Venjing týsdagin 1. sept. kl. 16-17 avlýst
30.08.2015
FMU dagur 2
13.09.2015

FMU dagur 1

Aftur í ár skipaði sersambandið fyri kapping um føroyska meisatarheitið fyri ung í útvaldum greinum. Kappast var í seks ymiskum aldursbólkum fyri bæði dreingir og gentur. Í teknisku greinunum vóru kappingarnar styttar niður í helvt við at strika trý umfør.

Hvirlan er væl umboðað, av nógvum røskum íðkarum í flestu aldursbólkum, og njótaðu tey dagin við nógvum góðum úrslitum í væl skipaðu kappingini.

Gentur 8-9 ár

Beinta Debes byrjaði dagin við bóltkast. Her kastaði hon 150 g tunga bóltin 11,20 m í fyrsta umfarið. Í øðrum og triðja umfarið royndi hon at koma longur út, men hesferð eydnaðist ikki, og blivu tær 11,20 m tí tað longsta hesaferð. So var tað longdarlop, sum var á skránni. Her leyp Beinta sítt longsta í øðrum umfarið. Tað bleiv mált til 2,41 m.

IMG_2954

Dreingir 8-9 ár

Ólavur av Steinum umboðaði Hvirluna í yngsta bólki. Hann byrjaði, eins og Beinta, við bóltkast. Her bleiv tað til eitt persónligt met við 16,92 m. Ólavur helt síðan leiðina fram til longdarlop, har hann í øðrum umfarið leyp 2,04 m, sum er tað longsta hann nakrantíð hevur lopið.

IMG_1794

Gentur 10-11 ár

Fyrsta kapping hjá teimum 10-11 ára gomlu gentunum var innleiðandi á 60 m. Her var Børka Berg Jørgensen einsamøll í reyðum. Hon lat tó ongan iva verða um, at hon hevði hug at royna seg aftur í finaluni, tí hon tryggjaði sær plássi við at renna teinin uppá 10,02 sek í mótvindinum. Hetta er persónligt met hjá henni.

Børka helt síðan leiðina fram til bóltkast, har Thora Debes Kúrberg eisini royndi seg. Børka kastaði 150 g tunga bóltin út á 30,69 m, sum bara er nakrar centimetrar frá hennara persónliga metið. Thora kastaði 23,06 m, sum er næstan 10 m longri enn hon hevur kastað áður.

Triðja greinin var 300 m, og aftur var Børka klár at royna seg. Hon legði varliga út, men vísti styrki síðstu 100 m og kom á mál við flotta persónliga metinum 52,68 s. Síðan fóru báðar til longdarlop. Tær lupu báðar væl, men úrslitini eru ikki tøk í løtuni.

Síðsti startur fyrra dagin var 4×100 m. Her megnaði onki felag at seta lið einsamalt, og tí var blanda, og komu Børka og Thora sostatt at renna á hvør sínum liðið. Báðar runnu tær ein flottan túr og endaðu sostatt dagin við enn einum góðum avrikið.

IMG_1722

Gentur 12-13 ár

Lý Høgnadóttir var, sum altíð, til dystin fús. Hesaferð hóast ein lítlan skaða í lærinum. Fyrsta greinin var 80 m. Her rann hon á mál við tíðini 12,25 sek, sum bara er 12/100 frá hennara persónliga metið. Hóast skaðan, so var hon bara 0,01 sek frá at ogna sær eitt pláss í finaluni.

Næsta greinin var hæddarlop. Her kom hon uppum byrjunarhæddina 1,10 m í fyrstu royndini. Somuleiðis á 1,15 m. Hon hevði tríggjar góðar royndir á 1,20 m, men hesaferð gekk ikki. Tað bleiv tí til eitt persónligt met við 1,15 m.

IMG_2185

Dreingir 12-13 ár

Teitur Eysturoy Olsen byrjaði dagin við at renna 80 m. Henda tein rann hann uppá 14,24 sek, sum er persónligt met. Hesafer rakk tað ikki til eitt pláss í finaluni.

So var spjótkast á skránni. Her ognaði Teitur sær eitt flott persónligt met við at kasta 400 g tunga spjótið út á 18,87 m. Tað rakk til eitt broncumerkið.

IMG_2102

Gentur 14-15 ár

Tær 14-15 ára gomlu genturnar byrjaðu dagin við 300 m. Her var Bjørk Sigurðsdóttir Lamhauge klár at royna seg. Hon rann eina vældisponeraða kapping og kom á mál við tíðini 51,14 sek, sum rakk til eitt fjóra pláss.

Næsta kapping var spjótkast, og her var Bjørk aftur klár. Nú fekk hon selskap av Lydiu Simonsen, Guðrið Káradóttir Petersen og Helenu Svabo Ziska. Ongin av gentunum fingu tað at rigga hesaferð. Longst kastaði Lydia, sum við 18,31 m ognaði sær silvurmerkið frammanfyri Guðrið, sum kastaði 17,50 m. Bjørk gjørdist nr 4 við 15,94 m, meðan Helena kastaði 500 g tunga spjótið út á 14,71 m.

IMG_2776

Dreingir 14-15 ár

Dánjal Dahl Ljósheim byrjaði dagin við hæddarlopi. Hann kom lætt uppum byrjunarhæddina 125 cm, og helt áfram við sama lag uppum næstu hæddirnar til og við 145 cm. Hann hevði onkra góða roynd á 150 cm, men hesaferð gekk ikki. Hann fór tó heim við einum persónligum metið og silvurmerkinum.

Eftir hæddarlop var tað 300 m, sum var á skránni. Her var Bárður Jóhansson eisini við. Báðir hava teir tíðiligvís vant væl, tí Dánjal kom á mál við tíðini 43,66 sek og Bárður við tíðini 45,67 sek, sum er ávikavist góð 3 sek og góð 4 sek skjótari enn teir hava runnið teinin áður. Hetta rakk til silvur og broncumerkið.

Spjótkast var siðsta einstaklinga greinin teir royndu seg í. Her kom Dánjal út á 28,22 m við 600 g tunga spjótinum. Tað er uml 2 metrar longri enn hann hevur megnað áður, og rakk tað til silvurmerkið. Honum á baki kom Bárður, sum vi 25,19 m ognaði sær broncumerkið.

IMG_3005

Gentur 16-17 ár

Rebecka Monja Jørgensen og Tinna Berg Jørgensen byrjaðu við longdarlopi. Her var Tinna stabil omanfyri 4 m, har longsta lop kom í øðrum umfarið. Tað bleiv mált til 4,29 m og rakk tað til broncumerkið. Rebecka leyp 3,59 m, sum er bara 7 cm frá hennara persónliga metið.

So var diskuskast á skránni. Her vóru umframt Tinnu og Rebecku, Marita Káradóttir Petersen við. Hóast Marita ikki fekk tað tekniska at sita, so var hon í flokki fyri seg og ognaði sær gullmerkið við einum kasti uppá 23,63 m. Tinna bøtti aftur um sítt persónliga met tá hon í fyrsta umfarið kastaði diskin út á 18,32 m, sum rakk til broncumerkið. Rebekca ognaði sær eitt stórt persónligt met við at kasta 1,0 kg tunga diskin út á 16,28 m.

Rebecka var einasta Hvirla á 400 m teininum. Her ognaði hon sær silvurmerkið við at renna teinin uppá 76,91 sek.

IMG_2083

Dreingir 16-17 ár

Diskuskast var fyrsta greinin hjá Jákup Dahl Ljósheim og Tórur Mortensen. Her fór Jákup heim við gullinum, meðan Tórur ikki megnaði at fáa góðkent kast. Neyvu úrslitini eru ikki tøk.

Eftir diskus fóru báðir til longdarlop. Hetta er ein av primergreinunum hjá Tórur, men á FMU er 400 m tað primera, og tí leyp Tórur við lágari ferð. Hann vann tó trygt við 5,59 m, frammanfyri Jákup, sum leyp neyvt líka langt sum nummar trý. Jákup hevði tó tað betra næstlongsta lopið og fór tí við silvurmerkinum.

So var 400 m á skránni. Tórur legði hart út, og náddi hálva teinin uppá uml. 24 sek. Tá fór ferðin nakað niður, men ikki meir enn at hann var langt fremstur á mál. Tíðin bleiv 52,37 sek, sum bara er 0,37 sek frá oyggjaleikakravinum, og skjótasta tíð runnin av føroyingi í fleiri ár. Flott av einum leypara. Tíðin var eisini næstan 4 sek skjótari enn hann rann teinin í 2014. Jákup rann teinin uppá 60,46 sk, sum er nakað frá hansara persónliga metið.

IMG_2643

Gentur 18-19 ár

Edna Maria Debes var einasmøll Hvirla í elsta bólki. Hon byrjaði dagin við longdarlopi. Tað var tó eitt sindur ivandi, tí ein skaði í fótinum gjørdi at hon noyddist at verða varin. Edna Maria plagar at leypa longri fyri hvørt umfarði, og so var eisini hesaferð. Við tað at kappingin einans var trý umførð, so gjørdist hennara longsta 4,64 m, sum tó gav eitt gullmerkið.

So var diskuskast á skránni. Her nervaði fóturin ikki, og sást tað aftur, tí hon kastaði 1,0 kg tunga diskin út á 24,44 m, sum er persónligt met við meir enn einum metri. Tað rakk til enn eitt gullmerkið.

IMG_1839

Dreingir 18-19 ár

Magnus Dal-Christiansen fekk ein skaða tá hann vann longdarlop á FM fyri vaksin. Hann valdi tí at leypa við hinum beininum, og gekk tað heilt hampuligt. Hansara longsta gjørdist 4,39 m, sum rakk til gullmerkið.

Onnur og síðsta kapping hjá honum var diskuskast. Her kastaði hann væl og ognaði sær enn eitt flott gullmerkið. Úrslitið er ikki tøkt í løtuni.

IMG_2156

Boðrenningar

Eins og vanligt á FMU, so endaði dagurin við 4×100 m boðrenning. Bólkarnir 14-15,16-17 og 18-19 vóru slidnir saman, og her hevði Hvirlan eitt lið í hvørjum bólki. Hesi fingu hvør sítt broncumerkið.

IMG_1309

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *