Føroyskt met og silvurmerkið á DM

Tórur Mortensen og Rúni Jacobsen til DM
25.08.2016
Venjing veturin 2016/2017 – børn fødd 2002-2011
30.08.2016

Føroyskt met og silvurmerkið á DM

Tað var við spenningini at gjørt var klárt til DM, tí Rúni skuldi royna seg á fyrsta sinnið í hesi kapping og Tórur skuldi royna seg móti næstbesta trýstøkkara nakrantíð í Danmark.

DM2016-IMG_6057

Fyrstur í eldin var Rúni. Rúni hevur í summar stríðst við ein yvirbelastning í lærinum, men í dag føldust beinini væl fyri tá upphiting fór í gongd. Hann var í fyrst riðli, har hann skuldi renna millum tveir av skjótastu monnum í Danmark. Starturin sat væl og eftir 10 m lá hann undir liðini av síðumonnunum. Manglandi intensiteturin í venjing gjørdi at kraft og timing ikki var optimal, og tí dragnaði hann nakað í mun til teir skjótastu. Hann kom á mál sum nummar fýra í riðlinum, men tíðin 11,52 sek í einum mótvindi uppá 2,1 m/s er ikki langt frá hansara persónliga metið. Eitt stak flott úrsit, sum tó ikki rakk til eitt pláss í finaluni hesaferð.

DM2016-IMG_6030

So skuldi Tórur royna seg í trýstøkk. Teir vóru seks mans til start, men spenningurin var tó mest hvussu væl Peder P. Nielsen, sum áður hevur lopið næstan 2 metrar longri enn Tórur, var fyri, og um Dennis Magi, sum í ár bara er 20 cm aftanfyri Tórur, var ein verðulig hóttan. Tórur vísti longu í fysta lopið at hann meinti tað, tí við 14,73 m leyp hann sítt næstlongsta lop nakrantið, og tá var Dennis Magi effektivt hæktaður av í dystinum um gullið. Har manglaði tó intensitetur í lopinum hjá Tórur. Í øðrum umfarið var intensiteturi betur, men eins og til NM, so misti Torur kropsburðin móti endanum, og tí bleiv síðsta lopið alt ov stutt. Tað bleiv tó mált til 15,00 m, sum er 6 cm longri enn føroyska metið hjá Tórur. So leyp Peder 15,10 m, og tók oddasessin. Tórur svaraði aftur við at bøta um føroyska metið til 15,03 m, og síðan til 15,10 m og harvið leggja seg á odda, tí hansara næstlongsta var longri enn tað longsta hjá Peder. Peder vísti at rutinan er í lagi, tí hann leyp væl í fimta lopið og vísti at hettaa var gott, tí hondin fór í veðrið so skjótt hann hevði lent. Lopið bleiv mált til 15,36 m. Tórur royndi taka hann aftur, men hóast kapaciteturin var har, so vildi teknikkurin ikki sita heilt í dag, og tí gjørdist úrslitið eitt føroyskt met og silvurmerki.

Næsti startur hjá Rúna verður 200 m á DM í morgin (28. august) og síðan á DMU, har Tórur eisini skal royna seg.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *