Frælsafelagið eitur Hvirlan

Hví “Hvirlan”
14.03.2008
Fyrstu úrslit hjá Hvirluni
30.03.2008

Frælsafelagið eitur Hvirlan

Nýggja frælsafelagið í Havn eitur Ítróttarfelagið Hvirlan og hevur sum høvuðsendamál at virka fyri frælsum ítróttum. Í nevndina vórðu vald Kára á Dunga, Rúna Hentze, Bjørg Svabo, Heri Ziska og Randi Kúrberg. Tiltakslimir eru Rógvi Højgaard og Jan Hentze.

 hvirlan-dragtir-400

Dragtirnar hjá felagnum vóru vístar fram av stigtakarnum.
 

Í fyrstuni verða barna- og kastivenjing á skránni, men roynt verður at ganga øllum áhuga á møti eins og miðað verður móti at íðka allar frælsu ítróttirnar, tvs tey fýra kastini, tey fýra lopini, forðarenningarnar og stutt- mið og langteina renning. Fremsta avbjóðingin hjá felagnum til tess at halda síni stevnumið verður at fáa og útbúgva venjarar.Heimasíðan varð eisini avdúkað í dag, og verður hon við sínum kunnandi tilfari um felagið í lagi í komandi viku, og kemur hon vantandi at eita hvirlan.fo.

 logo-rwb-200

Búðmerki í Árni Ziska hevur gjørt 
 

Litir felagsins eru reytt, svart og hvítt, og búmerkið, ið Árna Ziska hevur teknað, er hvirluskapa skjøldur við forðarennara, ið er á veg um eina forðing. Myndin kann sjálvandi lesast ítøkiligt, men í víðari merking snýr tað seg um at taka forðingar so hvørt tær koma og leggja tær aftur um seg, og tað líka mikið hvørt tað er ein fysisk ella mental forðing.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *