FMU – Annar dagurin: Marita tók alt innan tað tekniska

FMU – Fyrri dagurin: Enn ein Hvirla í talentbólkin
16.08.2010
Broyting í venjingarskránni mikudagin 25. aug.
24.08.2010

FMU – Annar dagurin: Marita tók alt innan tað tekniska

Annar dagurin vísti seg at verða eins góður og tann fyrri, bæðið viðvíkjandi veðriðnum og úrslitum. Samanlagt fingu hvirlunar 7 gull, 8 silvur og 9 broncumerki. Eitt b-krav til talentbólkin kom til hóldar og nógv persónlig met fullu.

Gentur 8-9 ár

Helena royndi seg á 60 m og í kúlustoyt. 60 m var fyrst á skránni, og har rann hon í fyrsta riðli. Hon kom á mál í tíðini 12,12 sek, sum er persónligt met við uml. 0,2 sekund. Nakrar minuttir seinni byrjaði kúlustoyt. Fyrsti roynd var kolldømd fyri kast, men í aðru hilnaðist betur, og í triðju kom hon so út á 3,67 m. Tað vísti seg at røkka til eitt silvurmerkið.

Dreingir 8-9 ár

Bárður, Elias og Kristian royndu seg fyrst á 60 m. Har vóru Bárður og Kristian í fyrsta riðli, har var Bárður sum eitt skot úr blokkinum, og legði seg á odda, og hann økti allan vegin og var langt fremstur á mál. Í øðrum riðli var Elias við, men kom ikki millum teir tríggjar fremstu. Tíðirnar vóru: Elias 11,07 sek, Bárður 11,16 sek og Kristian 13,11 sek. Bárður betraði um sítt persónliga met við 0,2 sekundum.

Í kúlustoyt vóru aftur allir tríggjir til dystin fús, og har sást beinan vegin at nú skuldi okkurt henda. Elias fór langt útum 4 m strikuna longu í fyrsta umfarið, og hann økti í báðum teimum fylgjandi umførunum, og endaði á 4,84 m. Bárður byrjaði meir varliga, men í triðja umfarið økti hann við nærum einum metri, og endaði á 4,78 m, ið er persónligt met við góðum ½ metri. Kristian fekk fyrstu royndina kolldømda, men kom aftur í øðrum og longdi í triðja umfarið, so hann endaði á 3,97 m. Elias vann silvur og Bárður broncumerki.

 

Gentur 10-11 ár.

Guðrið og Tinna hvødu boðað frá luttøku í hesum bólkinum, har 60 m renning, 600 m renning og kúlustoyt vóru á skránni. Fyrst var tað tó 60 m sum skuldi rennast. Guðrið var í fyrra riðlinum, har hon kom væl frá byrjan, men dragnaði nakað í endanum. Hon kom tó á mál við tíðini Guðrið og Tinna royndu seg á 60 m. Guðrið var í fyrra riðlinum, har hon kom á mál við tíðini 11,75 sek, sum er persónligt met. Tinna rann í seinna riðlinum, og slapp fyri fyrstu ferð í ár at kappast móti teimum skjótastu, og har lat hon ongan iva verða um hvør er skjótast. Hon kom fyrst úr blokkinum og økti allan vegin og kom á mál við tíðini 9,67 sek, heili 0,7 sek frammafyri nummar tvey. Tiðin hjá Tinnu er persónligt met.

Í kúlustoyt var tað einans Guðrið sum royndi seg, men har vísti hon eisini at tað dugur hon. Tekniskt var tað ongin ivi um at hon var tann besta, og var tað eisini orsøkin til at hon, hóast eitt ár yngri enn tær hon kappaðist ímóti, megnaði at vinna seg heilt fram á eitt triðjapláss við úrslitinum 4,41 m, sum er persónligt met.

Á 600 m teininum var tað so Tinna sum royndi seg. Tinna byrjaði stak varliga og lá aftast eftir 300 m, men so økti hon spakuliga um ferðina í mun til hinar og kom sostatt heilt fram á eitt fjóra pláss. Hon misti tó nakað aftur í spurtinum og kom á mál í tíðini 2 min 17,38 sek.

Gentur 12-13 ár

Marita og Emilia umboðaðu Hvirluna í hesum bólkinum. Fyrst á skránni var 80 m renning, har Marita skuldi royna seg. Her var spennandi at vita hvussu skaðin í knæðnum, sum hevur forða henni at vant í seinastuni, fór at skikka sær, men tað vísti seg at hon kundi spenna í, og tað gjørdi hon. Endin var at hon kom á mál í tíðini 13,02 s. Tað rakk til eitt silvurmerkið.

Í longdarlopið royndu Emilia og Marita seg. Hetta er grein har Marita plagar at vinna, og tá hon í fyrsta umfarið leyp 3,54 m, so var kappingin væl og virðiliga avgjørd. Í øðrum umfarið økti hon til 3,70 m, sum endaði við at verða hennara longsta lop. Emilia luttók eisini, men fekk ikki teknikkin til at rigga heilt, og endaði við at leypa 3,13 m, sum er nakað styttri enn hennara besta.

Emilia og Marita royndu seg báðar í kúlustoyti. Her plagar tær báðar at verða meir enn ein metur frammanfyri hini, og so var eisini hesaferð. Marita stoytti kúluna út á 7,77 m, sum einans er 5 cm frá hennara persónliga meti, meðan Emilia stoytti kúluna út á 6,11 m. Tað er nakað frá hennara persónliga metið, sum er neyvt 7 m, og lítil ivi er um at potentialið hjá Emiliu er til bæðið 7 m og væl meir enn tað. Marita fekk sostatt gull, meðan Emilia fekk silvur. Samlað endaði Marita við at vinna allar tær teknisku greinarnar í sínum bólki rættuliga trygt.

Dreingir 12-13 ár

Tóri, Tórur og Ólavur royndu seg í hesum bólkinum, har80 m renning, kúlustoyt, longdarlop og 600 m var á skránni. Allir tríggjir royndu seg á 80 m. Har allir betraðu um síni persónligu met. Tórur kom á mál í tíðini 12,45 s, Ólavur 12,60 og Tóri 13,89 s. Tíðin hjá Tórur rakk til eitt broncumerkið. Øll trý úrslitini eru persónlig met.

Í kúlustoyti vildi teknikkurin hjá Tóri ikki heilt rigga, men hann megnaði tó at ogna sær silvurmerkið við 8,09 m. Ólavur byrjaði varliga, men økti í hvørjum umfarið, og í triðja umfarið kom hann út á 5,76 m, sum var nóg mikið til at hann kom upp á triðjapláss og ognaði hann sær soleiðis enn eitt broncumerkið.

Í longdarlopi vóru allir tríggjir aftur til dystin fús, og sum so ofta var dysturin teirra millum tættur. Tað vísti seg tó at fyrsta lop hjá Ólavi kom at avgerða innanhýsis kappingina, soleiðis at hann endaði beint frammanfyri Tórur við Tóri enn eitt pláss longur afturi. Besta lop hjá Ólavi var 3,93, sum er persónligt met, meðan Tórur leyp 3,71 m og Tóri leyp 3,43, sum er persónligt met.

Síðsta greinin var 600 m og aftur stóð Ólavur klárur tá skotið var. Ólavur legði varliga út, men rann seg upp gjøgnum alla kappingina, og endaði við at koma á mál á triðjaplássi hóast hann var eitt ár yngri enn allir hinir í runnu. Hansara tíð gjørdist 1 min 58,86 sek, sum er persónligt met.

Gentur 14-15 ár

Bjørk var einsamøll at umboðað Hvirluna í hesum bólkinum, og royndi hon seg í diskuskasti og longdarlopi. Fyrst var Diskuskast á skránni, og har vann hon trygt við 18,81 m. Í longdarlopinum var hon í tøttum dysti við Elsu Berg, sum var omaná tá avtornaði, men Bjørk leyp væl, og betraði um sítt persónliga met, so tað nú ljóðar uppá 3,71 m. Hon gjørdist sostatt nummar tvey hesaferð.

Dreingir 14-15 ár

Hanus, Hallur og Tummas Napoleon royndu seg hjá dreingjum 14-15 ár. Fyrst á skránni var diskuskast, har Hanus og Hallur skuldu royna seg. Her var ein spennandi kapping teirra millum í vantu, men Hallur vildi tað annaðleiðis. Hann kastaði 1 kg tunga diskin heilt út á 33,31 m í fyrsta kasti, og hóast Hanus gjørdi sítt besta og betraði um sítt persónliga met við  4 metrum til 29,18 m, so vann Hallur trygt. Kasti hjá Hallur er eisini væl omanfyri b-kravið til talentbólkin hjá FÍF.

Tummas Napoleon royndi seg síðan á 300 m teininum, og har legði hann eitt sindur varliga út, men í svinginum setti hann tempo upp, og kom seg fram á triðjapláss. Tíðanverri sást móti endanum at hann, uppá grund av skaðanum, ikki hevur fingið vant nóg væl í summar, og tí var hann tikin aftur á mállinjuni. Hann kom tó á mál í tíðini 42,37 sek, sum er persónligt met.

Triðja greinin í hesum bólkinum var longdarlop, og har royndi Hallur seg. Hesaferð gekk ikki at betra um persónliga metið eins og hann gjørdi í hinum greinunum hann hevur luttikið í til hetta FMU. Hansara longsta var 4,50 m, sum einans var 8 cm frá broncumerkinum.

Dreingir 16-17 ár

Hetta er bólkurin har Hvirlan vanliga hevur stórst umboðan, og so var aftur hesaferð. Trygvi, Helgi, Rúni, Steinolvur, Bjarni og Gwenael umboðaðu Hvirluna i hesum bólkinum. Fyrsta greinin var longdarlop, har Trygvi, Helgi, Steinolvur og Bjarni royndu seg. Her leyp Trygvi 5,08 m og vann trygt. Dysturin um annað plássi stóð millum brøðurnar Helga og Steinolv, og hesaferð var Helgi tann drúgvari tá hann betraði sítt persónliga met til 4,75 m, meðan Steinolvur leyp 4,56 m. Bjarni leyp 4,42 m.

Næsta greinin var diskuskast, har Helgi, Steinolvur, Rúni, Bjarni og Trygvi royndu seg. Tað vísti seg at Helgi, sum annars plagar at verða tryggur um teir 30 m, hevði trupulleikar við teknikkinum, og tí gjørdist kappingin meir spennandi enn vanta. Hann endaði tó við at verða omaná við 24,33 m, meðan Steinolvur betraði um sítt persónliga met við meir enn trimum metrum tá hann kastaði 23,35 m. Bjarni kastaði 17,12, Trygvi 15,35 m, ið eisini er persónligt met við meir enn fýra metrum, meðan Rúni tíðanverri ikki fekk nakað kast uppmált.

Síðsta greinin var 400 m, har Trygvi og Gwenael royndu seg fyri fyrstu ferð á hesum teininum. Tað var tí stuttligt at síggja um tann sprint-sterki Trygvi ella tann meir úthaldandi Gwenael fóru at roynast best nú teir møttust á “miðjuni”. Her vísti tað seg at Trygvi var tann drúgvari. Hann kom á mál í tíðini 58,73 s, sum rakk til eitt triðjapláss, meðan Gwenael fekk tíðina 61,01 sek. Ein flott byrjan hjá báðum á hesum teininum.

Samanumtikið var tað eitt sera hugaligt vikuskiftið á Tórsbreyt, har veðrið var av tí allar besta og allir limirnir í Hvirluni vístu seg frá síni bestu síðu. Næst á skránni er síðsta umfarð av Grand Prix fyri børn og ung, sum verður á Tórsbreyt í aðru viku.

Fleiri myndir eru í myndasavinum, og øll úrslitini eru at finna á www.athletics.fo.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *