Fýra gull fyrsta dagin

Góð úrslit í góðveðrinum á Svangaskarði
05.08.2010
Eisini fýra gull seinna dagin!
08.08.2010

Fýra gull fyrsta dagin

Fyri fyrstu ferð síðan fyrst í 90’unum verður FM fyri vaksin fyriskipa yvir tveir dagar. Tað er fyri at kunna hava fleiri greinar við. Orsøkin er at talið av íðkarum er skjótt vaksandi, og serliga innan tær teknisku og sprint greinarnar, sum annars vóru minni væl umboðarar fyri fáðum árum síðan. Fyrra dagin var kappast á renninteinunum 100 m, 400 m, 800 m og 5000 m, í longdarlop og í kastunum hamarkast og diskuskast.

Kast:

Hvirlan hevur verði rættuliga dominerandi innan kast síðan hon var stovna, og so var eisini fyrsta dagin á FM. Tíðanverri hevur kappingin ofta verði móti øðrum Hvirlum tí at ongin annar meldar til. Á skránni var hamarkast og diskuskast hjá bæði kvinnum og monnum. Í hamarkast var tað einans Randi hjá kvinnum sum royndi seg, meðan Heri, Uni og Helgi royndu seg hjá monnum. Randi, sum hevur havt eina pausu í venjingin, kastaði 31,55 m, sum er eitt gott úrslit. Hjá monnum vann Heri trygt, og kanska eitt sindur óvantað kastaði hann hamaran útum 40 m strikuna, hóast hann ikki hevur vant hamarkast seinasta ½ ári, meðan Uni vísti, at hann enn kann, tá hann á øðrum plássi kastaði 28,81 m. Tann ungi Helgi, sum vanliga kastar við 5 kg hamarnum, kastaði 7,26 kg hamaran út á 24,43 m, ið er persónligt met við nærum 7 m, og fekk broncumerkið fyri tað.

Í diskuskast var tað tíðanbetur ein, sum hevði avgjørt at royna seg móti Hvirlunum, men hesin var gamal kenningur frá kastidøgunum við Eysturskúlan. Tað var Hallgrim Hansen, sum hevði avgjørt at royna seg móti Hera og brøðrunum Helga og Steinolvi. Hjá kvinnunum var tað eins og í hamarkast einans Randi, sum hevði hug at royna seg. Hesaferð í eini grein hon ikki hevur vant og tí var spennandi at síggja hvat tað kundi blíva til, men tað steðgaði henni ikki. Tí hon kastaði diskin heilt út á 17,96 m. Hjá monnunum vann Heri trygt við 40,08 m, sum er góðkent tá hugsa verður um at venjinginn er í løtuni fokusera uppá basis teknik, og teknikkurin riggaði heilt væl í dag. Dysturin um annað plássi var spennandi. Helgi, sum vanliga kastar vi 1,5 kg diski, kastaði 2 kg tunga diskin út á 26,82 m í triðja umfarið, men Hallgrim vildi ikki sleppa og nærkaðist spakuliga, og spenningurin gjørdist rættuliga stórur í fimta umfarið tá hann kastaði 25,62 m, og hann kastaði enn longur í sætta umfarið, men tá mált var segði úrslitatalvan 25,82 m og sostatt ognaði Helgi sær silvur, meðan Hallgrim tók broncuna. Av tí at longdarlop byrjaði nógv seinni enn ætla, náddi Steinolvur ikki at koma til diskuskast fyrr enn í øðrum umfarið av kappingini. Hann kom tí ongantíð ordiliga inn í kappingina, men fekk tó diskin út á 14,53 m í síðsta umfarið, sum er nýtt persónligt met.

Lop:

Tað var einans eitt lop á skránni, og var tað longdarlop. Har var Hvirlan umboðað at Kristian Martin og av unglingunum Trygva og Steinolvi. Trygvi megnaði enn einaferð at leypa útum 5 m strikuna tá han leyp 5,13 m, men tó var hann nakað frá teimum 5,69 m hann leyp í Gøteborg fyrst í juli. Steinolvur bøtti munandi um sítt persónliga met tá hann í øðrum umfarið kom út á 4,70 m (gamla metið var 4,38 m). Tað var 2 cm ov stutt til eitt broncumerkið. Kristian Martin á fimta plássi leyp 4,58 m.

Renning:

Fyri Hvirluna var tað einans Kristian Martin, sum royndi seg í renning fyrra dagin, men hann var eisini við á bæðið 100 m og 400 m. Á 100 m teininum gjørdist hann nummar 3 í sínum riðli við tíðini 13,67 s. Hetta rakk tó ikki til eitt pláss í finaluni. Á  400 m teininum legði hann stak flott út, men seinastu 60 m dragnaði nakað, men hann kom tó á mál við tíðini 62,89 s. Tað er onki at ivast í at har er nógv potentiali í Kristian Martin, og tað ferð venjing komandi veturin at fáa fram.

Fyrstu dagurin av FM gav sostatt 4 gull, 3 silvur og 1 broncumerkið, og fingu gullvinnarnir eitt flott blómutyssi heim við eisini, og tað slapp Ódn við upp á pallin at takað ímóti.

Fleiri myndir eru í myndasavninum, og meir kann lesast um kappingina á www.athletics.fo.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *