagnum fær øll startnumrini og deilir tey út til limirnar.

Barna- og ungdómsvenjing hjá felagnum er sum vant kl. 17.00-18.00 og 18.00-19.00, men í venjingarupplegginum verður hugsað um, at kapping er seinni, so at tey, sum hava hug at royna seg fáa so góðan møguleika sum gjørligt at gera sítt besta.

Minnist til reyðu hvirlublusurnar, og um ein hevur hvirludrakt, so er tað gott, um tey íðkandi eru í henni (gott hugskot at skriva navn og tlf.nr. í klæðini, tá nógv eiga akkurát líka). Felagið eigur nakrar eyka blusur, sum kunna lánast teimum, sum enn ikki hava fingið hvirlublusu.

Tey, sum ikki hava hug at kappast, eru meir enn vælkomin at hyggja og stuðla liðfeløgunum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *