FMU dagur 1
12.09.2015
Rúni flúgvandi á 400 m
20.09.2015

FMU dagur 2

Annar dagurin av FMU byrjaði við skrúðgongu. Flaggberið hjá Hvirluni var Lý Høgnadóttir Mohr (G12-13), sum hevur vant væl og sæð úrslitini av sínum ídni.

IMG_4247

Gentur 8-9 ár

Beinta Debes var aftur til dystin fús í dag. Í dag var bara kúlustoyt á skránni. Hon bøtti longu í fyrsta umfarið, um sítt persónliga met við góðum ½ metri til 3,25 m. Annað sat ikki heilt, men í triðja kom hon aftur útum 3 m strikuna, men tó ikki útum tær 3,25 m frá fyrsta umfarið, sum sostatt bleiv hennara endaliga úrslit.

IMG_5069

Dreingir 8-9 ár

Ólavur av Steinum byrjaði dagin við spurtinum, har hann á fyrsta sinnið skuldi royna seg á 60 m teininum. Hann stóð beint við síðuna av startarnum tá skotið fór, og bleiv hann eitt sindur skakkur av hvølla skotinum. Hann kom tó avstað og rann ein flottan 60 m, har tíðin gjørdist 13,04 sek.

So var tað miðteinurin, sum var á skránni, og aftur var Ólavur klárur. Hann kempaði væl allan vegin, og tá hann kom á mál vísti klokkan 1 min 45,30 sek.

Síðsta greinin var kúlustoyt. Her bleiv fyrsta royndin kolldømd, men í næstu kom hann heilt út á 3,09 m, sum er meir enn ein metur longri enn hann áður hevur stoytt 2 kg tungu kúluna. Í triðja umfarið kom hann aftur út um 3 m, men tað var tó ikki longri enn flotta persónliga metið hann ognaði sær í øðrum umfarið.

IMG_4825

Gentur 10-11 ár

Børka Berg Jørgensen byrjaði dagin hjá teimum 10-11 ára gomlu gentunum við at renna finaluna á 60 m teininum. Hon var skjótt úr blokkinum og rann so mikið væl, at hon í mótvindinum skar ½ sek av persónliga metinum, hon setti í innleiðandi kappingini í gjár. Tíðin gjørdist 9,56 s.

Onnur kappingin var kúlustoyt, har Børka, Barbara Hammer, Súsanna Rúnadóttir og Thora Debes Kúrberg royndu seg. Børka kom út á 8,06 m, sum er næstan 2 m longri enn gamla persónliga metið hjá henni. Barbara kom út á 6,20 m, sum er góðan 1½ m longri enn gamla persónliga metið. Súsanna ognaði sær eitt persónligt met við 5,99 m, meðan Thora, sum er eitt ár yngri enn hinar, kom út á 2,88 m.

So skuldu genturnar royna seg á 600 m teininum. Barbara og Súsanna vóru til dystin fús. Báðar løgdu tær bragdliga fyri, men tað vísti seg at ferðin var í hægra lagi, og fór ferðin tí nakað niður eftir teir fyrstu 300 m. Tær stríddust tó væl, og komu báðar undir síni gomlu persónligu met. Tíðin hjá Barbaru var 2 min 16,39 sek, sum er 8 sek skjótari enn hon rann teinin fyrr í ár. Tíðin hjá Súsonnu gjørdist 2 min 26,67 sek, sum er 2½ sek skjótari enn hon rann teinin fyrr í ár.

IMG_4851

Dreingir 10-11 ár

Brandur Kjartansson byrjaði dagin á 60 m teininum. Hetta rann hann væl, og kom á mál við tíðini 10,41 sek, sum er persónligt met.

Eftir 60 m, fór Brandur til kúlustoyt, har 2 kg tungu kúlurnar lógu klárar. Brandur legði út við at fara útum 6 m strikuna, sum er flott, men hann var tó ikki heilt nøgdur, tí í triðja og síðsta umfarið kom hann heilt út á 6,91 m og bøtti harvið munandi um sítt persónliga met.

IMG_5241

Gentur 12-13 ár

Lý Høgnadóttir helt áfram við at vísa framgongd annan dagin, tí í kúlustoyt stoytti hon í fyrsta umfari 2 kg tungu kúluna út á 7,78 m, sum er hálvan metur longri enn hon áður hevur gjørt. Hon steðgaði tó ikki har, tí í øðrum umfarið kom hon heilt út á 8,13 m, sum er persónligt met við neyvt einum metri. Hetta bleiv hennara longsta, og rakk tað til eitt fjóra pláss millum tær sekstan genturnar sum kappaðust.

Annar starturin hjá Lý var longdarlop. Her leyp hon væl, og kom hon í øllum umførðum út á 4,00 m, sum er eitt sera gott úrslit.

IMG_5506

Dreingir 12-13 ár

Teitur Eysturoy Olsen royndi seg fyrst í longdarlopi. Her bøtti hann um sítt persónliga met í fyrsta umfarið, men hann stegaði ikki har, tí í triðja umfarið legði hann narkar centimetrar afturat tá hann lendi á 3,32 m.

Teitur fór síðan til kúlustoyt, har hann á fyrsta sinnið skuldi royna seg við 3 kg tungu kúluni. Í fyrstu royndini kom hann út á 5,04 m, og í øðrum økti hann heilt út á 5,46 m. Triðja var tíðanverri kolldømt og sostatt endaði hann á 5,46 m, sum er persónligt met.

IMG_4572

Gentur 14-15 ár

Bjørk Sigurðsdóttir Lamhauge byrjaði dagin við 100 m finaluni. Hon kom væl frá start, men mist nakað móti endanum. Tíðin gjørdist 15,52 sek, sum er eitt vet undir hennara persónliga metið, sum kanska ikki er óvanta í nógva vindinum.

Næst á skránni var longdarlop, og har var Bjørk aftur klár. Her fekk hon selskap av Guðrið Káradóttir Petersen og Helenu Svabo Ziska. Bjørk fekk ikki rútmuna í at renningini at sita fyrr enn í síðsta lopi, men tá kom hon so út á 3,64 m, sum bara er 2 cm frá hennara persónliga metið. Tað rakk til eitt fjóra pláss. Helena, sum er við at koma í gongd eftir ein knæskaða, leyp í síni fyrstu kapping í ár. Hon økti í hvørjum umfarið og endaði á 3,34 m, sum rakk til fimta pláss. Guðrið leyp 3,07 m á sætta plássi.

So var tað 3 kg kúlan, sum var næst á skránni. Her fingu tær tríggjar selskap av Lydiu Simonsen. Lydia var tó ikki beskeðin, tí longu í fyrsta umfarði legði hon seg á odda, og hóast Bjørk royndi at nærkast, so legði Lydia lok á í øðrum umfarið tá hon stoytti kúluna út á 7,21 m. Bjørk á øðrum plássi kom út á 6,87 m. Guðrið, hevði ein fyri hana minni góðan dag. Hennara longsta var 5,54 m. Helena kom út á 4,95 m.

IMG_5366

Dreingir 14-15 ár

Dánjal Dahl Ljósheim og Bárður Jóhansson byrjaðu við 100 m. Her hevur Dánjal verði tann stinnari, men Bárður hevur vant væl, og við at bøta um sítt persónliga met við 1,5 sek, so var hann líka við at taka Dánjal. Dánjal megnaði tó við tíðini 13,67 sek at halda fast í silvurmerkinum, meðan Bárður við 13,80 sek ognaði sær broncumerkið.

So var longdarlop á skránni, og her vóru teir báðir aftur við. Tætti dysturin helt áfram, tí í øðrum umfarið legði Dánjal seg á odda við 4,32 m. Bárður var líka við at tangera tá hann beint eftir leyp 4,31 m. Í triðja og síðsta umfarið økti Dánjal við 5 cm, og har kláraði Bárður ikki at svara aftur og endaði Dánjal sostatt við at taka gullið heim, frammanfyri Bárð. Bárður fór tó enn einaferð heim við einum persónligum metið.

So var tað kúlustoyt, har báðir skuldu royna seg við 4 kg kúluni. Her lá Dánjal leingi á øðrum plássi, men við einari megnar roynd í síðsta umfarið fór hann framvið og tók fyrsta pláss við einum persónligum metið uppá 9,52 m. Bárður kom út á 7,54 m og fór sostatt heim við broncumerkinum.

Síðsta kappingin var 800 m, har teir báðir aftur vóru til dystin fús. Her kempaðu báðir væl, men aftur var Dánjal tann stinnari. Hann er nú við at nærkast tí allar fremsta, men hóast hann skar meir enn eitt sek av sínum persónliga metið, so bleiv tað til eitt silvurmerkið. Bárður bleiv akkurát ov stuttur til broncuna tá hann kom á mál við tíðini 2 min 34,06 sek.

IMG_5251

Gentur 16-17 ár

Tinna Berg Jørgensen og Rebecka Monja Jørgensen byrjaðu við trýstøkk. Her hevði Tinna trupulleikar við atrenningini og tískil blivu trý tey fyrstu til yvirtrakk. Lukkutíð fingu tey seks royndir og í fjóra bar til. Tá lendi hon úti á 9,49 m. Tað er persónligt met. Hóast næstu royndirnar eisini vóru flottar, so kom hon ikki longur út hesaferð, men fór tó heim við broncumerkinum. Rebecka byrjaði kappingina við at leypa ein heilan metur longri enn hon hevur lopið áður, tá hon leyp 8,39 m. Allar hennara royndir vóru longri enn gamla persónliga metið, men fyrsta royndin var tann longsta, og rakk tað til eitt fjórapláss.

So fór Rebecka til 100 m startin, har hon við tiðini 15,94 sek rann seg til eitt broncumerkið.

So var tíð at royna seg við 3 kg tunga hamarnum. Her var Marita Káradóttir Petersen í serflokki. Hennara fimm góðkendu køst vóru øll lang nokk til at vinna gullið. Tað longsta var 24,21 m. Dysturin um silvuermerkið bleiv tó ikki avgjørdur fyrr enn í síðsta umfarið. Her legði Rebecka betur út, og hóast Tinna nærkaðist, so helt Rebecka áfram við at økja. Í síðsta umfarið vísti Tinna tó sín eykenda stríðsvilja, tá hon kastaði hamaran út á 15,68 m, og ognaði sær harvið silvuermerkið 9 cm frammanfyri Rebecku, sum eins og hinar báðar fór heim við einum persónligum metið.

Síðsta kapping var 800 m, har Rebecka aftur var klár. Hon hevði støðugt tempo allan vegin og kom á mál við tíðini 3 min 15,65 sek og ognaði sær harvið gullmerkið.

IMG_4197

Dreingir 16-17 ár

Eins og genturnar, so byrjaðu dreingirnir við trýstøkk. Her vóru Tórur Mortensen og Jákup Dahl Ljósheim klárir. Tórur hevði avgjørt at fokusera uppá 100 m í dag, og tí leyp hann eitt róligt lop í trýstøkk áðrenn hann pakkaði saman. Teir 12,76 m hann leyp rukku til eitt trygt gullmerkið. Jákup leyp 11,20 m í fyrsta umfarið, og økti harvið munandi um sítt persónliga met. Hetta bleiv hansara longsta, og rakk tað til silvurmerkið.

So var 100 m á skránni, og aftur vóru báðir við. Tiðanverri var vindurin nógvur ímótur. Tórur fekk ein fyri hann minni góðan start, men lá tó góðan metur frammanfyri hinar eftir teir fyrstu fáu metrarnar. Hann økti allan vegin. Tíðin gjørdist 12,04 sek, sum var næstan eitt sek frammanfyri nr 2. Jákup rann teinin uppá 13,24 sek, sum er persónligt met. Tað rakk til broncumerkið.

Hamarkast var næsta grein á skránni, og her vóru teir báðir aftur við. Aftur endaði Tórur á fremsta plássi. Hann kastaði 5 kg tunga hamaran út á 27,75 m, meðan Jákup á øðrum plássi kastaði 18,23 m.

Jákup var ikki liðugur, tí hann tók 800 m við. Hann var merktur av øllum kappingunum um vikuskiftið, har hann, sum tann einasti í bólkinum, hevði luttikið í øllum greinunum. Hann kempaði tó væl og kom á mál við tíðini 2 min 30,25 sek, sum rakk til eitt broncumerkið.

IMG_4524

Gentur 18-19 ár

Edna Maria Debes var einasmøll at umboðað Hvirluna í hesum bólkinum, men tað gjørdi hon væl. Hon hevur í seinastuni havt trupulleikar við avsett fótinum, og tí byrjaði hon við hinum beininum í trýstøkk. Tað sást at tað var eitt sindur óvant fyri hana, men hon leyp seg fram og endaði við at leypa 9,72 m, sum bara er 20 cm frá hennara besta við “rætta” beini. Hetta rakk til gullmerkið.

Edna Maria royndi seg eisini í hamarkasti. Her kastaði hon 4 kg tunga hamaran út á 19,34 m, sum er persónligt met. Harvið fór hon heim við enn einum gullmerkið.

IMG_4158

Dreingir 18-19 ár

Magnus Dal-Christiansen royndi seg bara í hamarkast, og var hetta hansara fyrsta roynd í hesi grein. Hann kastaði tó væl, og endaði við at kasta 6 kg tunga hamaran út á 21,53 m, sum gav honum eitt gullmerkið.

IMG_4681

Samanumtikið eitt fyri Hvirluna væleydna FMU. Eftir er bara at slappa av og gleða seg til at fyrireikandi venjing til komandi ár byrjar fyrst í oktober. Kunna verður nærri um tilmelding.

IMG_5695

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *