Frælsar tá tær eru best

opin kapping 10. og 11. mai
08.05.2013
Sólin skein á flott úrslit á Tórsbreyt
11.05.2013

Frælsar tá tær eru best

Tað er lítil ivi um at opna kappingin fríggjadagin 10. mai er best vitjaða higartil, tí tað endaði við at verða heilir 76 startir í teimum níggju greinunum. Tey trí stóru feløgini vóru øll umboðaði. Á skránni var 80 m, 100 m, spjótkast, longdarlop, kúlustoyt og 600 m renning fyri dreingir/menn og gentur/kvinnur.

Fyrsta greinin var 80 m, og har vóru tað sjey gentur, ið høvdu hug at royna seg, 4 úr Hvirluni og 3 úr Bragdinum. Fyrst fóru tær vantandi sterkastu avstað. Her legði Tinna Berg Jørgensen (Hvirlan) seg á odda beinan vegin, og har var ongin ivi um at hon fór at vinna. Tíðin hjá Tinnu var 11,60 sek. Hon var tó ikki heilt nøgd, tí tað manglaði 0,1 sek í at klára a-kravið til talentbólkin. Tað er tó ongin ivi um at uttan málda mótvindin, so var hon komin undir kravið. gott hálvt sekund eftir Tinnu kom tann tvey ár yngri Elisabeth Holm Simonsen (Bragdið) og á triðjaplássi kom Bjørk Sigurðsdóttir Lamhauge (Hvirlan), ið setti persónligt met við 12,74 sek. Guðrið Káradóttir Petersen (Hvirlan) bøtti um sítt persónliga met við 1,3 sek, meðan Kezia Vang (Hvirlan) bøtti um sítt persónliga met við 0,2 sek.

Hjá dreingjunum vóru tað bara tveir í høvdu hug at royna seg á 80 m teininum. Tað vóru Hvirlurnar Dánjal Dahl Ljósheim og Jóhan Nattestad Kass. Dánjal vann við lítlum hálvum sekundið á Jóhan, í sett persónligt met.

So var 100 m á skránni, og aftur vóru tað genturnar, ið sluppu at royna seg fyrst. Seks stóðu á startinum tá skotið fór, fýra bláðar og tvær reyðar. Edna Maria, ið hevur verði tann stinnasta á teininum í seinastuni var ikki við, og tí var vantandi at Hildur Poulsen (Bragdið), fór at verða ring at syfta, og so var, men tað var tó tættari á málinum enn vanta. Einans 0,3 sek var millum tær fimm fremstu, og á øðrum plássi var ájavnt, soleiðis at Tinna, ið royndi seg aftur, bara minuttir eftir at hon kom á mál á 80 m, og Margit Weihe Fríðmundsdóttir (Bragdið), báðar fingu tíðina 14,68 sek. Alda Sigurðsdóttir Lamhauge bøtti um sítt persónliga met við 0,26 sek, so tað nú er 14,70 sek.

Níggju dreingir royndu seg, og eins og hjá gentunum á 80 m, so fóru teir vantandi sterkastu avstað fyrst. Her var ein sera spennandi kapping millum Tummas Napoleon (Hvirlan) og Regin Joensen (Bragdið). Teir fylgdust nærum allan teinin, men á síðstu metrunum dróg Tummas Napoleon eitt vet frá og kom á mál 0,04 sek frammanfyri Regin. Tíðin hjá Tummas Napoleon var einans 0,03 sek frá hansara persónliga metið. Tá skal havast í huga at metið er sett við einum undanvindi uppá 1,7 sek og í dag rann hann í einum mótvindi uppá 1,3 sek. Tí er lítil ivi um at hetta er besti 100 m hann hevur runnið. Jákup Dahl Ljósheim (Hvirlan), Elias Tórsteinsson (Hvirlan) og Bárður Jóhansson (Hvirlan) bøttu allir um síni persónligu met við millum 0,2 og 0,3 sekundum.

Í spjótkasti vóru 14 við í alt, átta dreingir/menn og 6 gentur. Rógvi Højgaard (Hvirlan), ið hevur klára oyggjaleikakravið, vísti at hann er tann besti. Hann var tó ikki heilt nøgdur við eitt kast beint omanfyri 50 m. Helgi Geyti (Hvirlan), vísti at hann enn kann kasta spjót, hóast venjingin í vetur hevur verði við diskinum. Øll hansara kast vóru omanfyri 40 m. Steingrímur Hallson (Bragdið), ið kastaði við 700 g spjótinum, vísti at hann hevur ein góðan arm, tí longu í fyrsta kasti koma hann útum a-kravið til talentbólkin. Hetta endurtók hann í 4. og 5. umfarið. Longsta kasti var 41,10 m. Tað hevði verði áhugavert at sæð hvat tað kundi blivi til við miðvísari venjing við spjótinum. Bárður Jóhansson (Hvirlan) royndi seg á fyrsta sinnið í spjótkast, og har sást at evnir eru, tí slíkt forspenni er sjálvsamt at síggja í nýbyrjara. Úrslitið hjá honum gjørdist 22,66 m. Dánjal Dahl Ljósheim (Hvirlan) bøtti um sítt persónliga met til 25,10 m.

Hjá gentunum var Katarina Høj (Bragdið) tann stinnasta við 500 g tunga spjótinum. Hennara longsta var 29,68 m, meðan Guðrið Káradóttir Petersen var stinnast við 400 g spjótinum. Hon kastaði 17,72 m, ið er 3 m longur enn hon hevur megna áður. Bjørk Sigurðsdóttir Lamhauge og Kezia Vang bøttu eisini báðar um síni persónligu met.

Eftir síðsta kast, var farið beint til longdarlop, har tað aftur vóru nógv í høvdu hug at royna seg. Hjá gentunum var tað Margit Weihe Fríðmundsdóttir (Bragdið) í leyp longst. Hon var tann einasta, sum kom útum 4 m strikuna. Hennara longsta var 4,12 m. Bjørk S. Lamhauge (Hvirlan) bøtti um sítt einans eina viku gamla persónliga met, so tað nú er 3,66 m. Guðrið K. Petersen (Hvirlan) og Kezia Vang (Hvirlan) bøttu eisini um sini persónligu met.

Hjá dreingjunum var tað ongantíð nakar ivi um hvør fór at leypa longst, tí Tórur Mortensen (Hvirlan) er tað frammanfyri sínar javnaldrar her heima. Tórur, ið hevði stórar trupulleikar við stabilitetið í fjør, hevur í ár víst at hann er blivin stabilur og tí er nú nakað gott at byggja uppá frameftir. Longsta lopið hjá Torur var 4,87 m. Bárður Jóhannson bøtti eisini um sítt personliga met í longdarlopi.

Eftir longdarlop var kúlustoyt á skránni, og fyri fyrstu ferð á degnum vóru allir luttakarnir í reyða hvirlubúnanum. Hjá teimum elstu royndu Steinolvur Geyti, Hallur Simonsen og Hans Hjørleivur Magnussen seg. Allir bøttu teir um síni persónligu met, og harumframt bøtti Hallur, ið er einasti føroyingur í nýtur rotatións-teknik í kúlustoyt, um bólkametið við uml 1½ metri, so tað nú er 11,63 m. Hans Hjørleivur kom á fyrsta sinni útum 10 m strikuna í sínum allar síðsta kasti. Hann hevur sostatt longu kasta 6 kg kúluna ½ m longri enn hann kastaði 5 kg kúluna í fjør. Jákup Dahl Ljósheim stoytti 4 kg kúluna longri enn hann hevur gjørt áður.

Hjá gentunum bøtti Bjørk S. Lamhauge um sítt persónliga met við góðum metri til 7,60 m. Kezia bøtti somuleiðis um sítt met. Longsta stoyti átti tó Bjørk Reynagarð Svabo, ið stoytti 3 kg kúluna út á 8,39 m.

Síðsta grein var 600 m, og hjá gentunum var fyri fyrstu ferð á degnum ongin hvirla við, men nú vóru tey gulu úr Treysti komin, so kappingin fór uttan iva at verða góð. Rebecka Fuglø (Treysti), ið hevur verði einaráðandi her heima seinnu árini á 600-800 m, legði seg á odda beinan vegin og rann einsamøll allan vegin. Hon kom á mál við tíðini 1 min 44,98 sek. Henni á baki kom einans 12 ára gamla Oddvør Josephsen við tíðini 1:53,25 sek.

Síðsta skot á degnum var latið tá menn og dreingir fóru í gongd við tann hálvan annan umgang, ið ein 600 m er. Teitur Bjarnastein (Bragdið), ið hevur tikið seg nógv framm í seinastuni, rann enn einaferð eina flotta kapping og kom á mál við tíðini 1 min 32, 4sek. Honum á baki komu feðgarnir Steingrímur Hallson og Hallur Holm. Hesaferð var Steingrímur tann stinnari við tíðini 1:35,46, meðan Hallur kom á mál við tíðini 1:43,34.

Øll úrslitini síggjast her. Fleiri myndir eru í myndsavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *