Hvirlur til Svøríkis
07.03.2012
Kapping og venjing annan dagin í Væxjø
10.03.2012

Framkomin

Longu klokkan 6.00 í morgun stóðu hvirlurnar klárar á farðstøðini í Tórshavn. Hóast nývaknaðar, so sást tíðulig at tær gleddu seg til túrin til Væxjø. Ferðin niður gekk væl, og har var ein biti fingin niðurum, áðrenn farið var í tokinum tvørtur um Oyrasund og so beinleiðis til Væxjø. Í Væxjø búgva hvirlurnar hjá limum í vinarfelagnum IFK Væxjø, og stóðu hesi og tóku ímóti tá toki steðgaði.

So var fari beina leið niðan í Tipshallen har kappingin World Indoor Throwing er og har vant verður komandi vikuskiftið. Eftir skjótan vita bar fari beint til venjing. Venjingin innihelt ymiskar koordinativar rørslur, bæði fyri renning og við forðingum, umframt balancu og styrki. Eftir venjing var fari heim til familjurnar at fáa sær ein bita, áðren tað vantandi verður fari tíðliga í song.

Í morgin (leygardagin) verður byrja við kapping. Tað eru Helgi og Steinolvur, sum longu kl. 9.30 skulu royna seg í diskuskasti. Teir kappast í bólkinum 18-19 ár. Beint eftir kappingina er venjing á skránni fyri hini. Kl 11.20 skulu Helgi og Steinolvur aftur skulu í eldin, hesaferð við 800 g tungu spjótunum.

Fleiri myndir í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *