Fyrst vindur og regn, so heitt kakao og bollar

Kerjarenning – melda til og heinta blusur í Thomas Dam fríggjadagin 21. nov.
19.11.2014
Hvirlukvinnur ordans hál í vetrarkappingini
23.11.2014

Fyrst vindur og regn, so heitt kakao og bollar

Tað tyktist sum um veðurguðarnir høvdu avgjørt at geva luttakarunum á fimtu kerjar-renningini eina serliga avbjóðing. Nógvi vindurin og kalda regni foraði tó ikki luttakarunum og fóru útvið 300 luttakarar avstað tá starturin fór. Áðrenn komi var so langt, segði Katrin Joensen nøkur orð, og ungir hvirlu íðkarar skipaðu fyri felags upphiting.

startur-2

Luttakararnir kundu velja millum at renna 1,5, 5,5 ella 10,5 km. Stytsti teinur var út eftir kappríðingarbreytini, og so var lítil rundingur runnin og síðan heim aftur eftir kappríðingarbreytini. Miðteinurin var runt eftir rossagøtunum, meðan tey, ið høvdu hug at taka longsta teinin, komu langt niðan í Havnardal, áðrenn tey vendu og runnu heim aftur. Lagið var gott, tá tey komu heim aftur, hvørt tað var ein væl yvirstaðin dystur móti veðurguðunum ella lokkandi heitt kaka og bollar, ið gjørdu munin, er ilt at siga.

hjalparar

Ætlanirnar um at nýta telt ella hugnaligu plantasjuna (Kerjar) at servera kakao forbjóðaði seg sjálvar, men tá er gott at hava góðan samstarvspartnara, tí flutt var inn í Kerjalon við kakao og bollum.

Sum heild eydnaðist tiltakið væl, bæði orsakað av góðu stuðlunum: Hotel Føroyar, Intersport, Niels L. Arge og Føroya Bjór, og við góðari hjálp frá nógvu hjálparunum, sum aftur í ár tryggjaðu, at tey praktisku viðurskiftini riggaðu. Vit gleða okkum longu til 2015 og vóna, at nógv fara at seta ein kross í kalendaran.

Fleiri myndir eru í myndasøvnunum her og her.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *