FMU dagur 1 – rimarenning aftur á skránna

Høgt støði annan dagin á DMU
02.09.2018
FMU dagur 2 – Lydia føroyskt met
10.09.2018

FMU dagur 1 – rimarenning aftur á skránna

Tá lati varð upp fyri tilmeldingum til ársins útgávu af FMU, sást at rimarenning aftur var við. Tað er sera gleðiligt, og skal FÍF fáa herðklapp fyri at tey hava lurtað eftir ynskinum frá feløgum. At áhugin er har sást á luttakaratalinum, tí hóast greinin í seinastuni hevur verið niður raðfest av FÍF, so var luttøkan nærum líka stór sum á t.d. miðteinarenning. Um hetta verður afturvendandi kappingartilboð í FMU og vónandi eisini á Grand Prix, so verður lítil ivi um, at greinin kemur at vaksa seg bæði stóra og sterka her heima.

Dreingir 12-13 ár – Rimarenning (silvur)

Tríggjar hvirlur vóru millum luttakarnar í rimarenning. Tann fyrsta, sum skuldi í eldin var 12 ára gamli Símun Bendix Laursen. Hann kappast í bólkinum dreingir 12-13 ár. Hann skuldi renna 80 m rimarenning. Hetta var hansara fyrsta roynd í kapping á Tórsbreyt, og tað er ikki sum at siga tað at byrja við 76,2 cm høgum rimum framman fyri seg. Símun vísti beinan vegin at hann hevur vilja, tí hann kom agressivt uppum allar tær høgu rimarnar. Tíðin gjørdist 18,45 sek (w: -1,7 m/s).

Gentur 14-15 ár – Rimarenning (silvur)

So átti Børka Berg Jørgensen tørn. Hon kappast í bólkinum Gentur 14-15, har hon er partur av yngra árganginum. Tær kappast á 80 m við 76,2 cm høgum rimum. Børka hevur vant rim nakrar ferðir í summar, og tað sást aftur, tí hon er blivin munandi tryggari uppum rimarnar. Hesin tryggleikin ger, at hon nú torir at seta av nakað áðrenn rimina og harvi fær meir ferð við sær. Hon kom væl uppum tær fyrstu rimarnar, men so vildu troyttu beinini ikki, og fór hon tískil niður á 4 fet millum hvørja rim. Hon megnaði tó at koma á mál við flottu tíðini 15,42 s (w: -0,2 m/s).

Dreingir 18-19 ár – Rimarening (gull)

Dánjal Dahl Ljósheim royndi seg á 110 m rimarenning, har rimarnar vóur 99,1 cm høgar. Dánjal, sum ikki hevur servant rimarenning, er tekniskt væl skúlaður, og tí kann hann eisini renna væl í rimarenning. Ferðin á fløtum er komin langt upp hjá Dánjal síðsta árið, og tí er tað ikki nakar trupulleiki at halda trý fet millum rimarnar. Hann rann tí uttan trupulleikar yvir allar rimarnar við góðari rútmu allan vegin. Tíðin hjá honum gjørdist 18,74 s (w: 0,2 m/s).

Við forvantningi um at rimarenninger afturkomin fyri at verða, kemur henda grein at fylla meir í dagligu venjingini frameftir.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *