Føroyingur og svii ársins jøtun og jøtna.

Jatnatøk stak væleydnað
05.08.2012
So skjeyt hann fyri hvirluvindunum!!! :-)
06.08.2012

Føroyingur og svii ársins jøtun og jøtna.

Ein serligur heiður, sum kappast verður um á Jatnatøkum, er dysturin um at gerast ársins jøtun og ársins jøtna. Hetta er ein roynd at heiðra tí manni og tí kvinnu, sum fáa besta úrslit í kappingini. Til at náa hetta, verður stigatalva hjá altjóða sersambandinum fyri frælsu ítróttina (IAAF) nýtt.

Tá hugt varð eftir øllum úrslitunum hjá kvinnum, so vísti tað seg at Sofie Wiberg (IFK Væxjø – Svøríki) fekk 838 stig fyri sigurin á 100 m, meðan Kristín Lív Svabo Jónsdóttir (ÍR – Ísland) fekk 803 stig fyri úrslitið í hæddarlopið á øðrum plássi í dystinum um at gerast ársins Jøtna. Her er áhugavert at í 2011 vann Kristín Lív frammanfyri Sofie.

Hjá monnunum var stutt millum stigini á fyrsta og øðrum plássi. Spenningur var tó ongin, um hvør fór við sigrinum, tí á fyrsta plássi var Øssur Debes Eiriksfoss við 815 stigum fyri úrslitið í longarlopið, meðan annaðpláss fór eisini til Øssur við 800 stigum fyri úrslitði í hæddarlopi.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *