Innanduravenjing koyrir við fullari ferð
13.02.2010
Opin kapping á Tórsbreyt leygardagin
09.03.2010

Frælsar í kava

Hóast kavin lá tjúkkur á Tórsbreyt leingi, so kann hon nýtast til frælsavenjing. Henda venjing er annaðleiðiðs háttað enn vanlig frælsavenjing, t.d. er ikki so lætt at venja startir ella toppferð, tá hugsað verður um sprint, men ein kann jú venja koordinatión, rennistyrki og sprintúthaldinheit. Við hesum er tað so, at tjúkkur bleytur kavi líkafram kann nýtast sum ein fyrimunur, tí at tað vil vera lættari at renna við høgum knøum, sum jú er rætti rennistílurin. Harafturat er strævnari at renna í slíkum kava, og tí kann renning eftir sløttum í djúpa kavanum næstan samanberast við at renna í brekku.

Lopgreinarnar eru harðari raktar enn renningin, tí at veruligt longdarlop, trístøkk ella hæddarlop krevja, at ein fær sett væl av, og tað er ikki bara sum at siga tað í kava. Tó er gjørligt at venja almenna lopvenjing, og eins og við renningini, so kann djúpi kavin nýtast til at stuðla uppundir ávís teknisk element av lopunum og betra um lopstyrkina.

Kast er nakað, sum ein ofta setur í samband við kava, men tá er tað at kasta kavablak, sum jú ikki er ein vanlig frælsagrein. Frælsagreinar kunna tó venjast í kava, tó er trupult at venja hamarkast, diskuskast og kúlustoyt, men spjótkast kann sagtans venjast, og er tað roynt rættuliga ofta í kavanum í seinastuni. At venja spjótkast í kava er mest ein spurningur um at venja ymsu elementini hvørt sær, t.d. renning við spjóti í djúpum kava og seinastu trý fetini við lágum intensiteti. Høgur intensitetur er ikki gjørligur, uttan at vandi er fyri, at ein glíður, og tí blívur skadd/ur. Ein máti at fáa maximalan intensitet er við at kasta kavablak, og tað er ofta gjørt, tí hetta er góð venjing, tá tað snýr seg um at fáa ein “skjótan arm”. Og armarnir hjá ungu íðkarunum eru sanniliga blivnir skjótir hesa tíðina við kava, faktiskt so mikið skjótir at siktast má rætta veg, um kavablakið ikki skal enda uttan fyri Tórsbreyt 😉

So saman við innanduravenjingini, hava tey ungu fingið nógva og góða venjing í kavaveðrinum, men tað er sjálvandi meira áhugavert at planleggja venjing og venja, tá venjarin hevur allar møguleikarnar tøkar, heldur enn tá kavin setur greinsur fyri, hvat í venjast kann. So hóast Tórsbreyt er flott, tá hon er hvít, so vóna vit, at kavin ikki kemur aftur í bræði.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *