Føroyskt met til Hanus

Tórur risafet upp móti teimum bestu
28.06.2014
VU spelen 2014
29.06.2014

Føroyskt met til Hanus

Hanus Bergsson, sum misti størsta partin av 2014 vegna skaðar, er í ferð við at vísa, hvat hann kann. Hann var seedaður sum nummar seks í kappingini móti hinum 18-19 ára gomlu íðkarunum á Nya Ullevi stadion í Gøteborg.

Hanus hevði undan kappingini bøtt um sítt persónliga met við góðum trimum metrum til 56,17 m í ár og kvalificeraði seg tá til oyggjaleikirnar, men har var nógv tekniskt eftir at fáa uppá pláss, og hevur verði arbeitt intensivt við hesum seinastu mánarnar. Tað var tí við spenningi, hann tók spjótið til fyrsta kast. Málið við kappingini var føroyskt met, tvs longri enn 57,74 m, og pláss í finaluni. Dreymurin var at kappast um heiðursmerkini og kanska nærkast 60 m strikuni. Hann hevði gott tempo á í atrenningini í fyrsta kasti, men lat armin fella eitt vet ov nógv í impuls-fetinum, og tí fekk hann ikki drigi reint gjøgnum spjótið. Trekki var tó gott, og tá kasti bleiv mált var føroyska metið ein realitetur. Hanus kastaði 57,75 m, ein centimetur longri enn metið hjá Rógva Højgaard.

20140627-6254

Annað kast miseydnaðist, og so bleiv valt at satsa fyri at vita um teknikkur og styrki helt til enn størri ferð í atrenningini. 3. og 4. kast vístu at styrkin í blokkinum var ikki nøktandi til at halda ímóti og tí miseydnaðust hesi kastini. Miseydnast merkir í hesum høpinum at tey “bara” lendu á góðum 53 m.

So var ferðin sett niður aftur, og fokus flutt yvir at halda armin í røttu hædd í impulsfetinum og so fáa eitt gott trekk fram í spjótið. Hetta eydnaðist heilt val í fimta umfarið, og tá mált var segði talvan 59,00 m. Dagsins næsta føroyska met til Hanus. Hetta gjørdi eisini at hann legði seg á annað pláss í kappingini, 11 cm aftanfyri nummar eitt. Síðsta kasti var eitt sindur styttri. Tíðanverri fór silvurmerkið við síðsta kasti í kappingini, har ein fór 92 cm framvið, soleiðis at Hanus endaði við broncumerkinum, einans 92 cm frá gullinum í sterku kappingini.

20140627-6336

Viðmerkjast kann at Hanus hevur støðugt tikið seg fram í mun til sínar javnaldrar í grannalondunum (nr 25 í 2012, nr 6 í 2013 og nr 3 í 2014), og við tí potentialið, ið eftir er, so er lítil ivi um at tað verður áhugavert at síggja hann um nøkur fá ár.

Sum eitt kuriosum kann nevnast at Hanus í kappingini nýtti spjót, sum ein norskur kastari hevði tikið við. Hetta var spjót, sum hesin hevði keypt brúkt frá Andreas Torkildsen, ið vann olympisku leikirnar í bæði 2004 og 2008. So reiðskapurin var uttan iva í lagi.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *