Føroyskt met á Jatnatøkum

Vælafturkomin av Oyggjaleikum
23.07.2013
Rebekka og Yuan-Zhong ársins Jøtna og Jøtun
26.07.2013

Føroyskt met á Jatnatøkum

Eftir gráveður í nakrar dagar, byrjaði tað at lýsa tá Jatnatøk skuldu fara í gongd, og tá fyrstu greinar fóru í gongd var sólin farin at skína. Hetta gjørdi at umstøðurnar vóru nærum optimalar fyri íðkararnar, ið vóru møttir á Tórsbreyt at royna seg. Byrjanin var tó eitt sindur óheppin, tí elektriska tíðtøku-skipanin vildi ikki í byrjani, og tí vóru fyrstu rennikappingarnar settar i gongd við manuellari tíð.

Fyrsta greinin, sum fór í gongd var hæddarlop, har menn og kvinnur lupu samstundis. Her vóru tríggjar kvinnur og ein maður við. Hjá kvinnunum var Rebecka Monja Jørgensen (’99) úr Hvirluni fyrst í eldin. Hon fór inn á hæddini 1,10 m, sum hon kláraði í fyrstu royndini. Hon kláraði so hæddirnar 1,15 og 1,20 í fyrstu royndini. 1,25 m kláraði hon í triðju royndini. 1,30 m kom hon uppum í fyrstu royndini og bleiv tað hægsta lop hjá henni. Tað er 25 cm hægri enn hon hevur lopið áður. Edna Maria Debes (’97) úr Hvirluni var næst at fara inn í kappingina. Hon kom uppum 1,30, 1,35 og 1,40 í fyrstu royndunum. Hóast góðar royndir á 1,45 m, so kom hon ikki uppum hesaferð. 1,45 var hæddin har triðji íðkarin, Kristín Lív Svabo Jónsdóttir (’96) byrjaði sína kapping. Lív, ið er fastur gestur hjá Hvirluni hvørt summar, har hon venur saman við ungu Hvirlunum. Hon kom uppum allar hæddir til og við 1,55 m i fyrstu royndini, men hesaferð var 1,60 m ov høgt.

Yuan-Zhong Wu (’91) úr IFK Væxjø byrjaði heilt uppi á 1,80 m. Hann var tryggur uppum, eins og hann var uppum allar hæddi til og við 2,00 m. So fór yvirliggjarin upp á 2,03 m. Hann hevði onkra góða roynd, men hesaferð gekk ikki. Úrslitið er tangering av hansara egna jatnatøk-metið fra 2011.

Onnur greinin var spjótkast hjá kvinnum. Her vóru fýra luttakarar við, allir úr Hvirluni. Spenningur var tó ongantíð um fyrsta plássi, tí Marita Káradóttir Petersen (’98) byrjaði við at bøta um bólkametið í bólkinum G15, og tað endurtók hon heilar fýra ferðir. Hennara longsta kom í fimta umfarið, og var tað mált til 32,03 m. Úrslitið hjá Maritu er Jatnatøk-met. Spenningur var um annað pláss, har Edna Maria Debes (’97) kastaði 22,14 m i fyrsta umfarið. Bjørk Reynagarð Svabo (’96) kastaði 21,09 m í øðrum umfarið, men nærri kom hon ikki.

Fyrsta rennikapping var 400 m hjá monnum, har einans tveir møttu til startin. Hetta vóru tó ikki ein og hvør, tí báðir hava teir runnið væl í ár. Kapping var rættuliga tøtt allan vegin, men tað var Regin Joensen (’95) úr Bragdiðnum, ið var drúgvari og vann við tíðini 54,4 sek, frammanfyri liðfelagan Teitur Bjarnastein (”97), sum kom á mál við tíðini 54,8 s.

Á 80 m D/G 12-13 vóru einans ein genta og ein drongur melda til. Elias Thorsteinsson (’01) úr Hvirluni rann teinin uppá 12,9 sek, meðan Elisabeth Holm Simonsen (’01) úr Bragdið rann teinin uppá 12,1 sek.

Eins og í hæddarlopi, so lupu menn og kvinnur samstundis. Hóast bara tríggir luttakarar hjá kvinnunum, so var kappingin sera spennandi. Tað byrjaði við at Marita leyp 4,28 m, meðan Rebecca Arnesson (’92) úr IFK Væxjø (SE) leyp 10 cm longri. Í øðrum umfari økti fyrst Marita til 4,35 m, men Rebecca økti til 4,46 og økti sostatt um munin. Aftur í triðja umfarið minkaði Marita um munin við einum lopið uppá 4,42 m, men aftur svaraði Rebecca við at økja. Munurin var tó einans 7 cm. Í fjóra umfarið meldaði Tinna Berg Jørgensen seg inn í dystin um gullið við einum lopið uppá 4,39 m, ið er persónligt met. Marita gjørdi yvirtrakk meðan Rebecca aftur økti. Marita var tó ikki liðug, tí í fimta økti hon til 4,50 m og legði seg bara 1 cm aftanfyri Rebeccu. Rebecca økti tó aftur ti 4,55 m, meðan Tinna gjørdi yvirtrakk. Í síðsta umfarði økti hvørki Tinna ella Marita og fór gullið tí til Rebeccu, sum fyri fimtu ferð økti um longdina, so endaliga úrslitið gjørdist 4,59 m. Úrslitið hjá Maritu er Hvirlumet.

Tórur Mortensen (’98) úr Hvirluni var einsamallur maður, men hetta darvaði honum ikki, tí longu í øðrum lopið fór hann útum sítt persónliga met, við einum lopið uppá 5,22 m. Tíðanverri var vindurin 0,1 m/s ov nógvur. Í síðsta umfarið leyp hann tó enn longur, soleiðis at hansara bólkamet nú er 5,25 m.

100 m hjá gentum var grein har fimm luttakarar vóru. Her runnu tær 14-15 ára gomlu saman við teimum 16-17 ára gomlu. Hjá teimum yngru fekk Marita Káradóttir Petersen góðan start, men hóast Tinna Berg Jørgensen (’99) úr Hvirluni pressaði, so helt Marita á mál. Tíðin hjá Maritu var 14,3 sek. Tinna gjørdist nummar tvey við 14,4 sek og Margit Weihe Fríðmundsdóttir (’99) úr Bragdinum gjørdist nummar trý við somu tið sum Tinna.

Hjá teimum eldru var tað Hildur Poulsen (’97) úr Bragdinum, sum fekk betra startin. Hon helt á mál, har hon við tíðini 14,3 sek var 1/10 sek frammanfyri Ednu Mariu Debes.

Hjá teimum 14-15 ára gomlu dreingjunum var tað bara Jákup Dahl Ljósheim (’98) úr Hvirluni, sum fór í blokkin tá startarin rópti “á plássini”. Hann kom á mál við tíðini 15,2 sek.

Mennirnir vóru byrjaðir at kasta diskus. Henda kapping endaði við at blíva tøtt, tí Hallur Simonsen (’95) úr Hvirluni fekk ikki teknikkin at rigga og tí lá hann ein metur aftanfyri Simon Assarsson (’91) úr IFK Væxjø (SE) tá kappingin var hálvrunnin. Tá tók hann seg saman, og kastaði góðan metur útum longsta kasti hjá Simon. Sostatt endaði Hallur við at vinna við 37,06 m, ið er Jatnatøk-met. Simon á øðrum plássi kastaði 36,03 m og Helgi Geyti (’93) úr Hvirluni á triðja kastaði 28,25 m.

Tveir mans og ein drongur (D14-15) runnu 200 m samstundis. Rúni Seloy (94) úr Bragdinum, ið fekk nøkur sera flott úrslit á oyggjaleikum á 400 og 800 m, skuldi her royna seg á 200 móti sviðanum Paul Thuvesson (’84) úr Vittsjø. Báðir startaðu væl, og lógu tættir tá teir komu inn á langsíðuna. Rúni hevði tó munin. Síðstu 100 m pressaði Paul allan vegin fyri at koma framum, men Rúni er drúgvur og helt á mál, har hann var 0,08 sek frammanfyri Paul. Tíðin hjá Rúna var 24,66 sek, ið er jatnatøk met. Jákup Dahl Ljósheim (D14-15), ið rann 200 m einans minuttir eftir at hann var liðugur við 100 m, kom á mál við tíðini 31,71 sek.

Kvinnur, ella rættari kvinna og gentur 14-15 runnu samstundis. Kvinnan var sigursharrin á 100 m Hildur Poulsen. Hon var eisini skjótast av øllum. Tíðin hjá henni var 29,77 sek, ið er Jatnatøk met. Hjá 14-15 ára gomlu gentunum var dysturin mikið tættari, tí har vann Margit Weihe Fríðmundsdóttir við tíðini 29.98 sek, meðan Karin Holm Simonsen kom 0,05 sek aftanfyri og yngra systurin hjá Karin, Elisabeth Holm Simonsen, var 0,17 sek longur afturi.

Mennirnir vóru byrjaðir at kasta spjót, og var hetta ein kapping, sum stórar forvantningar vóru til, tí millum luttakarnar vóru Rógvi Højgaard (’93) úr Hvirluni, ið vann broncu á Bermuda í hesi grein, og ungi Hanus Bergsson (’95) úr Hvirluni, ið átti longsta kast av føroyingi í 2013 inntil broncukasti hjá Rógva á Bermuda. Tað var eisini Hanus, sum legði seg á odda í fyrsta umfarið við einum kasti uppá 52,23 m. Rógvi megnaði bara 51,24 m. Næstu fýra umførðini royndi Rógvi so at nærkast, men tað tyktist sum um langa kasti ikki var har í dag. Tí støðan undan síðsta umfarið var óbroytt í mun til fyrsta umfarð. Hanus kastaði fyrst, men megnaði ikki at økja, og so átti Rógvi síðsta kast. Her vísti hann hvat hann er førður fyri, tí hann økti við trimum metrum, og kom heilt út á 54,32 m, ið er Jatnatøk met. Tað er tó ongin ivi um at Hanus kemur at halda áfram við at pressa Rógva i komandi kappingum. Á triðja plássi kastaði Tróndur Arge 43,30 m, ið er longri enn B-kravið til talentbólkin.

Einasti miðteinur á degnum var 800 m, har tríggir luttakarar úr Treysti royndi seg. Ella rættari tveir royndu seg, ti oyggjaleika luttakarin Marner Djurhuus rann hara fyri Gunnar Sivertsen (’99). Einar legði tó til bráts tá skotið fór og rann einsamallur allan vegin. Hann kom á mál við tíðini 2 min 9,35 sek, meðan Gunnar fekk tíðina 2 min 19,53 sek.

Næst síðsta rennigrein á degnum var 400 m hjá kvinnum, og har hendi tað óvanliga at allar høvdu sama fornavn. Tað var nevnilig oyggjaleikaluttakarin Rebecka Fuglø (’93) úr Treysti, sum royndi seg móti Rebeccu Arnesson (’92) úr IFK Væxjø og Rebecku Monju Jørgensen (’99) úr Hvirluni. Fuglø hevur runnið væl í seinstuni, og tí fór at verða spennandi um føroyska metið fór at yvirliva. Fuglø fekk ein góðan start, tí longu eftir fyrsta sving var hon farin framvið Arnesson, á geilini uttanfyri. Hon helt tempo væl, og á 200 m sást at okkurt serligt var ávegis. Fuglø helt tempo heilt á mál, har klokkan segði 60,99 sek, ið er næstan 1½ sek skjótari enn gamla føroyska metið. Tíðin hjá Rebekku Fuglø er eisini Jatnatøk-met. Arnesson kom á mál við tíðini 64,97 sek meðan Jørgensen debuteraði á 400 m teininum við tíðini 80,19 sek.

Síðsti startur á degnum var 100 m hjá monnum og dreingjum 16-17 ár. Teitur Bjarnastein var einsamallur hjá dreingjum 16-17 ár. Tíðin hjá honum var 13,60 sek. Hjá monnunum vóru fimm luttakarar. Her var Simon Assarsson skjótastur úr blokkinum og økti hann allan vegin. Tíðin hjá honum gjørdist 11,59 sek, ið hóast mótvind er Jatnatøk met. Næstur var Rúni Jacobsen, ið ikki hevur kappast fyrr í ár vegna trupulleikar við skaða. Hetta var fyrstu ferð hann var í píkaskóm síðan í vetur. Tíðin hjá Rúna gjørdist 11,94 sek. Meðan dysturin um broncuna var so mikið tættur at ein venjari bað um at síggja málfoto. Úrslitið gjørdist a Pauld Thuvesson gjørdist nummar trý við tíðini 11,28 sek, 0,02 sek frammanfyri Yuan-Zhong Wu.

Samanumtikið ein væleydna kapping, við nógvum góðum úrslitum. Úrslit: renning, hædd, longd/spjót/diskus. Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Stuðla kappingini høvdu: P/F Wenzel og Hotel Føroyar

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *