Frælsar við nýggjum blusum og myndatøku

Úrslit frá kastikapping á Tórsbreyt
13.12.2008
20 ár eftir jólaódnina gjørdu veðurguðarnir um seg aftur
21.12.2008

Frælsar við nýggjum blusum og myndatøku

Nógv er at gera hjá øllum í jólamánaðinum, so venjararnir vóru fegnir um uppmøtingina. Venjingin hjá báðum barnaliðunum líktist nógv, og byrjað var sum vanligt við rundingi. Bára vildi fegin spæla “Djór” (fílur, krokodilla og giraffur), so vit løgdu fyri við tí, lósu søguna um ‘Familjuna, sum fór útferð’ (eitt slag av renning og reaksjónsøvilsum) og hildu síðan á við longdarlopstafett. Børnini vóru so ófør – tey runnu skjótt, stóðu flott og rekkju og hildu sjálvi skil á at standa beint. Eisini ómakaðu tey sær at lenda á rumpuni og runnu heimaftur í rekkjuna við at gera øll øvilsi ordiligt og uttan at verða stórvegis ørkymlað av, at øvilsini javnan vórðu broytt. Flott 🙂

Venjararnir eru ordiliga erpnir av børnunum og framgongdini: summi eru vorðin djarvari (sum er ein stór og góð fortreyt fyri víðari framgongd), meðan onnur eisini eru vorðin sterkari og skjótari. Tey allarflestu klára eisini at taka í móti boðum, ið innibera rørslu samstundis sum tey skulu minnast fleiri ting á vegnum (tað er skjótt at gloyma, hvat mann skuldi, tá ymiskur aktivitetur er blandaður uppí eini 2-3 ting at minnast, men ikki skal tað undirmetast). Fleiri tora eisini at taka orðið og vilja geva sítt íkast til venjingina, t.d. við at skjóta upp ymisk upphitingarspøl, øvilsi og hvussu onkur uppstilling til breytina skal vera. Eisini hetta halda venjararnir verða flott, tí tað samstarvsvilja og ábyrgdarkenslu. Framtíðin hjá Hvirluni sær bjørt út, um hatta er lagið hjá børnum og ungum 🙂

At enda leikaðu vit í á breytini, sum líktist nógv teirri frá tímanum frammanundan, tí onkrum børnum dámdi hana so væl, at tey vildu hava hana aftur.

Tey ungu høvdu eina venjing, ið fyri stóran part snúði seg um kast, tí kastikapping skuldi vera í vikuskiftinum, og um tey høvdu hug at vera við, so vóru tey vælkomin til tað.

Øll tey ungu hjá Hvirluni møtast í Kommunuskúlanum kl. 18, tí tá fara nøkur heim, meðan onnur koma. Vit høvdu avrátt, at myndatøka skuldi vera tá, og gott var, at blusurnar eisini vóru klárar, so vit fingu eina reyða og jólaliga mynd.

Nú eru hvirlur og hvirluvindar í jólafrí til 7. januar, tá vit “hvirla” aftur.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *