FMU dagur 2 – Lydia føroyskt met

FMU dagur 1 – rimarenning aftur á skránna
09.09.2018
FMU dagur 3 – Hvirlur duga!
11.09.2018

FMU dagur 2 – Lydia føroyskt met

Annar dagurin á FMU gekk stak væl við nógvum flottum úrslitum, harímillum eitt flott føroyskt met til Lydiu í diskuskast.

Gentur 8-9 ár

Sigrið Hansdóttir, Andrea Heinadóttir og Sonja Klein Olsen byrjaðu dagin við at kasta 150 g tunga bóltinum. Her legði Sigrið út við at bøta um sítt egna bólkamet við smáðum 8 metrum til 33,08 m. Sonja kom út á 8,20 m, meðan fyrsta kasti hjá Andreu ikki bleiv góðkent. Í øðrum økti Sigrið við næstan tveimum metrum til 34,88 m. Andrea fekk nú ferð á bóltin, sum lendi á 12,18 m, meðan Sonja eisini økti. Hon kom út á 11,03 m. Flott av teimum trimum ungu íðkarunum.

Sigrið, Andrea og Sonja fór so til longdarlop. Her legði Sigrið út við at leypa 2,96 m, sum rakk til eitt annaðpláss, frammanfyri Sonju, sum legði 13 centimetrar omaná sítt persónliga met við at leypa 2,50 m. Andrea leyp 1,78 m í fyrsta umfarið. Í øðrum leyp Sigrið heilar 3,25 m, sum er 8 centimetrar longri enn hennara egna bólkamet. Andrea bøtti eisini munandi um sítt persónliga met við at leypa 2,39 m í øðrum umfarið, og Sonja bøtti somuleiðis um sítt persónliga met. Hesaferð til 2,53 m. Í triða umfarið legði Sigrið 10 centimetrar afturat metinum til 3,35 m, meðan Andrea og Sonja lupu eitt vet styttri enn tær gjørdu í øðrum umfarið. Sostatt fór Sigrið heim við gullinum, Sonja við broncuni frammanfyri Andreu á fjórða plássi.

Gentur 10-11 ár

Beinta Debes og Elena Ellindsdóttir Olsen byrjaðu dagin við at royna seg á 60 m. Ella rættari, tað var ætlanin, men tað vísti seg at avboð gjørdu at innleiðandi riðlarnir blivu avlýstur, og tí fara tær báðar beinleiðis til finaluna sunnudagin.

So fóru tær báðar til longdarlop. Her legði Beinta út vil at bøta um sítt persónliga met til 3,08 m, meðan Elena legði út við at leypa 2,80 m. Í øðrum umfarið tangeraði Elena sítt persónliga met við at leypa 3,02 m, meðan Beinta gjørdi yvirtrakk. Í triðja og síðsta umfarið bøtti Beinta aftur um sítt persónliga met, hesaferð til 3,11 m, meðan Elena vísti stabilitet við aftur at leypa umleið 3 m. Hennara bleiv máta til 2,90 m.

Næsta uppgávan var 600 m, har Elena hevði valt at royna seg. Elena legði varliga út, og eftir 200 m var hon suttaftanfyri nr 2. Næstu 200 m misti hon nakað, men í spurtinum megnaði hon at heinta eitt vet innaftur, men heilt fram til hana á øðrum plássi kom hon ikki, men við tíðini 2 min 36,17 sek hevði hon tryggja sær eitt broncumerki.

Beinta endaði dagin við at kasta 150 g tunga bóltin. Her legði hon út við at kasta 15,41 m, men í øðrum umfairð økti hon til 21,88 m. Hon steðgaði tó ikki har tí i triðja umfari økti hon aftur. Hesaferð til 22,56 m.

 

Dreingir 10-11 ár

Gutti Heinason og Olivur Koba vóru klárir í blokkinum tá skotið fór á innleðiandi riðlinum á 60 m fyri 10-11 ára gomlu dreingirnar. Gutti var í fyrra riðlinum. Hann var skjótur út blokkinum, og eftir eitt effektivt drive fyrstu metrarnar hevði hann nøsina frammanfyri, og so var tað ein dystur allan vegin á mál, har hann tryggjar sær eitt pláss í finaluni sunnudagin við at vinna riðilin í tíðini 9,47 sek (w: -1,9 m/s). Olivur, sum á fyrsta sinnið royndi seg á fyrsta sinni í kapping á Tórsbreyt, var í seinna riðlinum. Olivur lá í tættari kapping við síðumannin allan vegin, og á málinum var bara 0,04 sek ímillum teir. Tíðin hjá Olivur gjørdist 10,94 sek (w: -1,0 m/s), sum rakk til eitt pláss í finaluni.

Eftir innleiðandi 60 m renningina fóru báðir beina leið til longdarlop. Gutti vísti longu í fyrsta lopinum hvussu tað skuldi gerast, tí við at leypa 3,88 m hevði hann longu vunnið kappingina. Olivur byrjaði meir varliga við at leypa 2,81 m. Gutti leyp 3,62 m í øðrum, meðan Olivur gjørdi yvirtrakk. Í triðja sat tað hjá Olivur, sum kom út á 3,29 m, sum bara var 1 centimetur frá fjórða plássi.

Síðsta uppgávan hjá teimum báðum var bóltkast. Báðir byrjaðu við at royndum, sum ikki blivu góðkendar, men í øðrum riggaði betur. Tá kastaði Gutti 150 g tunga bóltin út á 34,64 m, meðan Olivur kom út á 22,83 m. Báðir royndu teir at koma longur, men hetta eydnaðist ikki. Gutti fekk eitt silvurmerkið og Olivur eitt sættapláss í síni fyrstu roynd í bóltkast.

Gentur 12-13 ár

Kristina Verlandsdóttir Hayfield byrjaði dagin við hæddarlop. Her var byrjunarhæddin 100 cm. Kristina kom lættliga uppum. So fór hæddin upp á 107 cm, sum er ájvant við persónliga metið hjá Kristinu. Hetta nervaði hana ikki, tí hon kom lættliga uppum í fyrstu royndini. So fór yvirliggjarin upp á 112 cm. Kristina helt áfram í sama stíl og leyp lættliga uppum í fyrstu royndini. Efttir at hon longu hevði bøtt um sítt persónliga met við 5 cm, royndi hon seg nú við at økja við fimm centimetrum afturat. Hon rann avgjørd yvir til yvirliggjaran, og setti av. Hon fekk góða hædd á, megnaði at koma uppum í fyrstu royndini. So fór yvirliggjarin upp á 122 cm, men nú var uppi hjá Kristinu. Hon endaði á 122 cm og bøtti harvið um sítt persónliga met við 15 cm og ognaði sær samstundis eitt silvurmerki.

Eftir hæddarlop fór Kristina til 600 m startin. Kristina hevur roynt teinin áður, og kennir avleiðingarnar av at leggja ov hart út. Hon var tí eitt sindur varin í sínum útleggi. Hetta gjørdi at hon megnaði at halda eina støðuga ferð allan vegin. Á málinum segði klokkan 2 min 11,11 sek, sum er 11,75 sek skjótari enn hennara gamla persónliga met. Tað fekk hon broncumerkið fyri.

Eftir 600 m var spjótkast á skránni. Her var Kristina aftur til dystin fús. Fyrsta kasti bleiv máta til 8,53 m. Í øðrum umfari økti hon vil góðum trimum metrum til 11,63 m. Tað var eisini umleið tveir metrar longri enn hennara gamla persónliga met. Hon steðgaði tó ikki har, tí í síðsta umfarið kom hon út á 12,23 m. Fyri hetta avrikið fekk hon silvurmerkið.

Dreingir 12-13 ár

Símun Bendix Laursen, sum royndi seg í síni fyrstu frælsakapping nakrantíð fríggjadagin, var aftur til dystin fús leygardagin. Her var fyrsta uppgáva 600 m. 600 m er stytsti miðteinur, og er tað grein har royndir hava sera nógv at siga, tí at finna røttu ferð frá byrjan er ikki sum at siga tað. Símun legði hart út, men valdi eftir fyrstu 200 m at seta tempo eitt vet niður, fyri at kunna halda tað allan vegin á mál. Hetta eydnaðist hjá honum, og gjørdist tíðin 2 min 13,25 sek.

Næsta greinin Símun royndi seg í var spjókast. Har skuldi hann royna at kasta 400 g tunga spjóti longst møguligt. Í fyrstu royndini kom hann út á 14,11 m. Næstu tvær royndirnar vóru á sama støði, men longdirnar vóru eitt vet styttri.

Gentur 14-15 ár

Børka Berg Jørgensen, sum í seinastuni hevur tikið seg nógv fram, byrjaði dagin í hæddarlop. Hetta er ikki ein grein hon venur, men Børka var, sum altið til dystin fús. Fyrsta royndin var á 110 cm. Her kom Børka lætt uppum, og á 117 centimetrum var støðan tann sama. Eitt lætt lop uppum. So fór hæddin upp á 124 cm, sum er hægri enn Børka hevur lopið áður. Børka royndi, og var nær við, men hesaferð bar ikki til, so hon endaði á 117 cm, sum rakk til eitt silvurmerkið.

Eftir hæddarlop fór Børka til startin á 800 m. Her lógu allar javnar í byrjani, men eftir fyrstu 200 m fóru tvær avstað, har Børka var onnur. Børka hekk væl í tí fremstu allan vegin, og royndi so at takað hana á síðstu 100 m men hesaferð gekk tað ikki. Tíðin hjá Børku var 2 min 45,36 sek.

So var spjótkast á skránni. Her var Børka aftur klár, men hesaferð var hon ikki einsamøll Hvirlan, tí Elin Niclasen var eisini við. Fyrsta kasti við 500 g tunga spjótinum hjá Elini var ikki góðkent tí spjótið lendi flatt (oddurin skal nerta við fyrst um kasti skal vera góðkent). Tað fyrsta hjá Børku bleiv mált til 19,30 m. Í øðrum kastaði Elin eitt róligt kast, sum bleiv mált til 28,65 m. Børka økti til 22,37 m. Av einhvørjari orsøk hevur FÍF valt at niðurraðfesta teknisku greinarnar í yngru árgangunum, soleiðis at Elin og Børka einans høvdu fýra royndir í mun til tær seks, sum annars er atljóða standard. Tí avgjørdi Elin at satsa áðrenn hon hevði fingið tað vinnandi kasti, tí tá man hevur kasta 600 g spjótið út á næstan 33 m og 500 g spjótið út á næstan 36 m, so vil tað hava størri týdning at koma langt út  enn at vinna. Hetta eydnaðist ikki hesaferð, tí næstu tvey kastini endaðu beint uttanfyri kastirætningin og blivu tí ikki góðkend. Triðja og fjórða kasti hjá Børka lendu flatt, og blivu tí ikki góðkend. Úrsltið gjørdist tó silvur og broncu til hvirlurnar báðar.

Børka og Elin endaðu dagin við diskuskast. Her legði Elin út við at kasta 19,93 m, meðan Børka longu í fyrsta umfari bøtti um sítt persónliga met til 18,74 m. Elin bøtti í øðrum til 21,35 m, og aftur í fjórða til 22,20 m. Børka hevði eina stabila seriu, men hennara fyrsta gjørdist hennara longsta hesaferð. Hetta tryggjaði teimum ávikavist gull og broncumerki.

Dreingir 14-15 ár

Miso Buha hevur valt sær trýstøkk, sum sína primergrein, men á ársins FMU var trýstøkk ikki ein av greinunum, sum hann slapp at kappast í. Miso er tó væl fyri, og valdu tí at kappast í øðrum greinum í staðin. Fyrra dagin var spjótkasta á skránni. Her skulid hann royna seg við 600 g tungu spjótunum. Fyrsta kasti bleiv ikki góðkend, men í øðrum kom hann út á 33,07 m. Hann økti í øðrum umfari til 35,85 m, sum bara er 15 centimetrar frá hansara persónliga meti. Síðsta kasti var nærum líka langt sum tað longsta

Gentur 16-17 ár

Helena Svabo Ziska og Jóhanna Óladóttir Joensen byrjaðu dagin við at leypa longd. Hjá Helenu var hetta at ganga aftur á gamlar gøtur, tí tá hon var lítil plagdi hon at leypa longd, men nú eru nógv ár síðan hon leyp síðst. Jóhanna hevur einans vant nakrar fáar ferðir, og royndi seg síðan í síni fyrstu kapping nakrantið á Tórsbreyt. Jóhanna byrjaði við at leypa 3,68 m, meðan Helena leyp 2,91 m. Í øðrum umfarið kom Helena heilt út á 3,85 m, sum er góður hálvur metur longri enn hon hevur lopið áður. Í triðja lopinum var Jóhanna líka við at raka plett, men hon misti ferðina í næstseinasta lopinum, og tí kom hon til at rotera framyvir í flognum, og tí gjørdist lopið væl styttri enn tað kundi blivi. Helena hevði ein góðan dag, tí í fjórða lopið kom hon heilt út á 3,99 m, men enn restaði ein centimetur í at náa fýra metur strikuna. Í fimta var hon aftur nær við, men ikki heilt har. So var eitt lop eftir, og hesaferð bar til. Lopið bleit máta til 4,01 m.

Eftir longdarlop var spjótkast á skránni, og her var lítil ivi um at Sunniva Bogadóttir, sum vann danska meistaraheitið fyri ung fyri einari viku siðan, var favorittur. Hóast fyrsta kasti miseydnaðist, so lat hon ongan iva vera um, at hon átti gullið, tí í øðrum umfari kasti hon 35,58 m. Hesum kom ongin nær, men Sunniva vildi meir, og økti í bæði fjórða og fimta umfarið, soleiðist at hon endaði heilt úti á 38,37 m. Dysturin um gullið gjørdist ongantíð spennandi, men dysturin um silvurmerkini var sera tættur. Her legði Helena út við at kasta 21,39 m, sum var smáðar tveir metrar frá øðrum plássi. Hon økti til 22,56 m í øðrum og til 23,29 m í triðja, men enn mangaði ein centimetur í silvurmerkinum. Hetta vildi Helena ikki lata hanga, so í síðsta umfarið smekkaði hon til við at kasta 23,71 m, og tryggjaði sær harvið silvurmerki aftanfyri Sunnivu.

Á FM fyri vaksin ognaði Lydia Simonsen sær tað føroyska meti í diskuskasti, og í dag vísti hon at formurin enn er øgiligur, tí fimm av hennara seks kastum lendu uttanfyri 30 m strikuna. Tað longsta kom í fimta umfarið. Tað bleiv mált til 31,91 m, sum er góðan metur longri enn hennara føroyska met. Helena var trygg á øðrum plássi við einum kasti uppá 25,74 m, meðan Sunniva ognaði sær broncuna við einum kasti uppá 23,02 m.

Dreingir 16-17 ár

Bárður Jóhansson hevur havt ein steðg frá venjing, men er við at koma í gongd aftur. Hann royndi seg við 700 g tunga spjótinum. Tað fyrsta lendi flatt, og bleiv tí ikki góðkent. Tað næsta eydnaðist betur. Tað lendi á 22,48 m. Hann steðgaði tó ikki har, tí í triðja umfarið kom hann út á 22,86 m. Fjórða bleiv eitt vet styttri, meðan tað fimta aftur lendi flatt. Bárður hevði tó goymt tað besta til síðst, tí í sætta umfari kom hann heilt út á 24,92 m. Fyri hetta avrikið fekk hann gullmerkið.

Bárður fór síðan til diskuskast, har hann skuldi royna seg við 1,5 kg tunga diskinum. Hann legði út við at bøta um sítt persónliga met til 19,18 m. Hann vildi tó meir, tí í øðrum umfarið kom hann út á 19,55 m og í fjóra út á 19,76 m. Hann hevði tvey kast afturat nærhendis 20 m strikuna, men hesaferð gjørdist tað longsta 19,76 m. Hetta fekk hann gullmerkið fyri.

Gentur 18-19 ár

Sjøfn Gudmundsdóttir og Guðrið Káradóttir Petersen byrjaðu dagin við longdarlopi. Sjøfn hevur ikki fingið vant vegna skaða, meðan Guðrið hevur fokusera uppá hamarkast. Tí var tað spennandi at vita hvussu leikur fór. Sjøfn legði út við at gera yvirtrakk, meðan Guðrið longu í fyrsta lopið bøtti um sítt persónliga met til 3,50 m. Í øðrum kom Sjøfn á fyrsta sinni útum 4 m strikuna. Lopið bleiv máta til 4,04 m. Guðrið økti í øðrum til 3,55 m. Næstu lopið vóru rættuliga lík hjá báðum, men vóru eitt vet styttri. Í fimta umfarið fekk Sjøfn góða ferð á, men atrenningin sat ikki, og tí leyp hon 30-40 centimetrar áðrenn plankan. Stóra ferðin gjørdi tó at lopið bleit máta til 4,30 m. Um tikið verður við at hon leyp áðrenn, so var lopið væl omanfyri 4½ m. Í síðsta lopinum sat atrenningin betur, men lopið var ikki heilt so gott. Tað bleiv tó mált til 4,32 m, sum hon fekk gullmerkið fyri. Guðrið fekk broncumerkið fyri teir 3,55 m hon leyp í øðrum umfari.

Eftir longdarlop fór Guðrið til spjótkast. Hennara besta grein er hamarkast, har hon hevur bøtt um føroyska meti í trimum umgangum í ár. Á FMU eru bara útvaldar greinar, og har er hamarkast ikki við, so er gott at Guðrið vil royna seg í øðrum greinum eisini. Í spjótkast, sum kanska er hennara veikasta kastigrein, hevði hon eina trupla byrjan, tí fyrstu fýra kastini blivu ikki góðkend. Í fimta valdi hon at kasta trygt, og so bar til. Tað bleiv mált til 22,45 m, sum er nakað frá hennara persónliga meti. Hon satsaði so aftur í sætta, men aftur bleiv kasti kolldómt. Sostatt endaði Guðrið á øðrum plássi, bara góðan metur frá gullinum.

Guðrið royndi seg eisini við 1,0 kg tunga diskinum. Her fór fyrsta kasti í netið, men í øðrum umfarið fekk hon diskin út á 23,81 m. Hon valdi síðan at satsa fyri at vita hvussu langt hon kundi koma, men hesaferð kom hon ikki longri. Hon ognaði sær tó gullmerkið við teimum 23,81 m hon kastaði í øðrum umfari.

Dreingir 18-19 ár

Tóki Bak Sørensen og Dánjal Dahl Ljósheim byrjaðu dagin við longdarlop. Her legði Toki út við at leypa 4,21 m, meðan Dánjal gjørdi yvirtrakk. Í øðrum legði Dánjal seg á odda við at leypa 4,33 m. Tóki fekk góða ferð á triðja lopið, men snaraði í avsettinum og fekk tí ikki lending at sita. Hóast hetta bleiv lopið mált til 4,09 m. í fjórða økti Dánjal til 4,77 m. Tóki royndi at svara aftur, men aftur miseydnaðist lopið. Í síðsta setti Dánjal trumf á við einum lopið uppá 5,02 m, og tá Tóki gjørdi yvirtrakk var kappingin avgjørd. Gull til Dánjal og silvur til Tóka.

Dánjal fór beina leið frá longdarlop til 800 m. Sum altið, so var ongin, sum kundi geva honum kapping, og tí var ætlanin at nýta kappingina sum venjing at renna ávísa ferð. Málið var tí at renna teinin uppá neyvt 2 min 10 sek. Hetta skuldi gerast uttan stuðul frá millumtíðum. Tað var tí flott at síggja at hann kom á mál bara eitt sek frá málinum. Tíðin gjørdist 2 min 11,08 sek.

Onnur kappingin hjá Tóka var spjótkast, har hann kastaði við 800 g tunga spjótinum. Hann smekkaði til longu í fyrsta umfarið við at bøta um sítt persónliga met við næstan tveimum metrum til 27,91 m. Næsta kasti var rættuliga líkt, og bleiv mált til at vera 2 centimetrar styttri. Hóast góðar royndir, so kom Tóki ikki longri hesaferð, men hann fór heim við gullmerkinum fyri teir 27,91 m hann kastaði í fyrst umfari.

Hóast hvørgin venur diskuskast, so vóru bæði Dánjal og Tóki til dystin fús tá 1,75 kg tungu diskarnir vóru tiknir fram. Dánjal legði fyri við at kasta heilar 25,31 m, sum er longri enn hann megnaði at kasta 1,5 kg diskin í fjør. Hann økti í øðrum við nøkrum centimetrum. Í øðrum umfarið eydnaðist Tóka at fáa eitt kast góðkent. Tað bleiv mált til 20,43 m. Dánjal økti aftur í triðja til 27,26 m. Báðir royndu seinastu umførini at koma longur, men hesaferð var ikki meir at koma eftir, men teir fóru heim við persónligum metum og ávikavist gull og silvurmerki um hálsin.

 4×100 m boðrenning

Kappast verður eisini í boðrenning og fyrra dagin var 4×100 m á skránni. Her skuldu tey, ið eru 14 ár ella eldri kappast, og á Hvirlu-liðinum vóru Sjøfn, Lý, Kristina, og Børka. Sjøfn legði hart út, og avleveraði boðini til Lý, sum rann ein flottan annan túr. Lý avleveraði til Kristinu, sum rann seinna svingin áðrenn hon avleveraði til Børku, sum rann ein flottan síðsta túr. Tíðin hjá teimum fýra gjørdist 60,16 sek, sum rakk til eitt broncumerki

Hjá monnunum runnu Tóki, Bárður, Miso og Dánjal. Tóki rann ein stak góðan fyrsta túr, og avleveraði boðini á fyrsta plássi til Bárður. Bárður, sum ikki hevur vant sprint í longri tíð, misti nakað á øðrum túri, men eitt gott skifti til Miso, og ein skjótur Miso gjørdi at tá Dánjal fekk boðini áðrenn síðstu 100 m var hann longu fremst, og so var bara eftir at renna heim til eitt trygt gullmerki.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *