Forðarenning á Tórsbreyt

Kapping leygardagin 24. apríl
22.04.2010
Virkisleikir í morgin
07.05.2010

Forðarenning á Tórsbreyt

Tórsbreyt sleppur so við og við at uppliva fjølbroytni innan frælsu ítróttina, og leygardagin 24. apríl var tað forðarenning, sum var á skránni. Fyrst var tað tó spjótkastarnir, sum skuldu royna seg í kuldanum.

Tað vóru sjey luttakarara í spjótkasti, allir úr Hvirluni, og hóast kalda undanvindin, sum gav nógvum kastarum trupulleikar, so komu nógv met til hóldar. Helgi gjørdi sum hann er vanur og betraði bólkametið, hesafer við næstan 2 m, so tað nú er 41,69 m. Kasti kom í triðja umfarið, og var tað ikki serliga væleydna tekniskt, men hesafer megnaði Helgi ikki at finna eitt betur tekniskt kast fram, og endaði hann tí á 41,69m, sum var 31 cm ov stutt til at klára a-kravið til talentbólkin hjá FÍF, men b-kravið (40,50 m) bleiv klára. Hanus Bergsson, sum er við at knekka teknisku koduna av spjótkastinum, betraði sítt persónliga met við meir enn 5 m og kláraði eisini b-kravið til talentbólkin. Har er tó nógv eftir at heinta fram. Tróndur og Bjørk betraðu eisini síni persónligu met, so tey nú er ávikavist 29.02 m og 16,03 m.

Úrslitini í spjótkasti vóru:

Bólkur   Reiðskapur   Íðkari   árg.   Felag   Úrslit  
Menn   800 g   Rógvi Højgaard   1983   Hvirlan   49,60 m  
D16-17   700 g   Helgi Geyti   1993   Hvirlan   41,69 m   bólkamet
 –   –   Tróndur Arge   1994   Hvirlan   29,02 m   persónligt met
 –   –   Steinolvur Geyti   1994   Hvirlan   28,09 m  
D14-15   600 g   Hanus Bergsson   1995   Hvirlan   36,79 m   persónligt met
 –   –   Hallur Simonsen   1995   Hvirlan   23,73 m  
G14-15   600 g   Bjørk R. Svabo   1996   Hvirlan   16,03 m   personligt met

Seinna greinin var 100/110 m forðarenning. Har vóru tríggjir luttakarar. Hesir kappaðust tó í ymsum bólkum, tí vóru hæddir og frástøða millum forðingarnar ymiskar. Rógvi kappaðist sum vaksin, og rann tí 110 m, við 106,7 cm høgum forðingum, meðan Helgi (D16-17) eisini rann 110 m, men hansara forðingar vóru 91,4 cm. Hallur luttók í bólkinum D14-15 og rann tí 100 m uppum 84,0 cm høgar forðingar.

Tá ein rennur stutta teinin í forðarenning, so er rútman av stórum týdningi, soleiðis at ein nýtur 3 stig millum hvørja forðing. fleiri stig, merkir at tað tekur longri tíð. Helgi plagar at kunna renna við trimum stigum, og ofta eisini Hallur, men nógvi mótvindurin gjørdi at teir báðir nýttur ávikavist fýra og fimm stig. Rógvi, ið ikki hevur vant forðarenning, nýtti fimm stig. Tíðirnar vóru tí ikki so góðar sum tær kundu verði, men hetta var fyrstu ferð at hesir runnu henda tein og tí var tað so avgjørt ein góð byrjan.

Úrslitini í forðarening vóru (vindur +4,5 m):

bólkur   teinur   hædd   íðkari   árg.   tíð  
menn   110 m   106,7 cm   Rógvi Højgaard   1983   21,8 s.   felagsmet 
D16-17   110 m 91,4 cm   Helgi Geyti   1993   20,1 s.   persónligt met
D14-15   100 m 84,0 cm   Hallur Simonsen   1995   21,6 s.   persónligt met

Fulfíggja úrslit síggjast her. Fleiri myndir eru í myndasavninum

1 Comment

  1. hziska says:

    Greina á heimasíðuni hjá FÍF um úrslitini í Hvirluni: http://www.athletics.fo/?p=2842

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *