FMU dagur 3 – Hvirlur duga!

FMU dagur 2 – Lydia føroyskt met
10.09.2018
Tilmelding til venjing í vetur er byrjað
13.09.2018

FMU dagur 3 – Hvirlur duga!

Síðsti dagurin av FMU 2018 byrjaði við setan, har feløgini marsjeraðu inn. So helt ÍSF forsetin eina røðu áðrenn íðkararnir fóru í gongd við at hita upp til sínar respektivu greinar. Restina av degnum sá man aftur og aftur hvirlur, sum vístu at tær duga síni ting.

Gentur 8-9 ár

Sigrið Hansdóttir, Andrea Heinadóttir og Sonja Klein Olsen byrjaðu dagin við at renna finaluna á 60 m. Stuttligt var at síggja, hvussu tær allar kempaðu. Sigrið var skjótt á odda, og hesa leiðslu helt hon á mál. Tíðin gjørdist 10,50 sek, sum hóast ein mótvind uppá 3,1 m/s er 0,25 sek undir bólkameti. Bæði Andrea og Sonja fingu eisini persónlig met heim við. Andrea við tíðin 11,19 sek, sum rakk til broncumerki og Sonja við tíðini 12,48 sek.

Eftir sprint fóru tær tríggjar til kúlustoyt, har tær skuldu royna seg við 2,0 kg tungu kúlunum. Her legði Sigrið út við at bøta um sítt egna bólkamet til 4,75 m. Sonja bøtti um sítt persónliga met til 3,83 m og Andrea ognaði sær persónligt met við 3,12 m. Onnur royndin hjá øllum trimum var eitt sindur styttri. Í triðja kom Sigrið á fyrsta sinnið út um 5 m strikuna við 5,26 m. Sonja ognaði sær broncuna við teimum 3,83 m hon megnaði í fyrsta umfarið, meðan tað longsta hjá Andrea eisini var royndin í fyrsta umfarið, ið bleiv máta til 3,12 m.

Allar tríggjar endaðu tær einstaklingakappingarnar við at renna 400 m, sum í hesum aldursbólkinum er rokna sum miðteinur. Allar løgdu tær hart frá landi tá skotið fór. Sigrið megnaði at halda eina øgiliga ferð allan vegin. Tíðin hjá henni gjørdist 1 min 15,30 sek, sum er fimm sekund skjótari enn hennara egna bólkamet. Andrea og Sonja kempaðu allan vegin, og hetta gav teimum tíðirnar 1 min 30,33 og 1 min 42,30 sek.

 

Gentur 10-11 ár

Beinta Debes og Elena Ellindsdóttir Olsen byrjaðu báðar dagin við at renna finaluna á 60 m. Báðar komu tær væl avstað, og allan vegin kempaðu tær lið um lið. Á málinum átti Beinta munin við tíðini 10,91 sek, sum er persónligt met. Beint aftanfyri kom Elena við tíðini 11,04 sek, sum eisini er persónligt met.

Beinta hevði avgjørt at royna seg í kúlustoyt eisini. Her legði hon út við at stoyta 2,0 kg tungu kúluna út á 5,53 m, sum er nakað styttri enn hennara besta. Hetta rakk tó til eitt annað pláss eftir fyrsta umfar. Beinta vildi tó meir, tí í øðrum kom hon heilt út á 6,55 m, sum er persónligt met. Hetta flutti hana upp á eitt trygt fyrstapláss. Triðja royndin var nærum líka góð, men teir 6,55 m frá øðrum umfari rukku til eitt trygt gullmerkið.

Elena endaði dagin við at renna 300 m. Hetta var hennara fyrsta roynd á teininum, men tað var ikki til at síggja, tí eftir eitt flott útlegg, helt hon eina javna ferð allan vegin, og megnaði so at pressa eitt sindur eyka av ferð inn síðstu metrarnar. Tíðin gjørdist 64,80 sek.

Dreingir 10-11 ár

Gutti Heinason og Ólavur Koba byrjaðu dagin við finaluni á 60 m. Her var Gutti fyrstur úr blokkinum, og henda leiðsla var ongantíð hótt. Á málinum segði tíðin 9,24 sek (w: -1,1 m/s), sum hóast mótvind var skjótari enn gamla bólkametið. Olivur vísti at hann skjótt tekur frælsar til sín, tí longu í sínum næsta starti sást, at hann var tryggur í startinum, og við at renna teinin uppá 10,88 sek megnaði hann at bøta um sítt persónliga met frá innleiðandi renningini leygardagin.

Teir báðir fóru so at royna seg á 300 m teininum. Her var Olivur í fyrra riðlinum. Tá skotið fór, vóru allir skjótir avstað, og fylgdust væl fyrstu 100 m. So kom svingið og tann eini byrjaði at trekkja eitt sindur frá, meðan Olivur lá í tøttum dysti um at gerast nummar tvey. Síðstu 100 m hálaði hann seg eitt sindur framum, og á málinum var hann næstan eitt sekund frammafyri tann triðja. Tíðin gjørdist 63,59 sek. So átti Gutti tørn. Her leyp ein av dreingjunum avstað, meðan Gutti lá í tøttum dysti um annað pláss. Hesin dysturin vardi allar teir 300 m, men á málinum var tað Gutti, sum stakk bringuna framum. Tíðin hjá Gutta gjørdist 54,83 sek, og er tað persónligt met.

 

Gentur 12-13 ár

Kristina Verlandsdóttir Hayfield byrjaði dagin við kúlustoyt, har hon skuldi vita, hvat hon megnaði við 2,0 kg tungu kúluni. Hon vísti longu í fyrsta umfarið, at tað gongur framá, tí hon bøtti um sítt pesónliga met við 28 cm til 6,57 m. Næsta var eitt vet styttri, men í triðja bøtti hon aftur um sítt persónliga met. Hesaferð til 6,64 m. Hetta fekk hon broncumerkið fyri.

Kristina royndi seg síðan á 300 m teininum. Hon legði varliga út, og fyrstu 200 m helt hon hesa ferðina, soleiðis at hon síðstu 100 m kundi økja eitt sindur um tempo. Á málinum segði tíðin 57,38 sek, sum er tvey sekund skjótari enn hon hevur runnið teinin áður.

Kristina royndi seg sjálvandi eisini í longdarlopi. Her legði hon út við at leypa 3,12 m, sum rakk til eitt fjórða pláss. Hon hevði tó meir at geva, og í øðrum umfarið leyp hon heilt út á 3,50 m, sum er 17 centimetrar longri enn hennara persónliga met. Hetta gjørdi at hon flutti seg upp á broncuplássi. Hon royndi aftur, og aftur var lopið gott, men ikki heilt so langt sum tað fyrra. Annað lopið vísti seg tó at verða nóg mikið til at tryggja henni broncumerkið í tøttu kappingini.

 

Dreingir 12-13 ár

Símun Bendix Laursen byrjaði dagin við 3,0 kg tungu kúluni. Her legði hann hart út, tí longu í fyrsta umfarið kom hann heilt út á 5,80 m. Harvið legði hann seg á triðjapláss í kappingini. Í øðrum umfarið fór ein framvið. Símun royndi aftur í triðja, men hesaferð riggaði ikki, og Símun endaði tí nakrar centimetrar frá broncuni við 5,80 m.

Símun helt áfram við 80 m sprint, har hann skuldi royna seg í finaluni. Hetta er nakað heilt annað enn kúlustoyt, men hóast Símun ikki er vanur við frælsar enn, so vísti hann eina fjølbroytta grundvenjing við at renna teinin uppá 13,61 s (w: -0,5 m/s).

Eftir sprint var longdarlop á skránni. Símun legði út við at leypa 3,32 m. Hann vildi tó meir og í øðrum økti hann til 3,35 m. Hann royndi síðan aftur í triðja og síðsta umfarið, men hesaferð miseydnaðist lopið, so hansara longsta gjørdist teir 3,35 m hann leyp í øðrum umfari.

Símun, sum var innkallaður at renna boðrenning við teimum eldru, royndi seg á 300 m teininum. Tað er ein stórur fyrimunur at hava runnið teinin áður, tí um ein leggur ov hart út, so kostar tað móti endanum, og leggur ein ov varliga út, so verður úrslitið ikki tað, tað kundi vera. Her kundi ein fingið tað fatan at Símun hevur runnið teinin áður, tí hann legði agressivt út, men ikki so at hann ikki kláraði at halda. Hetta gjørdi at tíðin hjá honum bleiv 55,08 sek.

 

Gentur 14-15 ár

Børka Berg Jørgensen byrjaði dagin við longdarlop. Longdarlop krevur eina aðra tilgongd enn trýstøkk, ið annars hevur verði fokus hjá Børku í seinastuni. Í longd hevur ferðin og hvussu tú fær ferðina við tær út í lopið avgerandi týdning. Í fyrsta lopinum var Børka eitt sindur varin inn móti plankanum, og tí gjørdist ferðin ikki nøktandi. Longdin gjørdist 3,82 m. Hon økti so ferðina í øðrum umfarið, og kom hon tá út á 4,11 m. Tað triðja var enn betur, men av tí at hon stytti tey fyrstu fetini, kom hon til at leypa nakað aftanfyri plankan. Hóast hetta økti hon til 4,14 m. Síðsta lopið sat betur, og gjørdist tað tí 4,26 m. Tað rakk til silvurmerkið.

So var kúlustoyt á skránni, men her var Børka ikki einsamøll Hvirla. Elin Niclasen royndi seg eisini. Elin legði út ið at stoya 3,0 kg tungu kúluna heilar 9,11 m, sum bara er 9 centimetrar frá hennara persónliga meti. Børka legði út við at stoyta 7,22 m. Eftir fyrsta umfarið lógu tær á ávikavist fyrsta og triðja plássi. Elin økti til 9,14 m í øðrum, meðan onnur royndin hjá Børku miseydnaðist. Í triðja fór ein framvið Børku, sum beinan vegin svaraði aftur við at stoyta 7, 80 m. Hetta rakk tó ikki, tí í síðsta umfari misti hon silvurmerki, men 7,80 m er bara 14 centimetrar frá hennara persónliga meti.

Eftir longdarlop fór Børka til 100 m finaluna. Børka hevur arbeitt nógv við startinum og topferð. Her er komi væl áleiðis, men enn er nakað á mál, og tí er sprintúthaldni ikki partur av fokus enn. Hetta sást, tí Børka var skjót úr blokkinum, og rann væl fyrru helvt, har hon var við í dystinum um gullið, men tá sprintúthaldni skuldi taka yvir, dragnaði hon eitt sindur, og endaði á triðja plássi. Tíðin gjørdist 14,79 sek (w: -0,3 m/s).

 

Dreingir 14-15 ár

Miso Buha byrjaði við longdarlop. Miso hevur ein rennistíl, sum ger tað trupult at fáa eitt aktivt avsett í longdarlop. Tí hevur hann enn trupulleikar við at umseta potentialið til longdir. Fyrsta lopið, har hann setti av góðan fót aftanfyri plankan gjørdist 5,18 m. Tað næsta miseydnaðist, meðan hann í triðja aftur setti av ein góðan fót aftanfyri plankan. Í fjórða og síðsta lopið fekk hann góða ferð inn í avsetti og eitt aktivt avsett. Tað var eyðsýnt at nú rakti hann tað. Tíðanverri gjørdi hann yvirtrakk við einum lítlum centimetri. Lopið bleiv mált til 5,96 m, so har er ongi ivi um, at við einum meir effektivum rennistílið vilja longdirnar gerast nakrar heilt aðrar. Miso fekk silvurmerkið fyri avrikið.

Eins og hjá Børku, so var næsti startur hjá Miso 100 m.  Miso hevur arbeitt við tí rennitekniska, og har serliga effektina í einstaka fetinum í startinum og drive fasuni. Hetta gongur rætta vegin, men enn er langt á mál. Tað var tí ikki so óvanta at hann misti nakað í startinum, men hansara sprintstyrki gjørdi at hann megnaði at renna seg fram á eitt trygt fyrstapláss við tíðini 12,58 sek (-0,8 m/s).

Miso royndi seg sjálvandi eisini á 300 m, har hann í ár hevur etablera seg sum ein sterkan lang-sprintara. Tað var tí ikki tann stóri ivin um, hvørt hann fór at vinna, og hetta vísti hann eisini, tí hóast mótstøðan var sterk, so var Miso sterkari. Hann legði skjótt avstand millum seg og næsta mann, og hendan avstand helt hann lættliga allan vegin. Tíðin gjørdist 38,72 sek, sum er næstskjótasta tíð hann hevur runnið.

 

Gentur 16-17 ár

Tá starturin á 100 m sprint fór vóru heilar tríggjar av teimum seks gentunum á startinum í reyðum. Ein flott sjón. Hesar vóru Lý Høgnadóttir Mohr, Helena Svabo Ziska og Jóhanna Óladóttir Joensen. Lý er við at koma í gongd við miðvísa venjing aftur, og har hevur fokus verði á, at styrkja hana soleiðis at gomlu trupulleikarnir við skinnabeinsbruna ikki koma aftur. Hetta hevur gjørt at venjingin ikki hevur verði optimera til at præstera í kapping, men hon vísti at har er nógv at heinta, tí eftir ein góðkendan start lá hon líka í hølinum á einum royndum sprintara. Hon kempaði allan vegin um triðja pláss við hesa, men á málinum var hon eitt vet ov stutt. Tíðin gjørdist 14,63 sek (w: -0,9 m/s), sum er tangering av hennara persónliga meti. Helena hevur ikki vant sprint í fleiri ár, meðan Jóhanna byrjaði at venja frælsar fyri fáum vikum síðan. Tær vóru so hepnar at tær fingu geilarnar 5 og 6, og kundu tí kappast allan vegin, og tætt var millum tær, líka til tær komu um málstrikuna. Tíðin hjá Helenu gjørdist 15,76 sek, sum er 3½ sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður, meðan tíðin hjá Jóhonnu gjørdist 15,96 sek.

Helena og Lý hildu áfram til kúlustoyt, har Sunniva Bogadóttir og Lydia Poula Simonsen eisini royndu seg. Her var Lydia stórfavorittur, og hetta vísti hon longu í fyrsta umfarið við at stoyta 3,0 kg tungu kúluna út á 11,68 m, sum er 2½ m longri enn nøkur av hinum hava megnað. Hon vildi tó meir, tí hetta var síðsta kapping hjá Lydiu við 3,0 kg kúluni. Næsta ár eitur kúlan 4,0 kg. Í øðrum umfarið kom hon út á 11,95 m, í triðja 11,97 m og 11,56 m í fjórða. Tað tyktist sum 12 m strikan ikki vildi geva seg. Lydia vildi tó meir, og í fimta kom hon betur undir kúluna, so hóast avleveringin ikki sat perfekt, so gjørdist úrslitið heilar 12,30 m, og harvið er Lydia fyrsta kvinna í Føroyum, sum stoytti nakra kúlu út um 12 m strikuna. Hetta gjørdist hennara besta á degnum. Um dysturin um gullið ikki var spennandi, so var meir spenningur um hinar placeringarnar. Sunniva legði út við at stoyra 8,79 m, Helena 8,09 og Lý 7,43 m. Í øðrum umfarið økti Lý til 7,78 m, so tað nú bara var ein metur frá silvur til nr 4. Í triðja umfarið hendi ongin broyting, men í fjóra økti Helena til 8,36 m og var sostatt bara 43 cm frá silvurmerkinum. Sunniva svaraði aftur í fimta við at stoyra 8,96 m. Helena royndi aftur, og megnaði at økja til 8,42 m í sætta og síðsta umfari, men placeringin broyttist ikki. Sunniva vann silvur frammanfyri Helenu, við Lý beint aftanfyri.

Gentur 18-19 ár

Guðrið Káradóttir Petersen royndi seg við 4,0 kg tungu kvinnu kúluni. Hon byrjaði við at stoyra 7,71 m, sum bara er lítlan hálvan metur frá hennara persónliga meti. Næstu tvey umførðini broyttu onki, men í fjórða kom hon út á 7,74 m. Hon steðgaði tó ikki har, tí í sætta umfarið kom hon út á 7,82 m. Hetta fekk hon gullmerkið fyri.

 

Dreingir 18-19 ár

Tóki Bak Sørensen og Dánjal Dahl Ljósheim byrjaðu dagin við hæddarlop. Báðir byrjaðu teir á 1,35 m, sum teir lættliga komu uppum. Hetta endurtók seg á 1,40 m, 1,45 m og 1,50 m. So gleið ein av hinum leyparunum tí hann, eins og Tóki og Dánjal, ikki hevði hæddarlops-skógvar. Størsti munurin millum hæddarlopsskógvar og t.d. longdarlop skógvar er at hæddarlop skógvar hava píkar í hælinum. Av tí at ein setur av í svingi, so kann skjótt henda at hælurin tekur fyrst, og uttan píkar í hálku, vil ein detta. At síggja ein gera hetta, beint áðrenn teir báðir skuldu leypa, ávirka teir. Báðir rivu teir niður, tí at teir ikki tordu at pressa í svinginum. Dánjal endaði við at koma uppum 1,55 m í síðstu royndini, meðan Tóki ikki kom longur. Sostatt vann Dánjal gull frammanfyri Tóka.

Dánjal fór beina kóst til 100 m startin tá hæddarlop var av. Dánjal, um einamest er 800 m rennari, hevur nýtt nógva orku uppá at fáa ferðina upp. Nú skuldi so testast hvussu støðan er. Dánjal kom væl úr blokkin, men reisti seg eitt vet ov skjótt, og misti tí eitt sindur í drive-fasuni, men hareftir sást, at hansara ferð er á góðari leið. Tíðin gjørdist 12,16 sek (w: 0,2 m/s), sum er 0,1 sek skjótari enn hann hevur runnið áður.

Eftir 100 m royndi Dánjal seg á 400 m. Her var hann, sum so ofta áður, einsamallur, og tí var uppgávan at fara eftir einari góðkendari tíð. Dánjal legði hart út og eftir fyrstu 200 m var hann á kós til eitt persónligt met, hann helt ferðina í svinginum, men síðstu 100 m merktist 100 m finalan, og tá hann so eisini manglaði ein at kempa ímóti, misti hann nakað síðstu 100 m. Tíðin gjørdist 53,85 sek.

Dánjal kom beina leið frá 400 m til kúlustoyt. Her skuldi hann royna seg við 6,0 kg tungu kúluni. Beinini eru ikki í topform beint eftir at hava runnið 400 m, tí vóru fyrstu royndirnar ikki heilt tað hann plagar at megna. Fyrsta bleiv máta til 9,03 m, so kom hann út á 9,40 m. Tað var ikki fyrr enn í fjórða umfarið hann kom út um 10 m strikuna við 10,07 m, sum er 6 centimetrar frá hansara persónliga meti. Hann økti til 10,10 m í fimta, men enn manglaðu 3 centimetrar í einum persónligum meti. Síðsta sá eisini langt út, men aftur lendi kúlan á 10,10 m, sum sostatt gjørdist úrslitið, sum gav Dánjal gullmerkið.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *