Fyrri dagurin á FMU væleydnaður

Rúni skjótastur á Tórsbreyt
18.08.2013
Hvirlur vístu góðan sprint-form annan dagin á FMU
25.08.2013

Fyrri dagurin á FMU væleydnaður

FMU er daguri har tey kapingin har ungir íðkarar sleppa at royna seg í kapping móti javaldrum. Eins og undanfarin ár, so var kappast í helvtini av greinunum innan frælsu ítróttina.

Gentur 8-9 ár:

Børka Berg Jørgensen og Barbara Hammer Anjudóttir umboðaðu Hvirluna í hesum bólkinum. Tær byrjaðu á 60 m, har tað vóru tveir riðlar. Børka var í fyrra riðlinum. Hon fekk góðan start, og helt hon seg trygg á fyrsta plássi inn á mál. Barbara var í øðrum riðli. Hon rann seg til eitt trygt finalupláss, har hon skal kappast móti m.a. Børku. Tiðirnar hjá Børku (10,51 sek) og hjá Barbaru (10,23 sek) vóru báðar betri enn gomlu persónligu metini.

Næsta kappingin var bóltkast. Her legði Børka seg á odda í fyrsta umfarið vð 18,12 m. Hon økti í øðrum og tá var kappingin reelt avgjørt. Barbara legði seg á annað pláss í øðrum umfarið. Børka kom ikki longur í triðja, men Barbara økti nakað, og sostatt endaðu hvirlurnar báðar sum nummar 1 og 2. Børka kastaði 21,56 m og Barbara 18,76 m. Tað vóru meir enn 8 metrar aftur til triðja pláss. Báðar vóru tær cm frá at bøta um síni persónligu met.

Triðja og síðsta grein hjá teimum báðum var longdarlop. Her byrjaði Børka eins og hon gjørdi í bóltkastinum, við at leggja seg á odda. Í øðrum umfarið legði Barbara seg á anna pláss. Í triðja umfarið, legði ein onnur seg á annað pláss, men hóast Barbara aftur leyp væl, so kom hon ikki longur út. Børka økti í triðja og legði harvið meir avstand aftur til hinar. Tað longsta hjá Børku var 2,90 m meðan tað longsta hjá Barbaru var 2,70 m. Av tí at tað, av onkrari løgnari orsøk, var lopið í mótvindi, so megnaði hvørgin at bøta um síni persónligu met.

Gentur 10-11 ár:

Natasja Anjudóttir og Lý Høgnadóttur umboðaðu hvirluna í hesum bólkinum. Natasja byrjaði við at renna innleiðandi á 60 m. Her var hon í triðja riðlinum. Hon visti tó hvat kravdist fyri at koma í finaluna og ognaði sær eitt fyrstapláss við tíðini 9,64 sek (persónligt met), og harvið eitt pláss í finaluni i morgin.

Onnur greinin var longdarlop. Her lupu tey aftur í mótvindinum, og hevði tað tálmandi ávirkan á úrslitið. Natasja leyp tó sum altíð, væl og var hennara longsta lop mált til 3,17 m.

Natasja fór beinleiðis frá longdarlop til 300 m renning. Her var Natasja í øðrum riðli. Hon legði agressivt út, men helt ferðina á mál, og ognaði sær enn eitt persónligt met. Tíðin hjá henni var 54,60 sek.

Síðsta greinin var bóltkast, har Natasja ognaði sær triðja persónliga metið á degnum. Hon megnaði at koma útum gamla metið í fyrsta umfarið, og í øðrum økti hon enn meir til 30,85 m. Triðja var ikki longri, men tó betur enn gamla persónliga metið. Lý hevur tíðanverri ein skaða at stríðast við, og tí valdi hon at steðga í bóltkastinum.

Dreingir 10-11 ár:

Silas Vang, Mattias N. Isaksen og Pauli Jacobsen royndu seg móti hinum 12-13 ára gomlu dreingjunum. Fyrsta greinin var 60 m, har Silas og Mattias vóru við. Silas var í fyrsta riðli har han ognaði sær eitt persónligt met við 10,50 sek. Mattias var í øðrum riðli, har han rann sær til eitt trygt finalupláss við tíðini 9,60 sek.

So var farið til bóltkast. Har legði Pauli seg á annað pláss í fyrsta umfarið. Hesa placering misti hann tó í øðrum umfarið. Hóast hann økti um í triðja, so endaði hann á triðja plássi. Hansara longsta kast var 43,13 m, ið einans er 2 cm styttri enn hansara persónliga met. Silas bøtt um sítt persónliga metið við næsta 3 metrum til 36,52 m, meðan Mattias eisini bøtti um sítt. Hann bøtti við umleið 2 metrum til 33,11 m.

Silas helt so á til startin á 300 m. Hann var í fyrra riðlinum, og aftur her ognaði hann sær eitt persónligt met. Tiðin hjá honum var 60,08 sek.

Síðsta greinin var longdarlop. Her var tætt millum hvirlurnar báðar, tí Silas leyp 3,24 m, meðan Mattias leyp 3,18 m.

Gentur 12-13 ár:

Bjørk S. Lamhauge, Guðrið K. Petersen, Fía Smith, Kezia Vang og Helena S. Ziska. Tær byrjaðu við 400 g tungu spjótunum. Guðrið kastaði seg til eitt trygt triðapláss við 16,03 m. Bjørk kastaði 14,31 m, meðan Kezia (13,53 m) og Helena (13,09 m) bøttu um síni persónligu met við góðum 2 metrum.

Genturnar fóru síðan til 80 m renningina, har allar fimm vóru við. Í fyrsta riðlinum vóru Bjørk og Fía. Báðar fingu góða byrjan. Hetta var fyrsta kapping í frælsum hjá Fíu, og í hennara roynd at geva  alt, kom hon inn á næstu geil, og valdi tí at steðga. Tá hetta hendi lá hon til eitt trygt finalupláss. Bjørk ognaði sær eitt pláss í finaluni við tíðini 13,39 sek. Í øðrum riðli ognaði Kezia sær eitt persónligt met við tíðini 13,68 sek. Í triðja riðli gjøgnumførdu Guðrið og Helena við tíðunum 13,43 og 14,14 sek. Tíðin hjá Guðrið er betur enn gamla persónliga metið.

Triðja greinin var 300 m renning, har Bjørk og Fía høvdu avgjørt at royna seg. Fía var í fyrra riðlinum. Hon legði í so hart út, og mist tí nakað av tíð móti endanum. Hon kom á mál við tíðini 56,24 sek. Bjørk var í øðrum riðli. Her kempaði hon seg á mál við einari tíð uppá 51,01 sek. Hetta rakk til eitt samlað triðjapláss.

So var hæddarlop á skránni, har Guðrið og Fía royndu seg. Guðrið tangeraði sítt persónliga met við 1,05 m. Fía leyp høgt, men hon er  óvon við at leypa hædd, og ávirkaði hetta flogi yvir stongina, tí reiv hon í fyrstu royndini á 105 cm, men so kom hon uppum. Sama hendi á 110 cm. á 115 cm reiv hon tvær ferðir, men hon er fightari, tí hon kom uppum i síðstu royndini. Ein flott debut hjá Fíu. Hon leyp líka høgt sum nummar trý, men av tí at hon reiv tvær ferðir áðrenn hon kom uppum 115 cm, so endaði hon á fjóra plássi.

Dreingir 12-13:

Bárður Jóhansson, Dánjal Dahl Ljósheim, Dávið Hentze, Kristian D. Kúrberg og Elias Tórsteinsson royndu seg, sum so ofta áður tá møguleiki er at royna síni evnir á Tórsbreyt. Teir byrjaði við hæddarlopi, har Dánjal, Dávið og Elias royndu seg. Elias var tíðanverri blivin sjúkur, men hædd er hansara besta grein og valdi hann tí at royna seg. Hann kom uppum 115 cm, ið er væl lægri enn hann plagar at verða førur fyri, og sum hann kemur at gera tá hann er væl fyri aftur. Dánjal leyp 1,20 m, ið rakk til eitt annaðpláss, meðan Dávið bøtti um sítt persónliga met til 1,35 m, ið rakk til gullmerkið.

So var 80 m á skránni og har royndu Bárður og Dánjal seg. Bárður var í fyrra riðlinum, har hann endaði við at bøta um sítt persónliga met við meir enn einum sekundi, so tað nú er 12,45 sek. Dánjal var í øðrum riðli, og rann hann seg við 12,16 sek til eitt trygt finalupláss.

Dreingirnir vóru illa nokk komnnir á mál, áðrenn spjótkast var á skránni. Her vóru Kristian, Bárur, Dánjal og Dávið klárir at royna seg við 400 g tungu spjótunum. Kristian vísti at teknikkurin er við at koma. Hansara longsta var 18,17 m. Bárður kastaði 20,83 m, ið rakk til eitt triðjapláss aftanfyri Dánjal, ið bøtti um sítt persónliga met til 26,17 m. Dávið var tryggur á fyrsta plássi, har hann megnaði at kasta longur enn A-kravið til talentbólkin. Hansara longsta var 33,61 m.

Síðsta greinin var 300 m, har Kristian, Bárður og Dánjal royndu seg. Bárður og Kristian vóru í fyrra riðlinum. Bárður ognaði sær enn eitt persónligt met, tá hann við tíðini 52,86 sek skar næstan tvey sek av sínum gamla metið. Kristian kom á mál við tíðini 65,66 sek. Í øðrum riðli rann Dánjal seg til enn eitt heiðursmerkið. Hesaferð bleiv tað eitt triðjapláss við tíðini 49,76 sek.

Gentur 14-15:

Marita K. Petersen, Tinna B. Jørgensen og Rebecka M. Jørgensen royndu seg aftur í ár. Tær byrjaðu dagin við hæddarlopi. Her leyp Tinna 1,20 m, meðan Rebecka tangeraði sítt persónliga met tá hon í aðru roynd kom uppum 1,30 m. Hetta rakk til eitt triðjapláss. Marita leyp 1,38 m og var harvið bara 2 cm frá sínum persónliga metið. Hon endaði á øðrum plássi.

Næsta greinin var 100 m, har Tinna var í fyrra riðlinum. Hon fekk ein sera góðan start, og helt fyrsta pláss allan vegin. Tíðin hjá henni var 14,15 sek, ið er betur enn gamla persónliga metið hjá henni. Marita kom í seinna riðlinum eisini sera væl frá byrjan og var hetta við til at tryggja henni eina tíð langt undir hennara persónliga metið. Tíðin var 14,10 sek. Rebecka var eisini undir sínum persónliga metið við 15,93 sek.

Spjótkast var triðja greinin, og her var ongantíð ivi um vinnaran. Marita átti trý tey longstu kastini í kappingini. Longsta kom tó í síðsta umfarið, tá hon kastaði 500 g tunga spjótið út á 34,69 m, ið er bólkamet. Tinna, ið hevur fokusera uppá sprint í seinastuni, vísti at hon eisini dugir at kasta, tá hon í triðja umfarið ognaði sær bronsumerkið við einum kasti uppá 19,12 m. Tað er persónligt met.

Síðsta greinin var 300 m renning, har Rebecka stóð klár við startblokkin. Her megnaði hon at skera meir enn tvey sekund av sínum persónliga metið, so tað nú er 55,96 sek.

Dreingir 14-15:

Tórur Mortensen og Jákup D. Ljósheim umboðaðu Hvirluna í hesum bólkinum. Teir byrjaðu við spjótkast. Her byrjaðu báðir við at gera yvirtrakk. Í øðrum umfarið kastaði Jákup spjótið út á 21,85 m og legði seg á annað pláss, meðan Tórur aftur gjørdi yvirtrakk. Í triðja umfarið økti Jákup til 22,61 m, men hann bleiv verðandi á øðrum plássi. Í síðsta kasti í kappingini eydnaðist tað Tórur at halda seg innanfyri, og tá mált var hevði hann ogna sær gullið við 32,80 m. Báðir bøttu teir um síni persónligu met.

Onnur greinin var hæddarlop, og aftur vóru báðir við. Her leyp Jákup 1,35 m, ið rakk til silvurmerkið, meðan Tórur leyp 1,45 og ognaði sær gull. Báðir tangeraðu teir síni persónligu met.

Síðsta greinin var 300 m, har báðir aftur royndu seg. Tórur vísti hvussu væl hann er fyri, tí hóast hann ikki venur langsprint, so rann hann eina róliga kapping har hann síðstu 60-70 m setti ferðina niður og tryggjaði sær bara, at hann helt fyrsta plássi. Jákup kom á mál við tíðini 48,84 sek. Báðir bøttu teir um síni persónlig met.

Gentur 16-17:

Bjørk R. Svabo var einsamøll at umboðað Hvirluna i hesum bólkinum. Hon luttók í diskuskast, har hon við einum kasti uppá 17,33 m í øðrum umfarið ognaði sær gullmerkið.

Dreingir 16-17:

Tóri Nielsen royndi seg í hesum bólkinum. Hann var við í diskuskast, har hann við 24,10 m ognaði sær gullmerkið.

Dreingir 18-19:

Hetta er bólkur har Hvirlan altið hevur havt nógvar luttakarar við, og so var aftur hesaferð. Tummas N. Arge, Trygvi Z. Laksáfoss, Sofus Andreassen, Steinolvur Geyti, Hallur Simonsen, Rúni Jacobsen, Bogi Berg og Bjarni K. Petersen vóru við hesaferð. Frysta greinin var longdarlop, har Trygvi og Bogi royndu seg í mótvindinum. Teir høvud eina tætta kapping um gullið, men Trygvi var tó tann drúgvari við 5,29 m, meðan Bogi leyp 5,08 m í síni fyrstu kapping á Tórsbreyt.

Á 100 m vóru sjey luttakarar, harav seks úr Hvirluni. Í fyrra riðlinum vóru Tummas Napoleon og Bogi. Tummas Napoleon startaði, sum vant, væl. Hann var eisini tryggur nummar eitt á mál. Tíðin hjá honum var 11,71 sek, ið er langt undir hansara persónliga met, og eisini undir A-kravið til talentbólkin. Tíðanverri var undanvindurin 0,4 m/s ov nógvur. Bogi kom á mál við tíðini 12,24 sek. So var klárt til annan riðil, har Trygvi, Hallur, Rúni og Sofus stóðu klárir. Her var javnt í startinum, men so setti Rúni turboðina til, og økti hann allan vegin á mál. Tíðin hjá honum var 11,60 sek, ið er skjótari enn kravi til elitubólkin hjá FÍF. Hallur kom á mál við tíðini 12,24 sek, Trygvi við 12,45 sek og Sofus við tíðini 12,57 sek.

Diskuskast var síðsta greinin, og her vóru Steinolvur, Bjarni og Hallur við. Her kastaði Hallur 40,01 m og vann harvið trygt frammanfyri Steinolv (21,69 m) og Bjarna, sum við 17,24 m ognaði sær eitt persónligt met.

Boðrenningar

Síðstu kappingar á degnum vóru boðrenningarnar. Fyrst avstað vóru Kezia, Guðrið, Bjørk og Fía í bólkinum G12-13. Tær runnu væl og ognaðu sær bronsumerkið við tíðini 65,62 sek. So vóru tað dreingirnir, har Bárður, Kristian og Dánjal høvdu fingið hjálp frá tí yngra Mattias. Teir ognaðu sær eitt silvurmerkið við tíðini 64,09 sek. So vóru tað 14-19 ára gomlu genturnar, sum í hesum førðinum var ein 13 ára gomul (Bjørk), tvær 14 ára gamlar (Tinna og Rebecka) og ein 15 ára gomul (Marita). Tær ognaðu sær eisini silvurmerkið. Tíðin hjá teimum var 60,30 sek. Síðsta boðrenning vóru teir 14-19 ára gomlu dreingirnir, og her hevði Hvirlan tvey lið. Á fyrsta liðið vóru Tummas Napoleon, Sofus, Hallur og Rúni, meðan Jákup, Steinolvur, Tóri og Tórur vórðu á øðrum liðið. Her var ongantíð ivi um hvør fór við sigrinum, tí longu á fyrsta túri hevði Tummas Napoleon lagt hinar so langt afturum at tað bara var ein spurningur um, hvussu langt frammanfyri teir fóru at enda.  Tá so allir hini øktu, so var  ongantíð spenningur um úrslitið. Tíðin hjá teimum var 46,82 sek, meðan Hvirlan 2 megnaði at renna seg til eitt bronsumerkið við tíðini 53,90 sek.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *