Føroysk met í Reykjavík

Hvirlan aftur flott úrslit í fjóra umfarið av vetrarkappingini
18.01.2016
Hvirlur eru góðar
07.02.2016

Føroysk met í Reykjavík

Tað er ikki møguligt at kappast, ella fyri tann skuld venja, innandura í Føroyum, tí fara nógvar hvirlur til Íslands at luttaka í stóru innandura kappingini Stórmót ÍR í Laugardalshøllini í Reykjavík. Kappast verður leygardag bæði leygardag og sunnudag. Leygardagurin endaði við føroyskum metum á 60 m hjá kvinnum og trýstøkk hjá monnum, umframt eina røð av persónligum metum.

Dreingir 15

Bárður Jóhansson byrjaði dagin við 60 m, ið er styttsti sprint teinur. Bárður fekk ikki ein optimalan start, men rann seg upp, og tá hann kom á mál segði klokkan 8,34 sek, sum er 0,88 sek skjótari enn hann hevur runnið teinin áður.

stormot2016-IMG_0552

Bárður steðgaði tó ikki har, tí longu lítlan tíma eftir at hann kom á mál á 60 m, stóð hann aftur í starblokkinum. Hesaferð skuldi hann renna 200 m. Her var hann komin í ein ov veikan riðil, og tí rann hann teir 200 m at kalla einsamallur. Hann megnaði tó aftur at bøta munandi um sítt persónliga met Tíðin hjá honum gjørdist 27,34 sek.

stormot2016-IMG_0605

Gentur 16-17

Guðrið Káradóttir Petersen og Tinna Berg Jørgensen byrjaðu dagin við 60 m. Guðrið, sum nýliga er byrja aftur at venja, var í fyrsta riðli. Hon rann teinin uppá 10,05 sek. So var tað Tinna, sum átti tørn. Tinna hevur arbeit nógv við at broyta renni-teknikkin. Hetta riggaði væl fyrru helvt, har hon lá á odda í sínum riðli, men so kom gamli teknikkurin undan, og misti hon nakað móti endanum. Tíðin gjørdist 8,85 sek.

stormot2016-IMG_0643

Guðrið og Tinna fóru síðan til longdarlop. Her var gjørdi Tinna yvirtrakk í fyrstu royndini, meðan Guðrið bøtti um sítt persónliga met til 3,47 m. Í næstu royndini koma Tinna út á 4,29 m. Hetta gjørdust longstu lopini hjá teimum báðum.

stormot2016-IMG_0813

Síðsta kappingin hjá 16-17 ára gomlu gentunum var kúlustoyt, og her stóðu Karin Ragnarsdóttir Dam, Eva Barba Arge og Guðrið klárar at royna seg við 3 kg tungu kúlunum. Guðrið kom longu í fyrsta umfarið út á 6,97 m, sum er væl longri enn hon megnaði innandura síðsta vetur. Eva Barba og Karin royndu seg á fyrsta sinnið í kapping, og komu tær út á ávikavist 7,41 m og 8,45 m. Tvey flott persónlig met.

stormot2016-IMG_0925

Dreingur 16-17 ár

Dánjal Dahl Ljósheim var fyrsta hvirla í eldinum tá hann royndi seg á 800 m. Hann kendi ikki hinar luttakararnar, og valdi hann tí at fylgja við. Tað var runnið skjótt. Fyrsta umgang rann hann uppá 30 sek. Annan uppá 29 sek, og sostatt kom hann undir sítt persónliga met á 400 m. Enn vóru tó 400 m eftir at renna, og nú byrjaði hann at merkja harða útleggi. Triðja umgang rann hann uppá 34 sek, og tann fjóra uppá 40 sek. Tíðin gjørdist sostatt 2 min 13,62 sek, sum er næstan 12 sekund skjótari enn hann hevur runnið teinin áður.

stormot2016-IMG_0532

So var 60 m á skránni. Her royndu Jóhan Nattestad Kass, Tóki Bak Sørensen og Dánjal seg. Jóhan byrjaði við at bøta um sítt persónliga met við meir enn ½ sekundi til 8,43 sek, meðan Tóki debuteraði við 8,85 sek. Dánjal var so óheppin at hann tjóðstartaði, og var tí diskvalificeraður.

stormot2016-IMG_0541

Tóki helt síðan áfram til 200 m, har hann aftur skuldi royna seg á fyrsta sinnið. Hann rann væl, men tað krevur teknik at halda sprint-stílin so langt. Hetta kláraði Tóki heilt væl, og kom á mál við tíðini 28,98 sek.

stormot2016-IMG_0864

Jóhan royndi seg siðani við 5 kg tungu kúluni, har fyrsta royndin gjørdist yvirtrakk. Næstu ferð kom hann út á 7,55 m, sum er persónlig met. Hetta gjørdist tað longsta hjá Jóhan á degnum.

stormot2016-IMG_0890

Síðsta kappingin hjá dreingjunum var longdarlop. Her royndu Jóhan, Tóki og Dánjal seg. Alli komu teir úr kappingini við persónligum metum. Dánjal leyp 4,49 m, ið er 21 cm longri enn hann hevur lopið innandura áður. Jóhan leyp 4,28 m, ið er 27 cm longri enn hann hevur lopið áður, meðan Tóki debuteraði við at leypa 3,1 m.

stormot2016-IMG_1019

Kvinnur

Á Stórmót ÍR eru bólkarnir 18-19 ár og vaksin løgd saman. Tað merkti at Alda og Edna Maria kappaðust móti teimum bestu. Alda var tann fyrra í eldin, har hon skuldi royna seg á 60 m. Fyri einum ári síðan setti hon føroyskt met við 8,61 sek. Eitt met, sum einans slapp at standa í 30 min. Hesaferð var hon tann siðsta sum skuldi royna seg á 60 m, so um hon megnaði at bøta um metið, so slapp tað at standa, men undan henni var tað bøtt tvær ferðir við 0,01 sek, so tá hon fór í blokkin stóð metið á 8,49 sek. Hetta nervaði tó ikki Aldu, tí tá hon koma á mál segði klokkan 8,41 sek, og harvið skar hon 0,08 sek av føroyska metinum.

stormot2016-IMG_0771

So var tað Edna Maria, sum royndi seg í  trýstøkk. Edna Maria hevur áður lopið væl í trýstøkk, men fyri at taka næsta stigi út á tey longu lopini er neyðugt at broyta sprint-teknikkin grundleggjandi. Hetta er nakað, sum kostar í mun til úrslit uppá stutt sigt. Edna Maria fekk ikki teknikkin at sita, og leyp tí, styttri enn hon er von við. Teir 9,85 m eru tó avgjørt ein góðkend longd eftir umstøðunum.

stormot2016-IMG_0912

Menn

Tað vóru Jákup Dahl Ljósheim, Tórur Mortensen og Magnus Dal-Christiansen byrjaðu dagin við at renna 60 m. Tíðirnar gjørdust 8,09 s (Jákup), 7,68 s (Magnus) og 7,35 s (Tórur). Jákup og Tórur bøttu um síni persónligu met, og er Tórur nú við at koma niður á tíðir, ið vísa at hansara longdarlop kann nærkast teimum 7 metrunum.

stormot2016-IMG_0728

So royndi Kristian Martin Garðalíð seg við 7,26 kg tungu kúluni. Kristian Martin, sum eisini kappast fyri ÍSB, hevur leingi havt trupulleikara við at fáa teknikkin at hanga saman. Hesum hevur verði arbeitt við, og tað sær út til at okkurt er á veg, tí nú byrjaðu longdirnar at koma aftur. Hansara longsta gjørdist 9,79 m, sum er tað longsta hann hevur stoytt kúluna innandura, og er tað bara 2 cm frá hansara uttandura metið.

stormot2016-IMG_0843

Næsta kapping skuldi verði longdarlop, men av tí at tað lá bara tveir tímar undan trýstøkk, valdi Tórur at droppa longdarlop, fyri at fokusera uppá trýstøkk. Hetta var uttan iva ein góð avgerð, tí longu í fyrsta lopinum bøtti hann um sítt innandura met við 84 cm. Í næsta lopinum kom hann á fyrsta sinnið út um 14 m strikuna, og tók hann samstundis føroyska innandura metið hjá Øssur Debes Eiriksfoss. Hann steðgaði tó ikki har, tí í fjóra umfarið leyp hann 14,45 m, sum er longri enn føroyska metið uttandura hjá Øssur og 87 cm longri enn Tórur hevur lopið áður. 14,15 m er eisini kravið hjá europeiska sersambandinm fyri frælsa ítrótt til U18 EM. Tíðanverri er Tórur 3 vikur ov gamal til at luttaka har.

Síðsta kappingin var 1500 m, har Jákup royndi seg, her valdi Jákup at leggja seg í høvuðsbólkin, har hann lá líka til teir komu á mál. Tíðin hja honum gjørdist 5 min 08,64 sek.

stormot2016-IMG_1054

Samanumtikið ein sera góður dagur, sum vísur at har umstøðurnar geva eyka avbjoðingar, kann viljin taka um endan og borga fyri góðum úrslitum.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *