Føroya Bjór mannfólkarenning 2018

Lýdia í topform
25.02.2018
Føroya Bjór Mannfólkarenning á summarmála
15.04.2018

Føroya Bjór mannfólkarenning 2018

Melda til her: https://www.atgongumerki.fo/fif/

Mannfólkarenning er gott høvi hjá vinmonnum, arbeiðsplássum, ítróttafólki og øllum møguligum monnum at dyrka seg sjálvar, og ikki minst, bjóða øðrum av sum einstaklingur ella sum lið.

Ársins mannfólkarenning verður 14. apríl, – vit byrja kl. 13.00. Runnið verður 5 kilometrar og í Sandágerði er forðabreyt gjørd, so ein kann blíva vátur og skitin.

Vit halda til úti við Sandá hjá Føroya Bjór, so runnið verður í kallmansligum umhvørvi. Talan er bæði um kapping fyri lið og einstaklingar.

Melda til á https://www.atgongumerki.fo/fif/ 

Sum lið, krevst at tríggir menn, ið hava melda til sum einstaklingar, gera vart við at teir eru eitt lið tá teir heinta startnummar.

Tað kostar ikki eyka at luttaka sum lið.

Kappast verður í bólkunum

  • Mansunglingar: f 1997-2001
  • Menn opin bólkur -2001
  • Veteranar 1963-1992
  • Superveteranar 1953-1962
  • Ultraveteranar 1952 ella fyrr

Kostnaður er 100,00 kr fyri hvønn luttakara.

Tá komið er á mál verður okkurt gott at eta og drekka, Ørvaroddar grilla og Føroya Bjór bjóðar okkurt leskiligt.

Wenzel sýnir framm mannfólkabilar frá Volvo og Ford og DJ fer at diska mannfólkatónar. 

Lutakast verður millum luttakarar um vinningar frá Føroya Bjór, Føroya Gassølu og Wenzel.

Tilmelding á https://www.atgongumerki.fo/fif/  ella á staðnum frá kl. 11:00-13:00.

Teir fyrstu 200 ið melda til fáa ókeypis blusu.

Stuðlar: Føroya Bjór, Føroya Gassøla, Wenzel, Niels L. Arge, Sport 24 og Articon

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *