Frálík leikaløta :-)

Nógv persónlig met á Tórsbreyt
19.07.2009
Ólavsøkuskráin hjá Hvirluni ;-)
23.07.2009

Frálík leikaløta :-)

Ikki kann sigast annað enn at fyrsta Leikaløtan var frálík. Eini 130 fólk umframt 40 hjálparfólktóku undir við tiltakinum.

leika02

Fyriskipararnir lýstu eftir fimum og festligum fólkum, og børn saman við vaksnum vóru sanniliga stuttlig, tá tey øll dansaðu linjudans, runnu kapp og royndu brøgd á luftbreytini. Onkur børn vóru erpin av foreldrunum, meðan onnur tóktust vera eitt sindur flóv.

leika03

Hugskotið við, at øll skuldu royna alt, var snilt, – fyrst og fremst tí, at so varð bíðirøðin ikki so stór á onkrum staði, meðan hon var at kalla eingin eina aðra staðni. Harafturat mundu fleiri finna útav, at tey dugdu nógv betur enn hildið, og onnur mundu fáa at síggja, at tað, ið sær so lætt út, als ikki altíð er so lætt. Td. sær flikk-flakk leikandi lætt út, og tey flestu munnu fáa hug at røra seg, tá ein sær fimleikara fara í leysari luft frameftir. Fantastiskt at síggja slíka kraftargerð!

leika01

Samstarvið við felag, ið fæst við aðrar ítróttir, riggaði bara væl, og hjálparfólkini tóktust hugna sær, tá tey eftir tiltakið prátaðu og hugnaðu sær við einum drekkamunni. Avtalan var, at øll síggjast til skrúðgonguna á ólavsøku, og so sjálvandi til Leikaløtuna næsta ár, tí jaligu viðmerkingarnar frá vaksnum sum børnum vóru so motiverandi, at vit Ljósið taka táttin uppaftur. Stuttligt at gera eitt sjálvboðið arbeiði, tá ein so týðiliga kennir gleðina frá øðrum 🙂 🙂 🙂

leika04

At enda takka vit Nielsi í TemaRadio, sum altíð er so beinasamur við ljóði og musikki, og somuleiðis takka við Fólkaheilsuráðnum fyri stuðulin, og so ynskja vit ÍSF til lukku við føðingardegnum.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *