Føroya Bjór Mannfólkarenning á summarmála

Føroya Bjór mannfólkarenning 2018
10.03.2018
Fyrsta umfarð av Grand Prix á breyt eydnaðist væl – UPPDATERA
20.05.2018

Føroya Bjór Mannfólkarenning á summarmála

Ársins mannfólkarenning í Havnadali fekk stóra undirtøku. Góða veðrið seinastu dagarnar og eitt tiltak við feitum bilum hjá P/F Wenzel, góðum mati frá Leif Vant, drekka frá Føroya Bjór og undirhaldi gjørdi at tað var av bestu umstøðum at fáa eina væleydnaða mannfólkarenning og var tað ein stórur hópur sum rann frá Føroya Bjór kl. 13

Sjálvt um 5 kilometra rutan var áleið tann sama sum undanfarin ár, so vóru kortini fleiri avbjóðingar. Nýggjur vegur er komin millum Tórshavn og Argir, vegurin í Vika er grivin upp og tað er altíð spennandi hvussu slepst yvirum ósan í Sandágerði. Sum siðvenja er, so var net spent út í Sandágerði, og máttu menn tí eisini grulva nakrar metrar. Kortini var ferðin høg og longu aftaná smáðar 23 minuttir byrjaðu menn at koma á málið sum var hjá Wenzel. Fyrstur um málstrikuna var Dánjal Dahl Ljósheim við tíðini 22,49 minutt og honum á baki komu sjey mans sum runnu undir 24 minutt. Liðkappingina vann Bragdið.

Í opna bólkinum var úrslitið

1: Dánjal Dahl Ljósheim 22,49

2: Steffan Klein Poulsen 23,27

3: Magni Jóhnson Hansen 23,33

 

Veteranar

 1: Andrass Joensen 23,45

2: Hallur Holm 23,56

3: Hjalti Eliassen 27,14

 

Superveteranar

 1: Bartal M. Kass 31,38

2: Aksel Ljósheim 40,45

 

Liðkapping

1: Bragdið

2: Team Vatnhamar

3: Skechers 2

øll úrslitini síggjast her. fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *