Føroyskt met til Hvirluna á fyrsta degi á FMU

Virkisleikir 10. sept.
19.08.2011
Hvirlan brillieraði í regninum
21.08.2011

Føroyskt met til Hvirluna á fyrsta degi á FMU

FMU 2011 byrjaði longu kl. 10.00 leygarmorgum á Tórsbreyt. Har høvdu 26 hvirlur boða frá luttøku. Hvirlan var sum vant, umboðað í øllum aldursbólkum undantikið hjá teimum allar minstu. Samlaða úrtøkan bleiv: 13 gull, 14 silvur og 7 broncu, umframt eitt føroyskt met og ein nýggjan lim í talentbólkinum hjá FÍF. Eisini blivu tað til 35 persónlig met í 51 startum.

Gentur 10-11 ár

Í bólkinum Gentur 10-11 ár vóru tað Guðrið K. Petersen, Bjørk M. Joensen, Turið Biskupstøð og Helena Svabo Ziska, sum royndu seg í dag. Í longdarlopinum vóru Guðrið, Turið og Helena við. Hetta var fyrsta kapping hjá Turið, ið nýliga er byrja at venja við, men tað sást ikki á lopunum, tí hon kom heilt út á 2,98 m. Hetta var neyvt sama longd sum Helena leyp. Guðrið leyp 2,68 m.

Næsta grein hjá gentunum var bóltkast. Her vóru allar við. Her kastaði Bjørk, í síni fyrstu kapping 23,60 m. Hesa longd kláraði ongin at kasta útum, og tí fór Bjørk heim við gullinum um hálsin. Turið kastaði 19,03 m, ið rakk til eitt broncumerki, 10 cm frammanfyri Guðrið á fjóra plássi. Helena kastaði tann 150 g tunga bóltin út á 14,11 m.

Síðsta grein hjá teimum 10-11 ára gomlu gentunum var 300 m. Her var tað einans Bjørk. sum royndi seg. Hon rann ein flottan 300 m, hóast hon misti eitt lítið sindur í endanum, so kom hon á mál við flottu tíðini 61,54 s.

Dreingir 10-11 ár

Hjá dreingjum 10-11 ár vóru tað Elias Torsteinsson, Dánjal Dahl Ljósheim, Bárður Jóhansson og Róar Arge, sum royndu seg. Teir byrjaðu við bóltkastinum, har allir vóru við. Dánjal kastaði 150 g tunga bóltin 23,23 m, ið var ein betran av hansara persónliga meti. Bárður kastaði 19,86 m, Elias 17,26 m og Róar kastaði 11,26 m í síni fyrstu kapping.

Í longdarlopi vóru tað Elias, Dánjal og Bárður sum royndu seg. Her var tað ein harður dystur um silvurmerki millum Elias og Dánjal. Henda dyst vann Elias, tá hann í øðrum umfarið betraði sítt persónliga met til 3,43 m. Dánjal leyp 3,40 m, meðan Bárður bøtti um sítt met, tá hann í síðsta umfarið leyp 3,06 m.

Somu tríggir royndu seg eisini á 300 m teininum. Dánjal víst enn einaferð at hann er væl fyri, tí han kom á mál við tíðini 53,68 sek, ið rakk til eitt silvurmerkið. Elias rann teir 300 m uppá 58,11 sek og Bárður uppá 60,56 sek.

Gentur 12-13 ár

Hjá gentum 12-13 ár fóru Hvirlur við øllum gullmerkjunum, og seks av teimum níggju heiðursmerkjunum sum blivu deild út í dag. Hesum bragdinum stóðu Marita K. Petersen, Tinna Berg Jørgensen og Emilia Larsen fyri. Fyrsta grein hjá teimum var hæddarlop. Her gekk stak væl hjá øllum tí at allar komur tær uppum allar hæddir í fyrstu roynd upp til 1,20 m. Tinna kom ikki longur, men endaði við einum flottum persónligum metið við 20 cm og einum broncumerkið. Emilia kláraði eisini 1,25 m, ið rakk til silvurmerkið, meðan Marita helt áfram heilt upp á 1,34 m, sum hon eisini kom uppum. So valdi hon at steðga, við eini betran av sínum persónliga meti við 9 cm og einum nýggjum bólkameti, ið einans er 6 cm frá tí føroyska metinum hjá kvinnum. Viðmerkjast kann at hetta var hægsta lop hjá gentum á degnum tvørtur um aldursbólkarnar.

Næsta grein var spjótkast, har tær skuldu royna seg við 400 g tungu spjótunum. Her var ongantíð ivi um hvar gulli fór, tí Marita er í serflokki í hesi grein. Hon tryggja sær eisini gullið longu í fyrsta kasti, men megnaði at økja, so at hon endaði heilt úti á 31,05 m, ið var næstan 10 m longur enn nummar tvey. Emilia bøtti um sítt persónliga met, tá hon tryggjaði sær broncumerkið við einum kasti 18,11 m. Tinna bøtti eisini um sítt persónliga met, so tað nú er 15,75 m.

Síðsta grein var 300 m. Her var tað einans Tinna sum royndi seg. Her var spennandi at síggja hvussu ferðin hjá Tinnu á stytru teinunum fór at roynast móti venjingini á longru teinunum hjá hinum, sum royndu seg. Tinna legði hart út, og lá trygt á odda eftir teir fyrstu 100 m, hon helt hesa leiðslu næstu 100 m, og so byrjaðu hinar spakuliga at nærkast, men har var onki at gera. Tinna rann seg til eitt trygt gullmerkið á hesum teininum, sum ikki er ein hon venur. Tíðin hjá Tinnu var 47,59 sek, sum er ein betran av bólkametinum við uml 6 sekundum. Eisini er tað 3½ sek skjótari enn A-kravið til talentbólkin.

Dreingir 12-13 ár

Hjá dreingjunum føddir í 1999 og 1998 vóru tað tríggir, sum royndu seg. Hesir gjørdu eins og genturnar og fóru við øllum gullinum. Eisini fóru Ólavur Weihe Joensen, Jákup Dahl Ljósheim og Tórur Mortensen við seks av teimum 9 heiðursmerkjunum, sum dystast var um. Teir byrjaðu við spjótkast. Her legði Tórur seg á odda beinan vegin, og har var ongin, sum megnaði at seta hann undir trýst. Tað var tó ikki nóg mikið, tí í síðsta umfarið kastaði hann á fyrsta sinnið útum 30 m strikuna. Gleðin var stór tá kasti var mált til 32,68 m, ið er omanfyri A-kravið til talentbólkin. Úrslitið var eisini bólkamet. Ólavur var eins tryggur á øðrum plássinum. Hansara longsta kast var mált til 25,52 m, ið er ein betran av hansara persónliga meti við meir enn 4 metrum. Jákup kastaði spjótið 16,80 m, ið eisini var persónligt met.

Dreingirnir fóru síðan til hæddarlop.  Allir komu teir uppum allar hæddir upp til 115 cm. Á 120 cm noyddist Jákup tó at steðga eftir at hava bøtt um sítt met við 14 cm. Ólavur og Tórur hildu áfram og tá yvirliggjarin var komin upp á 125 cm vóru tað tríggir luttakarar eftir. Henda hædd var tó síðsta hædd, sum Ólavur kom uppum, men eitt flott persónligt met og broncumerki bleiv tað til. Tórur helt áfram, og kláraði allar hæddir til og við 135 cm í fyrstu roynd, ið rakk til gullmerkið.

Siðsta grein hjá teimum 12-13 ára gomlu dreingunum var 300 m renning. Allir royndu teir seg her eisini. Jákup var í fyrsta riðlinum, sum fór avstað. Hann rann seg til eitt annaðpláss har við tíðini 55,08 sek. Í øðrum riðli vóru tað Tórur og Ólavur, sum skuldu royna seg. Tórur tyktist leggja stak róliga út, men tá svingi nærkaðist økti hann ferðina og hann endaði við at vinna trygt við tíðini 45,02 sek, ið er 1½ sek skjótari enn gamla bólkametið og næstan 1 sek skjótari enn A-kravið til talentbólkin. Ólavur nærkaðist øðrum plássinum í stórum móti endanum, men náddi tað ikki hesaferð. Tíðin hjá honum var tó 49,21, ið er ein betran av hansara persónliga meti við meir enn einum sekundi.

Gentur 14-15 ár

Her vóru tað Edna Maria Debes og Bjørk Reynagarð Svabo, sum royndu seg. Fyrst var tað 100 m, har Edna Maria skuldi royna seg. Her kom hon í ein sera tættan dyst, har einans 0,24 sek var millum gull og broncu. Edna Maria koma á mál við tíðini 15,25, ið rakk til silvurmerkið.

Eftir 100 m var spjótkast á skránni, og har vóru bæði Edna Maria og Bjørk til dystin fús. Hetta var tó ein dystur, sum Bjørk vann trygt. Hon kastaði 600 g tunga spjóti út á 19,86 m. Edna Maria setti persónligt met tá hon í triðja og síðsta umfarið kom út á 15,88 m. Tað var nóg mikið til at tryggja henni silvurmerki.

Síðsta greinin var hæddarlop, har Edna Maria aftur var klár at royna seg. Her kom hon heilt upp á 130 cm, ið var sama hædd sum vinnari. Tíðanverri nýtti hon tvær royndir á 115 cm og 130 cm og var tað orsøkin til at hon fekk silvurmerkið hesaferð.

Dreingir 14-15 ár

Tað var einan Tóri Nielsen sum royndi seg í hesum bólkinum, og tað var í spjótkast hann hevði melda til. Hann kom við einum meti uppá 25,40 m, men tað sást ikki, tí at hann kastaði spjótið útum 30 m strikuna longu í fyrsta kasti. I øðrum kastaði kom hann so heilt út á 33,04 m, ið bleiv hansara longsta. Nevnast skal tó at triðja kasti hjá honum eisini var omanfyri 30 m.

Dreingir 16-17 ár

Hetta var, sum so ofta áður, tann bólkurin har flest íðkarar umboðaðu Hvirluna. Tummas Napoleon Arge, Rúni Jacobsen, Steinolvur Geyti, Bjarni Kárason Petersen, Trygvi Laksáfoss og Tróndur Arge royndu seg í ymsu greinunum. Har teir vóru við vunnu teir eisini. Fyrst á 100 m, har allir uttan Tróndur vóru við. Í fyrra riðlinum skuldu Steinolvur og Bjarni royna seg. Bjarni fekk ein góðan start og økti allan vegin. Hann endaði við at koma á mál 2/3 sek frammanfyri nummar tvey. Tíðin hjá honum var 12,64 sek, ið er ein betran av hansara persónliga meti, hóast hann rann inn í ein mótvind. Steinolvur kom á mál við tíðini 13,77 sek. Í øðrum riðli vóru tað teir á pappírinum skjótaru dreingirnir, sum skuldu royna seg. Harímillum Tummas Napolen Arge og Trygvi Laksáfoss. Tá starturin fór sást eyðkenda eksplosiónin hjá Trygva, og var hann eftir 10 m longu ½ metur frammanfyri hinar. Hann økti allan vegin, og endaði við at vinna við heili 0,39 sek frammanfyri nummar tvey. Tíðin hjá Trygva var 12,13 sek, og var tað skjótasta tíð yvirhøvur á degnum. Tummas Napoleon bøtti um sítt persónliga met, tá hann kom á mál við tíðini 12,81 sek. Tá riðlarnir blivu samanlíknaðir, vísti tað seg at Bjarni einans var 6/100 frá broncumerkinum.

Næsta greinin var longdarlop, og har høvdu Steinolvur, Bjarni og Trygvi avgjørt at royna seg. Trygvi hevur verði tryggur í hesi grein alt ári, og so var eisini í dag. Hóast hann leyp trygt í fyrsta lopi, so var tað nóg mikið til at tryggja gulli. Hetta var eisini longsta lop á degnum. Dysturin um hini heiðursmerkini var meir spennandi. Eftir fyrsta umfarð lá Bjarni sum nummar trý og Steinolvur sum nummar fýra. Bjarni tók seg tó saman í øðrum umfarið og leyp seg upp á annaðpláss, meðan Steinolvur, ið hevði sett persónligt met í fyrsta umfarið sá, at um hann ætlaði sær at koma upp á heiðurspallin, so skuldi hann aftur bøta um sítt persónlig met. Tað gjørdi hann so eisini, tí í triðja umfarið leyp hann neyvt 5,00 m og tryggjaði sær harvið broncumerkið. Samanlagt bøtti hann um sítt persónliga met við 30 cm.

 

Síðsta grein í hesum bólkinum har Hvirlan var umboða var í diskuskast. Her kundi ein hugsa at tað fór at merkjast at teir báðir bestu kastarnir í hesum bólkinum eru farnir á eftirskúla í Danmark, men so var ikki. Tróndur, ið er afturkomin av eftirskúla í Danmark, vann trygt við einum kasti uppá 31,57 m. Hetta var ein betran av hansara persónliga meti við meir enn 6 m. Nummar tvey gjørdist Trygvi Laksáfoss við einum kasti uppá 22,60 m. Hann bøtti sostatt eisini um sítt met. Steinolvur tók broncuna við 21,57 m frammanfyri Bjarna, sum kastaði 1,5 kg tunga diskin 20,59 m, og harvið bøtti um sítt met við góðum metri.

Dreingir 18-19 (1 gull og 2 silvur)

Helgi Geyti er einsamallur um at umboða Hvirluna í hesum bólkinum. Hansara fyrsti startur var á 100 m, har hann skuldi royna seg móti føroyameistarnum hjá monnum. Sum vanta var onki at gera við hann, so Helgi fekk silvurmerkið við tíðini 14,36 sek. Í longdarlop leyp helgi 4,77 m, ið er 1 cm frá hansara persónliga meti. Hetta rakk til eitt silvurmerkið.

So var farið til diskuskast. Har var spenningurin stórur, tí at Helgi hevur ein skaða í høgru øksl, og tí kundi hann ikki nýta høgra arm. Hann vildi tó kasta, og kastaði tí við vinstra armi. Helgi legði seg tó á odda, men í øðrum umfarið fór ein framvið. Í triðja umfarið eydnaðist tað tó Helga at tryggja sær gulli við einum kasti omanfyri 21 m.

Stafettir

Fríggjakvøld var avgjørt at 4×100 m tvørtur um bólka-mørk skuldi telja sum FM, og tí avgjørdi Hvirlan at melda lið til hjá bæði gentum og dreingjum. Fyrst vóru tað genturnar sum royndu seg.  Liðið var Emilia, Edna Maria, Marita og Tinna. Emilia fekk góðan start og skifti trygt til Ednu Mariu. Edna Maria gav Maritu depechina á fyrsta plássi. Marita økti nógv á triðja túrið, og Hvirlan var langt fremst tá Tinna fór avstað. Tinna pressaði tó allan vegin og tað vísti seg at verða gott, tí tá tíðirnar blivu lisnar upp vísti tað seg, at ungu genturnar (12-14 ára gamlar) høvdu sligið eitt 18 ára gamalt føroyskt met fyri kvinnur við 2 sekundum, so tað nú er 57,60 sek.

Hjá dreingjunum var avgjørt, at hava eitt lið har einans dreingir í bólkinum 16-17 vóru við. Á hesum vóru: Tummas Napoleon, Bjarni, Rúni og Trygvi. Eitt yngri lið var eisini. Tað var manna av Dánjal, Elias, Jákup og Tórur (10-13 ár). Tá skoti fór skuldu Tummas Napoleon og Dánjal millum annað royna seg móti føroyameistarnum á 100 m hjá monnum. Her misti Hvirlan nakað fitt. Munurin millum D16-17 og teir førandi minkaði tó nakað á øðrum túri og var nærum status quo á triðja. Trygvi fekk tó depechina næstan 10 m aftanfyri leiðaran og hevði tí ein harðan túr frammanfyri sær. Hann gjørdi tó sítt besta og endaði við at koma á mál einans 0,63 sek frá gullinum. Tíðin var 47,71 sek. Lítil ivi man verða um at hetta er bólkamet. Teir yngru runnu eina imponerandi stafett, tí teir komu á mál einans seks sekundir frá broncuni hóasta teir mundu verða 3 ár yngri í miðal enn hini liðini. Tíðin hjá teimum var 63,10 sek.

Samanumtikið ein sera væleydnaður dagur á Tórsbreyt. Nú verður spennandi at vita um Hvirlurnar aftur megna at prestera so væl í morgin. Fleiri myndir eru í myndasavni.

1 Comment

  1. Hallur Holm says:

    Tillukku við føroyska metinum og øllum hinum góðu úrslitunum!

    Hallur

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *