Frælsar í sól, men frískum loti

Stuttleikir á Tórsbreyt sunnudagin
09.06.2009
Hvirlan broncumerkið á Skála!
13.06.2009

Frælsar í sól, men frískum loti

Enn ein góður dagur á Tórsbreyt, har bæði børn og ung enn eina ferð vístu, at frælsavenjing er stuttlig og gevandi. Uppmøtingin er framvegis góð, og børnini er so hugagóð og vælhýrd, meðan tey kýta seg at læra nýggj øvilsi ella øva endurtøkur í royndini at gerast dugnaligari.

Fyrsta lið av hvirluvindum møtti fjølment, – onkur hevði vinmann ella vinkonu við, og so var onkur, sum bara vildi royna frælsar at vita, hvat tað er fyri nakað, eisini við. Liðið er fult, men gestir eru altíð vælkomnir, so leingi vit øll klára at taka ímóti teimum, og vit børnini gera alt, vit kunna at vera so gestablíð sum gjørligt. Vit høvdu aftur nýggjan venjara hesa ferð, og var tað Eydis, sum hevur tikið venjaraskeið í vár, ið næstu tríggjar vikurnar skal venja saman við Randi. Vit løgdu fyri við einum navnaspæli og fóru síðan í bólkar. Eydis koyrdi eina breyt við ymsum øvilsum, ið kravdu nakað av styrki, renni- og lopførleikum, minni, samskipan og samstarvsevnum hjá børnunum. Kappingarelement í formi av stafett var eisini, og væl tóktust børnum at dáma venjingina. Randi hevði almenna kastivenjing á skránni. Børnini arbeiddu tvey og tvey saman, og vórðu tey parað so nøkunlunda eftir hædd og styrki. Samskipanarøvilsi vóru fyrst á skránni, t.d. at handa hvør øðrum bóltin á ymsan hátt at styrkja kropstilvitið. Harafturat skuldu tey eisini telja upp í 6 ella 8 endurtøkur, so heilin var ríkiliga avbjóðaður (hetta er nógv møðisligari enn ein heldur, og tí verða slík øvilsi altíð løgd fyrst í venjingini, tí tað snýr seg um at gera tingini rætt). At enda vóru øvilsi gjørd, ið meir snúðu seg um styrki, t.d. beinbend (benda í knøunum og leypa upp við vektarbóltinum og kasta til makkaran. Hetta varð gjørt bæði frameftir og aftur um bak). Fyri børnini var hetta meir eitt øvilsi at læra seg rørslumynstrið heldur enn beinleiðis styrkivenjing. Til síðst vóru stuðulsøvilsi til sleggju og kúluvarp gjørd – somuleiðis fyri at læra seg rørslumynstur og duga teknikk. Børnini vóru stak hugagóð og nærløgd, og vit endaðu dagin við at avtala, at vit síggjast næsta mikudag 🙂

Tey ungu halda á at økjast í tali. Hesa ferð sluppu at royna seg í almennari kastivenjing, kúlustoyti, longarlopi og almennari lopkoordinatión. Almenna kastivenjingin fór fram á grasinum, har vektarbóltarnir blivu nýttir. Teir blivu kastaðir á nógvar ymsar mátar, áðrenn farið varð til kúlustoyt. Kúlustoyt er tann greinin innan frælsu ítróttina, sum krevur mest styrki fyri at koma langt, men tað, sum fyrst og fremst verður fokuserað uppá í byrjanini, er at læra tær teknisku rørslurnar rætt. Og tað var júst hetta, sum var í fokus til dagsins venjing. Ungu íðkararnir sluppu at royna seg bæði við og uttan “glide”, sum klassiska renningarlopið í kúlustoyti verður nevnt. Eftir kúlustoyt varð farið til longdarlop, har fokus hesa ferð var á kropsburð og at fáa arbeitt fram við mjødnini. Seinasta punkt á skránni var almenn lopkoordinatión, ið samstundis var fysiskt krevjandi.

Síðsta lið á degnum eru “veteranarnir” í felagnum, nevniliga hvirluvindarnir, sum vóru partar av felagnum frá fyrsta degi. Hesi sluppu at royna seg við stafett, kastvenjing, lopvenjing og renning. Stafettin var partur av upphitingini, men sum altíð, so er ikki nóg mikið at bara renna. Depechin, sum stafett-“pinnurin” eitur, var ein 2 kg vektarbóltur, og skuldi hann berast uppá ymsar mátar. Síðan vóru børnini deild í tveir bólkar, har annar fór at leypa, meðan hin kastaði. Tey, sum lupu, gjørdu fyrst almenna lop-koordinatión, áðrenn farið varð til longdarlop. Her varð mest hugsað um at fáa flog á lopini, tvs at seta av uppeftir og ikki bara frameftir. Kast var mest almenn kastsamskipan við vektarbóltum, har kropstilvitið varð styrkt við m.a. at handa hvør øðrum bóltin oman fyri høvd og millum bein ella frá síðu til síðu. Síðan vóru dynamisk styrkiøvilsi sosum beinbend á skránni, ið fyri ungu børnini ikki snýr seg um at venja styrki, men heldur at læra rørslumynstur og styrkja samskipanar- og innlæringarevni, sum tey seinni í lívinum kunnu byggja víðari á. Onnur stuðulsøvilsi, ið vórðu vand við bólti, vóru kúlustoyt og sleggja, og at enda skemtaðu vit okkum við at royna javnvágsførleikan við at standa á vektarbóltunum. Onkur datt av og smekkaði seg eitt sindur í, men ágrýtin sum hvirlurnar eru, so var tað “upp aftur á hestin” :-), og fleiri kláraðu at standa sjálvi eina góða løtu. Ja, tað kann vera børnini hjá okkum er smá, men tey eru sanniliga kná 😉

Enda varð síðan við at renna tvær ferðir 200 m.

Fleiri myndir eru í myndasavninum

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *