Frásøgn frá Trygva, ið venur og kappast í Danmark

Flott úrslit á Stórmót
Hvirlulega í Hvalba 21.-22. mars – tilmelding mikudagin 11. mars

Frásøgn frá Trygva, ið venur og kappast í Danmark

Eg havi nú eina tíð trenað lop við Københavns Idrætsforening (KIF). Orsaka av lestri, havi eg ikki fingið trenað líka nógv sum eg hevði ynskt, men tó hevur veri møguleiki at fingið góða venjing saman við KIF. Fólkini eru øll fitt og tóku væl ímóti mær, tá eg byrjaði. Eg venji við einum lop bólki uppá 8, hvar tað er onkur úr hvørjari lopgrein. Venjarin er ein fyrrverandi stangarleypari úr Pólandi ið eitur Wojciech Buciarski. Eg havi arbeitt nógv uppá at fáa ferðina upp og fáa ferðina við út í lopinum.

Mín fyrsta kapping í Danmark var í lítlu innandura høllini í Hvidovre. Har er eingin rundur bani, men pláss er til tær teknisku greinarnar og 50m sprint. Hetta var ein lítil opin kapping, sum var sett vikuskiftið áðrenn DM fyri vaksin, fyri at man skuldi kunna royna seg áðrenn stóru kappingina. Eg kappaðist í longdarlopi, og var glaður fyri at síggja 5 á startlistanum, so vit kundu fáa eitt sindur av pausu millum lopini.

Eg væntaði at eg fór at keða meg, tí eg var einsamallur leypari frá KIF, men eg var so heppin at koma í prát við tveir javnaldrar frá frælsafelagnum Sparta. Teir vóru ógvuliga útatvendir, og vit fingu práta nógv saman áðrenn kappingin byrjaði. Kappingin verður stuttligari tá ein hevur tveir at kappast saman við, og tá heppa uppá hvønn annan.

Kappingin:

Hetta var fyrstu fer eg leyp í sand, síðani Hvirlan var til DMU í september, so eg var ógvuliga spentur uppá hvussu fór at ganga. Fyrsta lopið toygti eg meg eitt sindur tey seinastu fetini, og fekk soleiðis ikki ferðina við út í lopinum. Longdin bleiv 5,46m. Vit høvdu 6 lop, so eg goða vón um at koma longri. Næsta lopið stytti eg atrenningina 2 føtur, og hesaferð fekk eg trýst ígjøgnum tey seinastu fetini, men rútman í avsettinum var ikki nakað at reypa av, so eg fekk ikki ferðina við út í lopið. Lopið var yvirtrakk, so lopið bleiv ikki mátað upp.. Triðja lopið fekk eg tingini betur at hanga saman. Atrenningin var góð, rútman var góð, men sjálvt avsettið var ikki nokk til at fáa nøktandi hædd á lopið. Lopið var longri enn fyrsta og bleiv mátað til 5,74. Sjálvt um fjórða lopið bleiv yvirtrakk, so var tað klárt tað besta á degnum. Følilsi av lopinum var gott, og eg royndi ikki ov nógv, so eg fekk slappa av. Tað bleiv ikki mált upp men á linealini metti eg tað til at vera 6,lágt. Eg byrjaði at føla eitt sindur at møði í lørunum, so eg valdi at leypa fimta lopið um og satsa uppá tað síðsta. Síðsta lopið vísti seg at vera tað longsta sum eg leyp hendan dagin. Akkurát sum fóðra lopið, riggaði samlaða lopið væl og eg kom út á 5,98 m.

Eg eri væl nøgdur við kappingina, og eg fekk tað burturúr sum eg skuldi. Næsta kappingin verður vikuskiftið 21-22 februar, hvar eg skal til Skive at kappast til DM fyri vaksin.

Nógvir saknur er í Hvirluni, og eg gleði meg at kappast í Føroyum til summar.

Heilsan Trygvi.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *