Føroyskt met, bólkamet og nýggir limir í talentbólkin.

Øssur uppum 2 m í hæddarlopi
09.06.2012
Venjingin “foreldur og børn” avlýst
17.06.2012

Føroyskt met, bólkamet og nýggir limir í talentbólkin.

Tað er ikki lætt at síggja á veðrinum, at summari er komið, men hóast kuldan og vindin so fekk Hvirlan nógv flott úrslit á Tórsbreyt í øðrum umfarið av Grand Prix leygardagin 9. juni. Øssur bøtti enn einaferð um føroyska metið í hæddarlop, fleiri bólkamet komu, og tveir nýggjir limir kláraðu b-krav til talentbólkin.

G8-9 ár

Børka Berg Jørgensen royndi seg í 40 m og 400 m renning, kúlustoyti og longdarlopi. Fyrsta greinin var 40 m renning. Her fekk Børka ein ringan start, men kom tó á mál við tíðini 8,19 sek í 3,0 m/s mótvindi. Á  400  m teininum legði hon hart út, og setti enn eitt persónligt met. Tíðin var 1 min 33,61 sek. Í longdarlopi kom hon á fyrsta sinnið útum 3 m, tá hon longu í fyrstu royndini leyp 3,08 m. Kúlustoyt var síðsta greinin, og her fekk Børka tað 2 kg tungu kúluna út á 3,29 m.

D8-9 ár

Fyri fyrstu ferð í ár var Hvirlan umboða í hesum bólkinum. Tað var Sigmund Jóhansson, sum royndi seg í síni fyrstu kapping á Tórsbreyt. Hann byrjaði við at renna 40 m, har hann kom á mál við tíðini 8,64 sek, í 5,4 m/s mótvindi. Á 400 m teininum rann hann seg til tíðina 1 min 31,92 sek. Í longdarlopi bleiv tað til 2,35 m, og 2 kg kúlan bleiv stoytt út á 2,74 m. Samanumtikið ein góð debut á Tórsbreyt.

G10-11 ár

Helena Svabo Ziska royndi seg í 80 m renning, longdarlopi og kúlustoyti. Fyrst var tað 80 m, har hon kom á mál við tíðini 16,38 sek. Hon leyp 3,08 m í longd og stoytti 2 kg tungu kúluna enn einaferð útum 5 m. Hennara longsta bleiv mált til 5,03 m.

D10-11 ár

Teir tríggir Elias Thorsteinsson, Kristian D. Kúrberg og Bárður Jóhansson vóru aftur klárir í reyðu hvirlu-blusunum. Fyrsta greinin var 80 m renning. Her bøtti Bárður, hóast 4,4 m/s mótvind um sítt persónliga met, so tað nú er 13,78 sek. Tíðin hjá Elias var 14,51 sek, meðan tíðin hjá Kristian var 16,33 sek. Á 800 m teininum bøtti Bárður um sítt persónliga met við 20½ sek, tá hann kom á mál við tíðini 2 min 56,53 sek. Elias kom á mál við tíðini 3,11,75 sek. Tá tað kemur til lop, hevur Elias verðuliga tikið seg fram í ár, og leygardagin vísti hann, at hann kann leypa langt, eisini tá teknikkurin ikki heilt riggar. Hansara longsta var mált til 3,64 m. Tað man ikki fara at ganga leingi áðrenn 4 m verða lagdir afturum. Bárður bøtti um sítt persónliga met tá hann leyp 3,07 m. Síðsta greinin var kúlustoyt. Har stoytti Elias 5,85 m, meðan Bárður kom út á 4,77 m. Kristian bøtti um sítt persónliga met við neyvt einum metri, tá hann stoytti kúluna út á 4,97 m.

G12-13 ár

Heilar fýra gentur umboðaðu Hvirluna í hesum bólkinum. Tær vóru Tinna Berg Jørgensen, Rebecka Monja Jørgensen, Guðrið Káradóttir Petersen og Kezia Vang. Fyrsta greinin var 80 m. Hetta er grein sum Tinna plagar at vinna trygt, men hon hevur verið sjúk í seinastuni, og sást tað aftur, tí tíðin hjá henni var meir enn ½ sek seinni, enn hon plagar at renna teinin uppá. Hóast hetta var hon einans 2/100 sek frá at vinna. Tíðin hjá Tinnu var 12,06 sek. Rebecka rann teinin uppá 14,42 sek, Guðrið uppá 15,37 sek og Kezia uppá 15,40 sek. Tær tríggjar seinnu bøttu allar um síni persónligu met í nógva mótvindinum. Í longdarlopi leyp Tinna 3,92 m, Guðrið 2,87 m og Kezia 2,33 m. Kúlustoyt endaði við at Tinna stoytti 2 kg tungu kúluna út á 6,46 m, Guðrið 5,77 m, Rebecka 4,81 m og Kezia 4,47 m. Aftur hesaferð bøttu tær tríggjar síðstu um síni persónligu met.

D12-13 ár

Dánjal Dahl Ljósheim og Dávið Hentze royndu seg í hesum bólkinum. Fyrsta greinin var 80 m, har Dánjal var við. Hann rann seg til tíðina 13,14 sek í hóast 3,3 m/s mótvind, sum er persónligt met. Longdarlop endaði við at Dávið leyp 3,79 m og Dánjal 3,66 m. Hjá báðum er tað longur enn teir hava lopið áður. Í kúlustoyti vóru báðir við og har stoytti Dávið 3 kg tungu kúluna út á 7,68 m, ið er longri enn gamla bólkametið. Dánjal stoytti kúluna 6,57 m, ið er góðan metur longur enn hann stoytti 2 kg kúluna í 2011.  Síðsta greinin var 800 m, har Dánjal aftur royndi seg. Hann rann teinin uppá 2 min 50,03 sek.

G14-15 ár

Vegna skúla útferð “manglaðu” tríggjar av teimum, sum plaga at umboða Hvirluna og tí var Edna Maria Debes einsamøll. Hon byrjaði við hæddarlopi, har hon leyp 1,30 m áðrenn hon fór til 200 m renning. Hetta var fyrstu ferð hon royndi seg á 200 m teininum, ið hon ikki venur. Ikki kann sigast annað enn en debut’in var imponerandi. Tí hon kom á mál við tíðini 30,34 sek hóast ein mótvind á langsíðuni uppá 2 m/s. Edna Maria royndi seg eisini í spjótkasti, og har kastaði hon 600 g tunga spjótið 18,55 m.

D14-15 ár

Tóri Nielsen og Jákup Dahl Ljósheim royndu seg móti hinum 14-15 ára gomlu dreingjunum. Á 200 m var Jákup við, og rann hann teinin uppá 31,31 sek, ið hóast 3,0 m/s ímóti er persónligt met, við næstan einum sekundi. Jákup var eisini við í hæddarlop, har hann leyp 1,25 m, ið er tangering av persónliga metinum. Í spjótkast vísti Tóri, at hann hevur vant væl í seinastuni, tí at hann kastaði 600 g tunga spjótið 36,98 m, og bøtti harvið um sítt einans 2 mánaðar gamla persónliga met, við meir enn 3 metrum. Kasti er eisini longur enn b-kravið til talentbólkin. Jákup kastaði 18,56 m, ið eisini var persónligt met. Síðsti startur var 800 m teininum, har Jákup aftur stóð klárur. Her hevði hann ein øgiligan endaspurt, har hann tók 20 m inn á hinar á síðstu 100 m. Hann rann teinin uppá 2 min 46,24 sek, ið er persónligt met við 14 sek.

G16-17 ár

Bjørk Reynagarð Svabo var, sum so ofta áður, einsamøll at umboða Hvirluna í hesum bólkinum. Hon royndi seg í spjótksti og har kastaði hon 600 g tunga spjótið út á 18,47 m.

D16-17 ár

Tummas Napoleon Arge og Hans Hjørleivur Magnussen umboðaðu Hvirluna. Fyrsta greinin var 200 m, har Tummas Napoleo, hóast ein mótvind uppá 2,1 m/s rann teinin uppá 24,83 sek. Tað er nýtt persónligt met, og enntá undir b-kravið til talentbólkin. Tíðin hjá Tummas Napoleon var skjótasta tíð á degnum. Tað kann nevnast at persónliga metið hjá Tummas Napoleon var omanfyri 27 sek tá hetta kappingarárið byrjaði.  Hæddarlop er ikki grein, sum Tummas Napoleon venur, men hann valdi at luttaka, og leyp hann 1,20 m. Í spjótkasti bøtti Hans Hjørleivur um sítt 13 dagar gamla met, við meir enn 2 metrum, og kom á fyrsta sinnið útum 20 m strikuna, tá hann kastaði 700 g tunga spjotið 20,11 m. Tummas Napoleon kastaði 19,20 m, ið eisini er persónligt met.

D18-19 ár

Trygvi Laksáfoss, Tróndur Arge, Teitur Arge Seloy og brøðurnir Helgi og Steinolvur Geyti royndu seg í hesum bólkinum. Fyrst á skránni var spjótkast, har Tróndur bøtti um sítt persónliga met við 800 g spjótinum við heili 7 metrum. Hann var tó ikki heilt nøgdur, tí tað manglaðu 49 cm í at klára A-kravið til talentbólkin, og longsta kast var ikki mált tí tað var mett ikki at markera (oddurin nart ikki við fyrst tá spjótið lendi). Hóast “b-kravið” er definera 700 g spjótinum, so var kasti hjá Trónda longur enn hetta krava, og má tí vantast at Tróndur nú eisini er við í talentbólkinum. Kasti hjá Trónda er nærum 4 m longur enn gamla bólkametið. Helgi kastaði 36,55 m, Steinolvur 32,00 m og Teitur, ið nýliga er byrjaður at venja kastaði 17,20 m, og bøtti harvið um sítt persónliga met við meir enn 5 metrum. Hæddarlop var næsta grein á skránni, og har vóru Trygvi og Helgi við. Trygvi hevur ein skaða í vinstra beini, sum hann vanliga leypur við, og tí leyp hann við høgra hesaferð. Hann megnaði tað, sum ein kundi sagt var ómøguligt, tá hann leyp 1,70 m og var nær við at klára 1,75 m, ið vildi verði 2 cm omanfyri a-kravið til talentbólkin. Lopið hjá trygva er hægri enn gamla bólkametið. Helgi leyp 1,55 m. Helgi, ið annars er kastari burturav, royndi seg eisini á 200 m, har hann kom á mál við tíðini 29,32 sek (W -2,3).

Kvinnur

Sólja Jóanisdóttir royndi seg í spjótkasti. Her kastaði hon stabilt, og var hennara longsta kast við 600 g spjótinum mált til 25,96 m.

Menn

Hjá teimum vaksnu monnunum royndu Rógvi Højgaard, Øssur Debes Eiriksfoss og Birgir Hansen seg. Fyrsta greinin var spjótkast, har Rógvi Højgaard royndi seg. Hetta er fyrsta kapping eftir at hann kvalificeraði seg til oyggjaleikirnar. Hesaferð argaði teknikkurin í byrjani, men hann megnaði tó at fáa spjótið út á 54,69 m og vísti harvið stabilitet á høgum støði. Næsta greinin var hæddarlop har Øssur og Birgir royndu seg. Øssur kom inn í kappingina longu á 1,65 m men hann endaði við at leypa 2,00 m og gjørdist harvið fyrsti føroyingur omafyri 2 m í hæddarlopi. Nærri frágreiðing og videoupptøka av lopinum sæst her. Birgir leyp 1,55 m í síni fyrstu hæddarlopskapping, sum er ein flott debut. 200 m kom beint eftir at hæddarlop var liðugt, og her var bara hjá Øssur at skifta skógvar og so leggja seg í blokkarnar. Her rann Øssur teinin uppá 25,25 sek í fyrstu kapping hjá honum á hesum teininum. Birgir rann teinin uppá 25,66 sek.

Fleiri myndir eru í myndasavinum og øll úrslitini síggjast her.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *