Alda skjótasta kvinna í Føroyum
Aðalfundur 18. september

FMU úrslit

FMU var á Tórsbreyt í nógvum vindi, men tíðanbetur var tað turt, meðan kappingarnar vóru, sum tí eydnaðust heilt væl at gjøgnumføra. Enn eru úrslitini ikki komin á fif.fo, tí mangla mangla nøkur úrslit hjá Hvirluni í tí, sum skriva er niðanfyri.

Gentur 10-11

Jóhanna S. Petersen, Thora Kúrberg og Kristina Verlandsdóttir Hayfield royndi seg móti hinum 10-11 ára gomlu gentunum.

Á 60 m teininum royndu Kristina og Jóhanna seg. Tær lógu tætt allan vegin, og gjørdist úrslitið at Jóhanna kom á mál við tíðini 10,15 sek, meðan Kristina rann teir 60 m uppá 10,88 sek. Flottar tíðir. Tíðanverri stendur ikki á úrslitalistanum hvussu nógvur vindurin var.

Á 300 m teininum vóru allar klárar, og sum í flestu kappingum, so lógu tær lið um lið frá byrjan til enda. Úrslitið gjørdist at Thora rann teir 300 m uppá 62,07 sek, Kristina uppá 62,12 sek og Jóhanna uppá 63,46 sek. Hetta var persónligt met hjá øllum trimum.

10-11-300m

Thora, Jóhanna og Kristina royndu seg allar í longdarlopi, har lopið var í mótvindi. Thora legði út við at leypa 2,95 m. Jóhanna leyp 5 cm longri, meðan Kristina leyp 4 cm styttri. Hetta helt sær til allar síðsta lop í kappingini, tá Kristina leyp heilar 3,09 m.  Harvið ognaði hon sær bronsumerkið frammanfyri Thoru og Jóhonnu. Allar fóru tær heim við persónligum meti.

10-11longdkristina

Í bóltkasti var Jóhanna einsamøll Hvirla. Hon byrjaði við at kasta 250 g tunga bólin út á 15,15 m. Í øðrum umfarið legði hon góðar tveir metrar afturat, og tók hon harvið triðjaplássi í kappingini. Hetta kast, sum bleiv mált til 17,34 m gjørdist hennara longsta, og fekk hon bronsumerkið fyri avrikið. Úrslitið er persónligt met.

Í kúlustoyti royndu Thora, Kristina og Jóhanna seg. Allar løgdu tær bragdliga fyri, har Thora kom longst við einum stoyti uppá 5,73 m, sum er næstan 2 metrar longri enn gamla persónliga metið. Kristina kom út á 4,32 m og Jóhanna út á 5,30 m, sum bæði eru persónlig met. Allar kempaðu tær víðari næstu tvey umførðini, men einans Kristina megnaði at bøta um sítt, tá hon í síðsta umfarið kom út á 4,32 m. Thora ognaði sær eitt silvurmerkið fyri sítt avrik.

10-11kula

Dreingir 8-9

Jens Brandur Winthereig royndi seg á 60 m. Her var hann í fyrra innleiðandi riðlinum leygardag. Hann fekk ein stak góðan start og kempaði seg síðan á mál til eitt trygt finalupláss. Tíðin var 10,65 s (w: ?). Í finaluni var starturin ikki eins góður, men aftur kempaði hann væl, og lá hann í einum tøttum dysti um heiðursmerkini, og tað rakk, tí við tíðini 10,87 sek (w: +4,1 m/s) ognaði hann sær bronsumerkið.

10-11d-100m

Gentur 12-13

Børka tekur seg støðugt fram í flestu greinum, og er hæddarlop onki undantak. Her legði hon út við at tangera sítt persónliga met, sum var 110 cm. So fór yvirliggjarin 5 cm upp. Her kom hon eisini trygt uppum í fyrstu royndini. Aftur fór yvirliggjarin 5 cm longur upp, og aftur kom Børka trygt uppum í fyrstu royndini. Hon hevði onkra góða roynd á 125 cm eisini, men hesaferð bar ikki til, men eitt flott persónligt met uppá 120 cm og eitt silvurmerkið fekk hon fyri avrikið.

Børka royndi seg eisini við 400 g tunga spjótinum, og aftur vísti hon, hvussu tekniskt sterk hon er. Hon bøtti munandi um sítt persónliga met longu í fyrsta umfarið. Í øðrum umfarið bøtti hon enn einaferð um metið til 28,95 m. Triðja kasti sat ikki heilt og bleiv tað tí eitt sindur styttri. Tær 28,95 metrarnir rukku til eitt trygt silvurmerkið.

12-13jt

Dreingir 12-13

Tóki Benjaminsson Helmsdal debuteraði á Tórsbreyt, tá hann royndi seg á 80 m. Av eini debut var tað flott runnið, og gjørdist tíðin 13,62 sek (w: +7,2 m/s). 

Brandur Kjartansson royndi seg í kúlustoyti, har hann longu í fyrsta umfarið bøtti munandi um sítt gamla persónliga met. Hóast tvær góðar royndir, so kom hann ikki longur út, men teir 7,02 m hann stoytti 3 kg tungu kúluna, í fyrsta umfarið rukku til silvurmerkið.

12-13d-sp

Brandur royndi seg eisini í spjótkasti, har hann í fyrsta umfarið kom heilt út á 21,08 m. Hann royndi at koma longur í næstu umførinum, men tað fyrsta var tað longsta hesaferð, og rakk tað til bronsumerkið. (PERS)

Gentur 14-15

Lý Høgnadóttir Mohr, Lydia Simonsen, Helena Svabo Ziska og Sunniva Bogadóttir royndu seg allar á FMU. Lý venur mest sprint og lop, meðan hinar tríggjar venja mest kast.

Lydia og Lý royndu seg á 100 m, har innleiðandi kappingin var leygardag. Her var Lý í fyrra riðlinum, har hon rann teinin uppá 14,24 sek, sum er væl skjótari enn hon hevur runnið teinin áður. Vindurin var tó heili 8,3 m/s undan. Lydia, sum var í seinna riðlinum rann teinin uppá 15,46 s, við einum undanvindi uppá 6,6 m/s. Tíðin hjá Lý rakk til eitt pláss í finaluni dagin eftir. Í finaluni fekk Lý ikki beinini til at vilja tað hon kann, og tí gjørdist tíðin hesaferð 14,80 sek.

14-15g-100m

Lydia, Sunniva og Helena royndu seg við 500 g tungu spjótunum. Her legði Sunniva seg á annað pláss í fyrsta umfarið við at kasta 23,32 m, meðan Helena legði seg á triðja pláss við at kasta 19,26 m. Kasti hjá Helenu var persónligt met við meir enn 3 metrum. Kasti hjá Lydiu var kolldømt tí tað ikki markeraði. Hóast Helena enn einaferð bøtti um sítt persónliga met, so lá hon á fjóra plássi tá triðja umfarð var liðugt meðan Sunniva nærkaðist oddinum, tá hon bøtti um sítt pesónliga met til 29,76 m. Lydia hevði enn onki góðkent kast, so har var press á, men her vísti Lydia mentala styrki, tí hon kastaði spjótið út á 22,30 m, og hesaferð var ikki kolldømt. Harvið legði hon seg á triðjapláss. Sunniva bøtti aftur um sítt persónliga met, hesaferð til 30,51 m, sum var 7 cm longri enn nummar tvey, og sostatt ognaði hon sær gullmerkið. Helena, sum var gliðin niður á fimta pláss bøtti fyri triðju ferð av trimum royndum um sítt persónliga met, hesaferð til 21,19 m, sum er meir enn 5 metrar longri enn hennara gamla persónliga met. Hetta rakk til eitt fjórða pláss aftanfyri Lydiu.

14-15jt

Lydia, Helena og Sunniva royndu seg eisini í diskuskast. Her legði Sunniva seg á odda í fyrsta umfarði, frammanfyri Helenu, við Lydiu á triðja plássi. Eingin av teimum bøttu seg í øðrum umfarið, men ein fór framvið øllum, og tók fyrsta pláss. Í síðsta umfarið bøtti Lydia seg til 18,50 m. Helena legði 1½ m omaná við at kasta 20,26 m og tók harvið annað pláss í kappingini. Sunniva bøtti ikki, men teir 18,80 m hon kastaði í fyrsta umfarið rukku til broncumerkið frammanfyri Lydiu.

14-15dt

Gentur 16-17

Guðrið royndi seg við 500 g tunga spjótinum eisini. Her var hon stabil omanfyri 20 m, og í síðsta umfarið kom hon heilt út á 23,06 m, sum er nýtt persónligt met. Hetta tryggjaði henni eitt bronsumerkið minni enn 1½ m frá gullinum.

Guðrið Káradóttir Petersen er føroyameistari hjá kvinnum í kúlustoyt so hóast hon var eitt ár yngri enn tær hon kappaðist ímóti, so mátti hon roknast fyri favorit til at vinna FMU eisini. Her lat hon heldur ongan iva verða um, hvør var tann besta, tí longu í fyrsta umfarið bøtti hon um sítt persónliga met til 8,33 m, sum er longri enn nakar annar megnaði í kappingini. Hon steðgaði tó ikki har, tí tvær ferðir bøtti hon um sítt met, soleiðis at hon endaði heilt úti á 8,65 m, sum var meir enn ½ m longri enn nummar tvey.

16-17sp

Dreingir 16-17

Dánjal Dahl Ljósheim mundi verða tann, sum var oftast í eldinum á FMU. Hann fekk eisini heiðursmerkið i øllum kappingunum, har tey flestu vóru av gullið.

d16-17-lj

Stytsti teinur uttandura er 100 m. Her var Dánjal sjálvandi við. Hann fekk ein góðkendan start, og harfrá lógu teir tveir lið um lið allan vegin á mál. Á málinum var tað 0,09 sek millum teir, tíðanverri við Dánjal sum nummar tvey. Tíðin gjørdist 12,53 sek (w: 6,2 m/s).

400 m er altið ein krevjandi grein at fara í gongd við, og tað gert ikki lættari, um man hevur luttikið í fleiri kappingum og hevur fleiri eftir. Tað sást á Dánjal at hann var moyrur, tí hann legði munandi meir varliga út enn hann plagar. Harafturímóti, so helt hann tempo lættliga allan vegin og kom á mál við tíðini 60,17 sek, sum er 1,1 sek skjótari enn hann hevur runnið teinin áður.

Hæddarlop var nógv seinkað, og tí var ivasamt um Dánjal fór at leypa, men hann avgjørdi at gera eina roynd, og kom hann trygt uppum 135 cm og 138 cm í fyrstu royndini. 145 cm kom hann uppum í aðru royndini. Nú nærkaðist næsta kapping í stórum, og tí gjørdi Dánjal eina roynd á 150 cm, sum tíðanverri miseydnaðist, áðrenn hann rann avstað til næstu kapping. Hann fekk gullmerkið fyri teir 145 cm.

Á 800 m sást at Dánjal royndi at optimera kreftirnar til allar greinarnar hann hevði, og fór at luttaka í, tí hann legði út í einum róligari tempo, enn hann plagar. Hetta tempo helt hann lættliga, og kom hann á mál við tíðini 2 min 24,72 sek, sum rakk til silvurmerkið.

16-17d-100m

I kúlustoyt byrjaði Dánjal við at stoyta 5 kg tungu kúluna út á 8,44 m, sum er persónligt met. Hann økti í øðrum umfarið til 8,69 m, sum endaði við at verða hansara longsta á degnum. Tað fekk hann eitt gullmerki fyri.

Dánjal byrjaði agressivt í spjótkast, tí longu í fyrsta umfarið kastaði hann 700 g tunga spjótið út á 25,11 m, sum er persónligt met. Næstu kastini vóru eisini góð, men hesaferð kom hann ikki longur út. Hann fekk tó eitt gullmerkið fyri avrikið.

Gentur 18-19

Edna Maria eigur føroyska metið í hæddarlopið, men hon hevur ikki fingið vant so nógv í summar, og tí var ikki vantandi at hon fór at megna at bøta um metið. Hon kom tó trygt uppum 125 cm, 130 cm og 135 cm. 140 cm var ov nógv  hesaferð, men teir 135 cm góðu henni eitt gullmerkið.

Edna Maria royndi seg við 600 g tunga spjótinum. Hon hevði eitt langt program í vikuskiftinum, og tí bleiv tað bara til 2 kast. Tað longsta kom í fyrsta umfarið, har hon kastaði 22,54 m, sum hon fekk eitt gullmerkið fyri.

18-19spjot

Dreingir 18-19

Tórur Mortensen var einsamøll Hvirla í elsta bólki, og hóast hann primert roynur seg sum leypari, so var avgjørt, at hann hesaferð bara luttók í kast.

Fyrra dagin var kúlustoyt á skránni. Her byrjaði Tórur við einum krossi (ikki góðkendum kasti), men í øðrum fór 6 kg tunga kúlan heilt út á 10,26 m. Hann økti í triðja til 10,52 m, sum hann síðan tangeraði í fjórða umfarið. Hetta gjørdist hansara longsta, og fekk hann gullmerkið fyri avrikið.

Seinna dagin var spjótkast á skránni, og Tórur var til dystin fús. Fyrsta kast miseydnaðist, men í øðrum kom hann út á 38,77 m. Tey næstu vóru minni góð, men í síðsta umfarið bar betur til, tí tá kom hann út á 39,45 m. Tað gav honum eitt gullmerkið.

Enn mangla nøkur úrslit, vantandi koma tey á www.fif.fo. Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *