Frælsavøllir veri vælkomnir

Hvirlan og Stuttleikir á Tórsbreyt sunnudagin
02.10.2008
Børn stuttleikaðu sær á Stuttleikum
05.10.2008

Frælsavøllir veri vælkomnir

Nólsoyggin var kavaklødd, og hann lotaði frískt av landnyrðingi, men tað forðaði ikki fólki at leita sær niðan á Háls, nú vøllirnir skuldu takast í nýtslu. Kanska var tað sólin, ið fekk fólk at troysta sær 🙂

Økið var flagskrýtt, netið í kastibúrinum var uppi, og høvi var hjá børnum og barnsligum sálum at royna forðarenning, longdar- og hæddarlop. Havnar hornorkestur legði fyri, og síðan gav Jákup Simonsen, leiðari á mentanardeildini hjá Býráðnum, Heðini Mortensen, borgarstjóra, orðið. Honum á baki komu Hildur Eyðunsdóttir, forkvinna í mentamálanevndini, síðan Fríðrikur Bláhamar fyri Bragdið og Randi Kúrberg fyri Hvirluna. Eftir tað fór mannamúgvan til mállinjuna at telja niður og bíða eftir, at snórurin varð kliptur, so umfarið kundi gangast. Gongan minti mest av øllum um seyðir í geilini á veg inn á rættina, men tað mundi vera hugaligari enn hjá veðurlombunum í hesum døgum. Á málinum stóðu fólk hjá Bragdinum og deildu skreytbløð út, og so var annars frukt og drekka at fáa í tjaldinum, meðan Spaðar 5 spældi. Ein góður dagur, har veðrið var við okkum, tí tá alt var liðugt fór at kava.

Røðan hja Randi kann síggjast her

Myndir frá tiltakinum koma seinni

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *