Frá aðalfundinum hjá Hvirluni og úr formansfrágreiðingini

Broyting í vetrarskránni í Kommunuskúlanum
21.09.2008
Síðsta umfar av summafrælsum á Frælsinum
23.09.2008

Frá aðalfundinum hjá Hvirluni og úr formansfrágreiðingini

Tjúgu fólk vóru møtt til aðalfundin 15. septembur, ið var hálvt árs føðingardagur Hvirlunar. Hetta var at fegnast um, tí tað er tvífalt so nógv sum til stovnandi aðalfundin, og serliga hugaligt var at síggja fleiri foreldur millum tey møttu, eins og nógv frælsaáhugað eisini høvdu leitað sær niðan í ÍSF-húsið – enn tá onkur við teknmálstulki, soleiðis at sum mest av kunning fekst.

 

Randi presenterar kappingarbúnan

 

Nýggi kappingarbúnin, reyð stuttermað blusa ella blusa við ongum ermum og svartar stuttar buksur frá Sportmaster av merkinum Craft við Tryggingarfelags- og Hvirlulogo varð avdúkaður. Harafturat var onnur og kanska enn meir spennandi avdúking á skránni, tí nýggja venjaratoymið var kunngjørt. Hetta merkir, at felagið fær eitt barnalið afturat, eins og eitt tilboð nú er til vaksnar íðkarar, ið eru meir ambisjøsir og sinnaðir at venja miðvíst. Randi Kúrberg og Ragnar Simonsen fara í holt við enn eitt hvirluvindalið í oktober, meðan hon og Heri Ziska halda á við núverandi hvirluvindum, eins og Heri og Rógvi Højgaard venja tey ungu. Síðani eru tað Heini Hátún og Ási Mikkelsen, ið røkja lop/sprint, og Hans Hansen, ið tekur sær millum- og langteinunum. Kastivenjingini tekur Heri sær av, eins og hann trúliga hevur gjørt tað í fleiri ár fyri kastararnar her á landi.

 

Kassameistarin vísti á eitt lítið yvirskot, samstundis sum vit eiga eitt sindur av reiðskapi. Ynskilistin er tó langur, so raðfestingar eru gjørdar. Sponsoravtalan við Tryggingarfelagið Føroyar hevur við sær, at venjaraskeiðið í vár gerst veruleiki, og fegnast vit um samstarvið.

 

Annars greiddi forkvinnan frá alskyns góðum úrslitum, kappingarligum og samfelagsligum, ið bæði hava týdning fyri felagið. Allar kastikappingar hildnar síðan Hvirlan varð stovnað, hevur felagið staðið fyri, og í teimum ymsu kastigreinunum eigur Hvirlan øll FM-heiti í 2008 uttan eitt. Nøkur føroysk met eru komin í hús, luttøkukrøv til oyggjaleikir lokin, og hvirluvindarnir hava umboðað felagið væl til tær ymsu stevnurenningarnar kring landið. Ólavsøkan var ein góð uppliving – at manna básin gekk upp á stás, og í ólavsøkuskrúðgonguni lýstu vit upp. Summarvenjingin hevur gingið væl hóast alternativ, og byrjað vit vetrarfrælsar 1. oktobur í Kommunuskúlanum.

 

Av øðrum góðum kann nevnast, at felagið herfyri gjørdist vinafelag við Íþróttafélag Reykjavíkur (ÍR), og líknandi vinasáttmáli við onnur norðurlendsk feløg er í umbúna. Felagið kann eisini erpa sær av, at eiga limir bæði í Norra og Svøríki, so dreymurin um eitt víttfevnandi netverk á alskyns stigum til ymisk høvi er so smátt við at gerast veruleiki.

 

Forkvinnan endaði við at vísa á gott stev í nevndini og gott samband við foreldrini, ið so at siga bara vóru jalig. Somuleiðis segði hon, at felagið framvegis arbeiddi seg fram móti fleiri av settu málinum, eins og tað eisini var eitt mál í sær sjálvum at hugsa frameftir í øllum viðurskiftum. Hon vildi, at sjálvt á toppinum skuldu allar hvirlur og hvirluáhugað síggja eitt størri og hægri mál fyri sær. Og – um so var, at onkur ikki sá tað eina løtu, so var bara at hjálpa viðkomandi, tí vinningurin at síggja tað saman er ómetaligur.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *