Fyrsta hæddarlopskapping í nógv ár

Kast, lop og renning leygardagin
31.03.2010
Strævið men gevandi á Svangaskarði
11.04.2010

Fyrsta hæddarlopskapping í nógv ár

Enn einaferð vístu veðurguðarnir seg frá síni bestu síðu, tá Hvirlan bjóðaði til opna kapping á Tórsbreyt. Hesaferð vóru greinarnar kúlustoyt, hæddarlop, 200 m og 800 m. Yngsti luttakari var føddur í 2002, meðan tann elsti var føddur í 1983.

Fyrst á skránni var kúlustoyt. Helena royndi seg á fyrsta sinnið og fekk kúluna út á 2,96 m, meðan Elias bøtti um sítt persónliga met við meir enn einum metri. Til stuttleikar kann sigast um úrslitið hjá Elias, at hann fyri einum ári síðan stoytti 1 kg kúluna 2,29 m. Í dag fór 2 kg kúluan út á 4,38 m. Marita bøtti eisini um sítt met við meir enn einum metri og manglar einans ½ m fyri at náða talentbólkin í kúlustoyt, hóast hon ikki hevur servant kast. Steinolvur, Tróndur og Bjarni skuldu á fyrsta sinnið royna seg við 5 kg kúluni, meðan hini royndu seg við somu kúlu sum í 2009. Hanus og Hallur betraðu báðir síni persónligu met við uml ½ m, meðan Helgi betraði seg við 3/4 m og manglar nú einans 3 cm í at náa 11 m strikuna við 5 kg kúluni. Úrslitið hjá Helga er bólkamet.  Tíðanverri eru bólkametini hjá FÍF ikki uppdatera í seinastuni, men vantandi er úrslitið hjá Maritu (og kanska onnur við) bólkamet.

Úrslitini í kúlustoyt vóru:

bólkur   Íðkari   árg.   felag  reiðskapur   úrslit
D8-9   Elias Thorsteinsson   2001   Hvirlan   2,00 kg   4,38 m
G8-9   Helena S. Ziska   2001   Hvirlan   –   2,96 m
G10-11   Guðrið K. Petersen   2000   Hvirlan   –   4,04 m
G12-13   Marita K. Petersen   1998   Hvirlan   –   7,46 m
  Emilia Larsen   1998   Hvirlan   –   5,61 m
D14-15   Hanus Bergsson   1995   Hvirlan   4,00 kg   8,46 m
  Hallur Simonsen   1995   Hvirlan   –   8,07 m
D16-17   Helgi Geyti   1993   Hvirlan   5,00 kg 10,97 m
  Bjarni K. Petersen   1994   Hvirlan   –   8,82 m
  Tróndur Arge   1994   Hvirlan   –   8.30 m
  Steinolvur Geyti   1994   Hvirlan   –   8,00 m
M   Rógvi Højgaard   1983   Hvirlan   7,26 kg   8,98 m

Næst á skránni var hæddarlop. Hetta var fysta hæddarlopskapping á Tórsbreyt nakrantíð. Tað vóru sjey, sum vildu royna seg í hesi greinini. Hjá gentum 12-13 leyp Marita 110 cm, sum er ein stak góð byrjan hjá henni, og røkkur tað til felagsmet í Hvirluni. Hallur, ið leyp sera væl tekniskst, bøtt metið hann setti á Stórmót ÍR í január, við 13 cm. Trygvi, ið hevði eitt í so varðisligt renningarlop, kom uppum 163 cm. Tað er ein cm omanfyri b-kravið til talentbólkin. Hann hevði tríggjar góðar royndir á 166 cm, ið er a-kravið, men hesaferð vildi yvirliggjarin ikki blíva liggjandi uppi. Rógvi royndi seg á fysta sinnið í hæddarlop, og kom hann eisini uppum 163 cm, men har er nógv eftir at heinta tekniskt. Úrslitini hjá Trygva og Rógva er nýtt felagsmet. Bjarni vísti enn einaferð at lopstyrkin er har, men tekniskt riggaði ikki heilt við passagunum, og tí steðgaði hann á 155 cm, sum tó er 3 cm hægri enn hann leyp í Reykjavík. Helgi royndi seg eisini á fyrsta sinnið í hæddarlop. Hann kom uppum 145 cm, men har er nógv at koma eftir, um hugsa verður um at hann setti av nærum 1 metur ov langt burturi í sínum lopum.

Úrslitini í hæddarlopi vóru:

bólkur íðkari árg. felag úrslit
G12-13 Marita K. Petersen 1998 Hvirlan 110 cm
D14-15 Hallur Simonsen 1995 Hvirlan 145 cm
D16-17 Trygvi Laksáfoss 1994 Hvirlan 163 cm
Bjarni K. Petersen 1994 Hvirlan 155 cm
Helgi Geyti 1993 Hvirlan 145 cm
Tróndur Arge 1994 Hvirlan 130 cm
M Rógvi Højgaard 1983 Hvirlan 163 cm

Triðja grein var 200 m. Har vóru tvey heat. Í fyrsta heatið vóru tað D8-9 og G8-9, tvs Brandur, Elias og Guðrið sum royndu seg. Øll kempaðu væl og komu á mál við góðum úrslitum. Í seinna heatinum vóru tað D16-17 og vaksin. Nú sást at íðkarnir høvdu verði í gongd leingi, tí at beinini vóru tung. Tíðirnar blivu tí ikki so góðar, sum tær annars høvdu kunna blivi.

Úrslitini í fyrra heatinum á 200 m teininum vóru (vindur -0,3 m/s):

bólkur íðkari árg. felag úrslit
D8-9 Brandur Dam Gregoriussen 2002 Hvirlan 43,8 sek
Elias Thorsteinsson 2001 Hvirlan 44,2 sek
G10-11 Guðrið K. Petersen 2001 Hvirlan 49,2 sek

Úrslitini í seinna heatinum á 200 m teininum vóru (vindur -0,5 m/s):

bólkur íðkari árg. felag úrslit
D16-17 Trygvi Laksáfoss 1994 Hvirlan 28,4 sek
Bjarni K. Petersen 1994 Hvirlan 29,0 sek
Helgi Geyti 1993 Hvirlan 30,6 sek
M Rógvi Højgaard 1983 Hvirlan 26,7 sek

Seinsta grein á skránni var 800 m, men har vóru tað einans teir báðir yngstu luttakarnir sum høvdu hug at royna seg.

Úrslitini á 800 m teininum vóru:

bólkur íðkari árg. felag úrslit
D8-9 Elias Thorsteinsson 2001 Hvirlan 3 min 40,9 sek
Brandur Dam Gregoriussen 2002 Hvirlan DNF

Øll úrslitini síggjast her (rætta).

Fleiri myndir eru í myndasavninum. Myndirnar kunna fáast í betri góðsku, um onkur miðil hevur tørv á tí, við at venda sær til hvirlan(at)hvirlan.fo ella ringja til 213775

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *