Føroyskt met á 4×100 m

8 gull fyrsta dagin á FM
18.08.2019
Hvirlan vann aftur FM
19.08.2019

Føroyskt met á 4×100 m

Eitt av teimum elstu metunum innan frælsa ítróttin var metið á 4×100 m hjá monnum. Her vóru tvey lið, sum áttu hetta met. Annað royndi seg á oyggjaleikunum í Føroyum í 1989, meðan eitt annað liði tangeraði tíðina í 1992. Líka síða hava fleiri lið roynt at taka hetta met, men uttan eydnu, tvs inntil fyrra dagin av Stóra-FM2019.

Tað var Magnus Dal-Christiansen, sum annars er mest kendur sum fleirfaldur føroyskur meistari í badminton, ið var fyrsti maður. Orsøkin til at velja hann til fyrsta túr er, at hann dugir væl at starta úr blokkinum. Hann var eisini skjótur avstað, og rann fyrsta svingið væl. Ávegis úr svinginum skuldi hann geva boðini til Dánjal Dahl Ljósheim, sum var valdur til annan túrin, tí at hann hevur góða sprintúthaldinheit. Skifti sat nærum perfekt og so setti Dánjal turboðina til. Hann var so mikið nógv skjótari enn kappingarneytin at hann í verðuleikanum avgjørdi hvør fór við gullinum. Ávegis inn í næsta sving stór Miso Buha klárur. Miso, sum einamest er leypari, dugir væl at renna sving, og tí átti hann triðja túrin. Skifti gekk ikki optimalt, men Miso kom avstað væl áðrenn næstan lið, og megnaði at økja nakað í svinginum. Eftir at hava runnið sínar 100 m skuldu boðini leverast til Tórur Mortensen, sum nýliga tók føroyska metið á 100 m. Her var skifti aftur miseydnað, men ferðin hjá Tórur var øgilig, soleiðis at tað bleiv uppvísningis renning um mállinjuna. Á málinum vóru teir fýra sek fremri enn næsta lið á mál, ella 1 sek pr mann. Tíðin var 45,18 sek, sum er 1,16 sek undir gamla føroyska metið.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *