Frælsar enn betur umstøður í Tórshavn

Heystrøringur á Tórsbreyt væleydnaður
13.10.2010
Kunningar- og ráðleggingarkvøld
07.11.2010

Frælsar enn betur umstøður í Tórshavn

Frælsi ítrótturin hevði í nógv ár trong kor í Tórshavn. Um rennast skuldi, so vóru vegirnir álitið. Um leypast skuldi, so var meir torført at finna sær eitt stað at venja, meðan kast hevði eitt sindur betur umstøður. Tað var á grúsvøllinum við Eysturskúlan, ofta róptur “gamli kastivøllurin”.  Hesin vøllur var álitið bæðið til venjing og kapping í nógv ár.

Kastivenjing á gamla "kastivøllinum"

Tað var tó ikki bara kast, sum var vant. Áðrenn Tórsbreyt bleiv tikin í nýtslu var øki eisini nýtt til t.d. barnavenjing, og henda venjing umfataði bæði renning, lop og kast. Á myndini niðanfyri sæst hvussu forðarenning kann venjast, um røttu umstøður og amboð ikki eru til staðar. Alt ber til um viljin er har. Tó er onki at ivast í at venjingarnar eru bæði stuttligari og meir gevandi nú Tórsbreyt er komin.

Barnavenjing (forðarenning) á gamla "kastivøllinum"

Vónandi ferð nýggja øki við Eysturskúlan at inspirera onkran til at takað frælsar til sín og eisini til at vísa at styrkina við fjølbroyttari venjing.

Hvirlan vil gjarna takka Tórshavnar Býráð fyri at tey, við hesum ítróttarøkinum, eru við til at betra um møguleikarnar at venja frælsar.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *